Besti málskjúttin í farna kappingarárinum var Helgi Lamhauge Petersen. Helgi skoraði nítjan mál fyri silvurvinnararnar í GÍ. Í kvøld ? tá gylti skógvurin verður handaður honum ? verður tað síðsta ferðin, at Helgi fer at umboða GÍ ? í hesum umfarinum í hvussu so er. Komandi kappingarár fer hann at spæla við NSÍ.
Árið í ár var tíggjunda kappingarárið, síðani føroysk feløg fyrstu ferð spældu við í Europa Cup. Tá føroysk feløg fóru at taka lut í europeisku kappingunum, varð alt meiri gjørt fyri at hava skil á hagtølunum, m. a. hvør skoraði málini í einstøku dystunum og harvið eisini hvussu máltindurin sá út.
Á onkrum av fótbóltsheimasíðunum eru yvirlit yvir dystir og úrslit nógv longri aftur, og t. d. á heimasíðuni hjá B68 sæst hvør hevur skorað málini.
Sjáldan meistari
Í fótbóltsárbókunum, sum eru komnar síðani 1992, eru fullfíggjað yvirlit, sum vísa allar málskorarnar í øllum dystunum, og harvið er máltindurin eisini fullfíggjaður.
Merkisvert er tað, at hesi seinastu tíggju árini er tað bara eina ferð komið fyri, at besti málskjúttin hevur umboðað tað liðið, sum vann FM heitið. Tað var í 1994. Gí var meistari annað árið á rað, og fyrsta árið, hann spældi við GÍ, var John Petersen toppskjútti. Øll hini árini hevur besti málskjúttin spælt við øðrum liðum enn meistaraliðnum.
Drúgvir
Sjey ymiskir spælarar hava verið toppskjúttar tey seinastu tíggju árini. Tríggir hava verið toppskjúttar tvær ferðir ? Uni Arge, Jákup á Borg, og Súni Fríði Johannesen ? og bara Jákup á Borg hevur verið toppskjútti tvey ár á rað.
Tað er stórur munur á, hvussu mong mál toppskjúttarnir hava skorað tey ymisku árini. Lægsta talið var í 1993, tá Uni Arge var besti málskjúttin við ellivu málum. Men Uni Arge var so nógv bestur, tí Torbjørn Jensen hjá B71 skoraði næstflest ? átta mál!
Uni Arge er eisini annar av tveimum, sum hevur skorað flest mál í hesum tíggju ára skeiðnum. HB álopsmaðurin skoraði 24 ferðir í 1997, tá HB fekk silvurmerkini, og B36 vann gull. Hetta var sama talið, sum Súni Fríði Johannesen rakk í 1995, tá B68 fekk bronsukrónurnar, og HB fekk silvur ? hesa ferð aftanfyri GÍ. Tað ber ikki til at siga annað, enn at toppskjúttarnir tíggju tey seinastu árini hava verið rættuliga drúgvir í fremstu røð. Símun Petur Justinussen, sum var toppskjútti í 1992, er tann einasti av teimum, sum ikki hevur verið í 1. deild í ár, men hann tænti fyri seg í bestu deildini. Frá tí at GÍ kom í 1. deild í 1980 og fram til 1999, tá hann spældi við í fimm landskappingardystum, var Símun Petur Justinussen við í fremstu røð.
Toppskjúttar 1992?2001
Ár FM Spælari Felag Mál
1992 B68 Símun P. Justinussen GÍ 14
1993 GÍ Uni Arge HB 11
1994 GÍ John Petersen GÍ 21
1995 GÍ Súni Fríði Johannesen B68 24
1996 GÍ Kurt Mørkøre KÍ 20
1997 B36 Uni Arge HB 24
1998 HB Jákup á Borg B36 20
1999 KÍ Jákup á Borg B36 17
2000 VB Súni Fríði Johannesen B68 16
2001 B36 Helgi L. Petersen GÍ 19
Máltindurin 2001
Helgi L. Petersen GÍ 19
John Petersen B36 16
Fróði Benjaminsen B68 13
Heðin á Lakjuni B36 12
Birgir Jørgensen VB 12
Súni Fríði Johannesen B68 11
Kurt Mørkøre KÍ 9
Krzystof Popczynski VB 9
Jákup á Borg B36 8
Sorin Anghel EB/Str. 8
Óli Hansen GÍ 8
Allan Mørkøre HB 7
Marek Wierzbicki VB 7
Eli Hentze B71 6
Jón Sigurd Gleðisheygg EB/Str. 6
Tór?Ingar Akselsen FS Vágar 6
Henning Jarnskor GÍ 6
Sámal Joensen GÍ 6
Alexander Djordjevic KÍ 6
Magni á Lakjuni B36 5
Marcello Marcellino B68 5
Jón Rói Jacobsen HB 5
Gunnar Mohr HB 5
Sjúrður Jacobsen NSÍ 5
Sonni L. Petersen NSÍ 5
Robert Cieslewicz VB 5
Jón Pauli Olsen VB 5
Kenneth Jacobsen B36 4
Rógvi Jacobsen HB 4
Arnold Joensen B68 3
Kári Reynheim B71 3
Birgir Joensen FS Vágar 3
Hannus Olsen FS Vágar 3
Bartal Eliassen GÍ 3
Zdzislaw Janik GÍ 3
Uni Arge HB 3
Bárður Mortansson HB 3
Fríðin Ziskason KÍ 3
Ken Nónklett NSÍ 3
Jens Kristian Hansen B36 2
Klæmint Matras B36 2
Mortan Hansen B68 2
Øssur Hansen B68 2
Jógvan Jón Petersen B71 2
Ronnie Samuelsen EB/Str. 2
Sonni Johansen FS Vágar 2
Poul Ennigarð GÍ 2
Áslakur R. Petersen GÍ 2
Harley Bertholdsen KÍ 2
Ove Nysted KÍ 2
Djóni N. Joensen NSÍ 2
Gert Langgaard NSÍ 2
Eddie Mikkelsen NSÍ 2
Marner Richardt VB 2