Avbjóðingin hjá Suðuroynni minnir í nógvar mátar á avbjóðingina hjá Føroyum sum heild mótvegis útlandinum, í øllum førum sum støðan var fyri nøkrum árum síðani.
Eins og í restini av landinum, so ynskja ungir suðuroyingar at nema sær eina útbúgving, og tá liggur leiðin aloftast av oynni og møguliga av landinum eisini.
- Fyri ung í Suðuroynni merkir hetta, at tey í allar flestu førum skulu flyta úr Suðuroynni í longri áramál, frá 3-4 ár til 6-7 ár, og í flestu førum av landinum. Hóast nógv hava ein dreym um at flyta aftur til Suðuroynna, so er ein av høvuðstrupulleikunum, at tað eru ov fá størv til útbúgvin fólk leys at søkja í Suðuroynni. Av somu orsøk enda tey flestu eftir lokna útbúgving í miðstaðarøkinum, og heilir árgangir verða á hendan hátt “burturi” í Suðuroynni, skriva kommunurnar.
Tí ynskja kommunurnar millum annað, at fleiri útbúgvingarmøguleikar koma í oynna, og vísa tey til ta jaligu ávirkan sum Heilsuskúli Føroya og Ítróttarháskúlin í Suðuroy hava havt. Slík tilboð hava stóra ávirkan og skapa ringvirkningar í oynni, siga kommunurnar.
Umframt at geva ungum suðuroyingum eitt útbúgvingartilboð í oynni, so draga skúlarnir næmingar til sín úr øllum landinum og uttanlands við. Skúlarnir hava eisini skapt fleiri størv til útbúgvin fólk og hava lærararnir mest sum allir búsett seg í Suðuroy, bæði teir á Heilsuskúlanum og teir á Ítróttarháskúlanum.
- Galdandi fyri bæði Heilsuskúla Føroya og Ítróttaháskúlan í Suðuroy er, at skúlarnir ikki hava hvat trupulleikar við at fáa fólk við útbúgving til størvini á skúlunum. Skúlatilboðini eru eisini somikið spennandi, at næmingar úr øllum heraðshornum leitað sær á skúlarnar. Við fleiri skúlatilboðum í Suðuroynni, bæði nýggjum og víðkan av verandi tilboðum, er eisini grundarlag fyri at skapa enn fleiri størv og enn størri ringvirkningar í nærumhvørvinum, skriva kommunurnar.
Kommunurnar hava sjálvar nøkur uppskot til landsstýrið. Tað fyrsta er at seta eina pedagoghjálparaútbúgving á stovn á Heilsuskúlanum. Hetta er ikki nakað nýtt uppskot, tað var fyrstu ferð nevnt í 2011.
Kommunurnar siga, at í grannalondunum er vanligt at bjóða heilsuhjálpara- og pedagoghjálparaútbúgvingarnar út á sama skúla, tí báðar eru virkisútbúgvingar.
- Tað eru fleiri enn 1.000 fólk í pedagoghjálpara størvum í Føroyum, so eins og við heilsuhjálparaútbúgvingini, so er tørvur á hesari útbúgvingin fyri at førleikamenna starvsfólk á m.ø. dagstovnaøkinum. Við játtan til pedagoghjálparaútbúgvingina kunnu skapast 3-5 nýggj størv til fólk við útbúgving við Skúladepilin í Suðuroy, meta kommunurnar.
Eisini ynskja suðuroyingar, at virksemi á Ítróttarháskúlanum verður víðkað. Sum nú er er pláss fyri 40 næmingum á skúlanum, men leiðslan á skúlanum hevur latið Mentamálaráðnum fíggjarætlan fyri 2019 og 2020, sum er grundað á at hava 72 næmingar.
Tey ivast ikki í, at tey fara at fáa nokk av umsóknum, tí til skúlaárið, sum byrjar í heyst, eru longu komin yvir 80 umsóknir og leiðsla skúlans væntar at yvir 100 eru komnar, áðrenn umsóknarfreistin er farin. Framvegis er tó bara pláss fyri 40 teirra.









