Ynskja greiðar reglur fyri síðumátingar

Samskifti, sum er felagið hjá føroysku lýsingafyritøkum heitir saman við Felagnum føroysk Marknaðarfólk á ábyrgdarhavandi á portalum um at fáa greiðar leiðreglur fyri, hvussu vitjanir á síðum verða mátaðar

Samskifti, sum er felagið hjá føroysku lýsingafyritøkum heitir saman við Felagnum føroysk Marknaðarfólk á ábyrgdarhavandi á portalum um at fáa greiðar leiðreglur fyri, hvussu vitjanir á síðum verða mátaðar.

 

Hetta gera tey, nú kjakast hevur verið um, hvørjar síður eru mest vitjaðar, og hvussu hetta talið eigur at mátast.

 

Í tíðindaskrivi siga tey bæði feløgini, at tey sakna gjøgnumskygni og trúvirði, tá tað snýr seg um vitjunarhagtøl á føroysku portalunum.

 

- Feløgini bæði sakna gjøgnumskygni og trúvirði tá tað snýr seg um vitjanarhagtøl á føroysku portalunum. Einasta loysnin er, sum ábyrgdarblaðstjórin á VP segði við Kringvarpið herfyri, at allir portalarnir verða mátaðir á sama hátt, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Feløgini eftirlýsa somuleiðis leiðreglur fyri hvussu vitjanartøl verða nýtt sum skjalprógv.

 

- Tað er sera óheppið, at miðlarnir nýta ymisk tøl og ymsar teljarar at kunna um síni vitjandi. Hesi tøl liggja til grund fyri keyp av lýsingum og prioritering av lýsingamiðlum. Slíkar reglur vildu økt um trúvirðið á lýsingarsíðunum, sum bjóða seg fram í Føroyum og tryggjað, at okkara limir vistu hvat tey keyptu.

 

- Sostatt heita vit á størru miðlaportalarnar, sum bjóða seg fram á lýsingamarknaðinum um at semjast um eina og somu skipan og mátingarhátt.

 

Eisini siga feløgini seg vilja arbeiða fyri eini búning av føroyska online-lýsingamarknaðinum, har tey vilja skunda undir, at hugtøk sum pay-per-impression og pay-per-click vinna frama.

 

- Endamálið við hesum er at tryggja trúvirði og gjøgnumskygni, soleiðis at limirnir í feløgunum báðum vita hvat keypt verður einumegin og hvat mælt verður til at keypa hinumegin, verður sagt at enda.