byrgtist ein vón. Miðskeiðis í seinna umfarinum endaði bólturin óskiljandi á arminum á Klæmint Matras, og Petur Reinert, dómari, peikaði á brotssparksblettin. Óneyðugt og tápuligt av miðvallarnum. Andrew av Fløtum [...] havnarmenninar á odda. Ungarski framherjin hevur misnýtt fleiri upplagdar málmøguleikar í hesum kappingarárinum, og nú vóru tey í árstalsfelagnum um at missa tolið. Hanus Thorleifsson hevur bóltin á egnari hálvu [...] málinum, og Hans á Lag og Pætur Jørgensen royna at øllum alva at renna ungaran aftur. Einsamallur við Trónda Vatnhamar svíkjur hann ikki – hann sendir til høgru hjá málverjanum, og B36-húsið á gosið. Sanniliga
so leingi, og tað eru minuttprísir á 30 oyru um dagin og 15 oyru um kvøldið kanska eisini. Internetsambandið í Føroyum er bíligari enn í fleiri av europeisku londunum á meginlandinum, men samanborið við [...] er longu á økjunum, eftir at fyritøkurnar Sp/f MET og Sp/f Teletænastan báðar hava fingið neyðugu fjarskiftisloyvini og hava samrátt seg fram til eina avtalu við Føroya Tele um at leiga seg inn á telefonkervið [...] hald mugu eisini vera kappingarfør í prísi. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele væntar, at tað fer at gerast neyðugt at lækka prísirnar á internetsambandi sum heild, tá kapping verður um viðskiftafólkini
málskjútti úr 20 metrum. Og so var tað, at Magni á Lakjuni setti ferð á. Fyri hálvleik legði hann ÍF á odda, men eisini ta ferðina var talan um verjumistak. Kári Hansen drálaði ov leingi við at spæla úr verjustøðu [...] tað var rættiliga sjónskt, hvør stóri munurin á liðunum var. ÍF hevði fingið Símun Eliasen og Magna á Lakjuni heim úr Danmark, og teir settu stóran dám á. Roy Róin var skaddur og spældi ikki við, og Petur [...] Heimaliðið hevði takið fyrstu løtuna, og teir kundu verið komnir á odda longu, áðrenn teir fingu hol á. T.d. hevði Eyðstein Skipanes sent fríspark á tvørtræið. Tað tóktist ikki vera nakar vandi, tá ÍF javnaði
grovu, ótespiligu rødd Hanusar. Á Ólavsøkukonsertini á Bryggjuni er Hanus tó aftur einsamallur við sínum guitara. Týr byrjaðu at spæla saman í 1998, tá ið Heri Joensen og Kári Streymoy tóku seg saman við Gunnari [...] skifti var hann limur í nevndini hjá felagsskapinum NordVisa. Á Ólasvøkuni spælir hann saman við Bo Liengård á bassi og Peter Abrahamsen á guitari. "Petersen-Olsen-Lawaetz trio" er savnað saman av Jan [...] Ólavsøkudag, og byrjar klokkan 20:00 og heldur fram til út á náttina. Konsertskráin leggur upp til eitt hugnaligt kvøld, ið spælir saman við havrákanum úti á stásiligu Norðurbryggjuni, ið lat upp í fjør, og nú
toppskjúttar tvær ferðir ? Uni Arge, Jákup á Borg, og Súni Fríði Johannesen ? og bara Jákup á Borg hevur verið toppskjútti tvey ár á rað. Tað er stórur munur á, hvussu mong mál toppskjúttarnir hava skorað [...] kappingunum, varð alt meiri gjørt fyri at hava skil á hagtølunum, m. a. hvør skoraði málini í einstøku dystunum og harvið eisini hvussu máltindurin sá út. Á onkrum av fótbóltsheimasíðunum eru yvirlit yvir [...] Fríði Johannesen B68 24 1996 GÍ Kurt Mørkøre KÍ 20 1997 B36 Uni Arge HB 24 1998 HB Jákup á Borg B36 20 1999 KÍ Jákup á Borg B36 17 2000 VB Súni Fríði Johannesen B68 16 2001 B36 Helgi L. Petersen GÍ 19 Máltindurin
syngja á føroyskum, tí tað er hóast alt hennara móðirsmál. -Eg haldi sjálv, at eg syngi best á føroyskum, og tað man vera sum at skelda onkran út. Tað er ringt at fáa alt út, um tað gongur fyri seg á øðrum [...] bólkinum. Hon spælir síðst á kvøldinum, og løgini, sum hon fer at spæla á konsertini verða bæði til gaman og álvara. Okkurt tilfar er longu kent, og okkurt fær sína frumframførslu á G! Festivalinum. [...] støðum heldur enn stórum konsertum. -Ein kemur nærri inn á fólkini, sum lurta, í smáum spælistøðum. Og tað er ein torførur kunstur at sleppa inn at fólki á stórum konsertum. G! stóran týdning Tað er umráðandi
ein feril av sorgblídni at hóma á teimum ferðandi, tá tey trinu umborð til seinasta túrin inn á Skálafjørðin við gomlu Ternu. Og við Merkinum fremst, stevndi Ternan inn á Skálafjørðin. Hátíðarhald Eitt [...] steyrrætt, prúð og høg á bakkanum. Keiin kemur nú undan, og nú sær man eisini teir bátarnar, sum liggja við kei. Tað spruttar eitt sindur upp á rútin. Ternan kemur flaggskrýdd inn á Toftir. Og síðani verður [...] 20 seinasta túrin úr Havnini inn á Skálafjørðin. Heilt fitt av fólki var við umborð, hvørt borð var fult, og hýrurin var eisini stak góður. Hesin seinasti túrurin inn á Skálafjørðin kann nú ikki beinleiðis
Í fjør vann hann á Rødgaard. Torbjørn Thomsen vann á fyrrverandi felagstelvaranum úr Kollafirði, Eyðálvur Johannesen á øðrum borði. John Jacobsen vann á Karl Louis Johansen, meðan Kári Duhuus og Alvin Joensen [...] rating. Jóhan Gaard leikti á fyrsta sinni á fremsta havnarliðnum, á fjórða borði. Mótstøðumaðurin var formaðurin í Havnar Telvingarfelag Jóannes Guttesen, sum óvæntað vann á Jóhan. Í rúkandi tíðarneyð [...] ábyrgdina á fyrsta borði og vann hann eitt drúgvt talv ímóti Óla Joensen. Olaf hevði mann fyri tvær finnur, sum akkurát varð nóg mikið. Herluf Hansen hevur telvað væl í ár, og vann hann eitt trygt talv á Johan
varð á gamla Meiarínum í gjár, vóru vit á jólum. Jól og Jesus eru samrøðuevnið, meðan tey pynta á deildini. Fýra sjúklingar. Fimti sjúklingurin, sum hevur hildið seg kúrran eina løtu, kemur inn á pallin [...] í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn. Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin ?Eitir nakað land Weekend?. Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipas [...] onnur er Johanna á afturlatnari deild. Er hon sjúk? Er hon sjúklingur? Hetta fær Ega Dam at viðmerkja, at landið alt er ein stongd deild. Katarin Nolsøe, sum hevur leiklutin sum Johanna á afturlatnu deildini
ð ongantíð tað stóra upplivilsi. Ferð kom ongantíð á dystin, og teknisku villurnar, sum vórðu framdar, kunnu neyvan teljast á einari hond. Munurin á liðnum var snøgt sagt tann, at Neistakvinnurnar høvdu [...] at allir leikarar á báðum liðum hittast á miðjum vølli, eftir at dysturin er lokin, men hesu ferð hildu Rakul og Ann ikki, at hetta fór at loysa seg. Hóast tað mangan er heldur baldrut á vøllinum, so eigur [...] at síggja í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá dysturin varð settur í gongd. Lítil ferð Um hetta ávirkaði hugburðin hjá leikarunum, skal eg lata verða ósagt, men í øllum var ferðin á spælinum ikki nakað serlig