Teir vóru lættir í sinninum ? fuglfirðingarnir ? tá teir settu seg í bilarnar og trillaðu innaftur til Fuglafirðar. Teir høvdu verið í Runavík, har málið var at fáa í minsta lagið eitt stig. Teir fingu øll trý, og harvið tryggjaðu teir sær so rudduliga pláss í fremstu røð í 1998.
Sigurin var ikki óuppiborin, og tað var rættiliga sjónskt, hvør stóri munurin á liðunum var. ÍF hevði fingið Símun Eliasen og Magna á Lakjuni heim úr Danmark, og teir settu stóran dám á.
Roy Róin var skaddur og spældi ikki við, og Petur Simonsen hevði givið Símuni Eliasen liðformansbindið. Símun, sum venur við Aarhus Fremad, stríddist nógv, og hann var skilagóður. Síðsta partin av seinna umfarinum var hann troyttur, men hóast tað sást, at enn væntar nakað í, áðrenn hann røkkur støðinum, hann hevði, tá hann spældi á landsliðnum, so var hann alla tíðina til stóra nyttu.
Magni á Lakjuni var í ÍF álopinum saman við Egili Zachariasen, og tað er einki at taka seg aftur í, at Magni vísti einki minni enn landsliðsstøði. Hann var støðug kelda til órógv í NSÍ verjuni, hann fór fleiri ferðir langt aftur á vøllin eftir bóltinum, hann var sera skjótur frameftir, tá hann hevði bóltin, og at hann var tryggleikin sjálvur , tá hann fekk møguleikarnar sæst av, at hann hevði fulla úrtøku og skoraði trý mál uppá tríggjar møguleikar.
Og so var tað sjónligt, at nærveran av teimum báðum útisetunum lyfti avrikini hjá viðspælarunum, sum eftir eina tøvandi byrjan fingu sjálvsálit.
Málini
NSÍ kom á odda, tá tíggju minuttir vóru farnir, og bæði í hesum førinum, og tá ÍF javnaði til 1-1, var talan um málverjumistøk. ÍF málverjin megnaði ikki at halda innleggi, og Óli Hansen var á rætta staðnum røttu løtuna.
Heimaliðið hevði takið fyrstu løtuna, og teir kundu verið komnir á odda longu, áðrenn teir fingu hol á. T.d. hevði Eyðstein Skipanes sent fríspark á tvørtræið.
Tað tóktist ikki vera nakar vandi, tá ÍF javnaði. Men málverjin hjá NSÍ var óheppin og misti afturum seg, eftir flatt langskot frá Eyðálvi Petersen, sum varð skrásettur sum málskjútti úr 20 metrum.
Og so var tað, at Magni á Lakjuni setti ferð á. Fyri hálvleik legði hann ÍF á odda, men eisini ta ferðina var talan um verjumistak. Kári Hansen drálaði ov leingi við at spæla úr verjustøðu, Egil Zachariasen ? staddur eitt sindur til høgru og 20 metrar úr málinum ? blokeraði og var fyrstur eftir bóltinum, Magni á Lakjuni spurtaði frá verjuni mitt fyri og setti innaru síðuna á flata og neyva innleggið.
3-1 málið kom, eftir at NSÍ hevði roynt at javnað. Teir trýstu, men megnaðu ikki ofta at spæla seg til upplagdar møguleikar, og so var tað, at Magni á Lakjuni aftur var uppá spæl.
ÍF royndi rangstøðufellu, og tað gjørdi NSÍ eisini í næsta álopinum. Tann seinna miseydnaðist, Bárður Mortensen spældi til Rógva Larsen, hann fór við ferð fram í vinstru, sendi innfyri til Magna á Lakjuni, sum frágera hegnisliga rann í bóltin og fluktaði í einum boga uppum málverjan.
Men sjálvt um tað vóru tvey mál á muni, so helt spenningurin sær alla tíðina. Helgi L. Petersen minkaði um munin, tá 73 minuttir vóru farnir. Tríggir verjuspælarar hugdu at, tá besti NSÍ maðurin tamdi langan diagonalbólt úr høgru, snaraði ein av sær og smekkaði í netið umvegis samankomingina og høvdið á málverjanum.
Tá lá í luftini, at NSÍ kundi fáa javnleik, og onkra ferðina vóru innskifti Mortan Hansen og Óli Hansen nær við, men tað var Magni á Lakjuni, sum avgjørdi alt. Rógvi Larsen stakk fram eftir miðásinum, og í besta Toda Jónsson stíli lobbaði Lakjumaðurin úr stórari fjarstøðu uppum málverjan, sum var staddur einar átta metrar frá málstrikuni.
Ov fáar flytingar
Talan var ongantíð um polerað fótbóltsspæl. Hjá ÍF ráddi um at vinna minst eitt stig fyri at tryggja sær framhaldandi tilveru í bestu deildini, og tað kann gott vera, at tað var viljin á muni.
NSÍ hevði bara æruna at spæla fyri, og hana tóktust teir ikki at leggja so nógv í. Í útgangsstøðu var Óli Hansen einsamallur á toppinum, meðan Helgi L. Petersen var hangandi áslopsmaður. Helgi reikaði nógv, og tað var altíð vandamikið, tá hann hevði bóltin, meðan ein av orsøkunum til, at tað ikki hekk so væl saman hjá nógvum av hinum, var, at tað vóru ov fáir, sum bjóðaðu seg til og arbeiddu fyri tann, sum hevði bóltin.