Kyndil ognaði sær farna vikuskifti føroyameistaraheitið í hondbólti hjá kvinnum. Einasti spenningurin í kvinnukappingini nú er tí, hvør ið fer avstað við silvurinum. Stjørnan var á næstovasta plássinum undan seinasta vikuskifti, men ein javnleikur ímóti VB førdi við sær, at Neistin við einum sigri á StíF kom ájavnt í stigum við Stjørnuna og við betur málúrtøku. Mikukvøldið spældi Neistin sín næstseinasta dyst í hesum kappingarárinum í høllini í Runavík ímóti GÍ/Tjaldur, og Neistin vann sannførandi 30-16.
Jøvn byrjan
Dysturin fekk eina javna byrjan, har liðini fylgdust lið um lið. Kvinnurnar innan úr Eysturoynni fylgdu við neistakvinnunum, og tá ið 12 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, var tað heimaliðið GÍ/Tjaldur, ið var á odda 5-4.
So kom bráddliga ferð á spælið hjá Neistanum, og teir næstu níggju minuttirnar skoraði Neistin ikki færri enn sjey ferðir, meðan heimaliðið als einki mál fekk, so at støðan knappar tíggju minuttir fyri hálvleik var 11-5 til Neistan, og dysturin var í veruleiknum avgjørdur. Hetta fekk tó ikki Neistan at taka sær av løttum, tí málúrtøkan kann gerast avgerandi, um tær og Stjørnan enda javnar í stigum, og tískil hildu tær á við sama lag og royndu at skora so nógv sum gjørligt. Tað tóktist eisini sum um, at leikararnir hjá GÍ/Tjaldur høvdu slept allari vón um at fáa nakað sum helst burturúr dystinum, og tær høvdu trupult við at fáa samanhang í spælið hjá sær av somu orsøk.
Tá ið blást var fyri hálvleikssteðgi, høvdu neistakvinnurnar endaliga avgjørt dystin, tí tá vóru tær á odda 17-7.
Neistin "eksperimenteraði" í seinna hálvleiki
Tað sá ongantíð út til, at GÍ/Tjaldur fór at taka nakað inn aftur á Neistan í seinna hálvleiki. Hóast neistakvinnurnar blakaðu eina rúgvu av bóltum burtur, so gjørdi tað einki, tí heimaliðið var alt ov óneyvt í sínum skotroyndum. Millum annað brendi GÍ/Tjaldur tvey brotskøst fyrstu seks minuttirnar av seinna hálvleiki.
Tá ið Neistin hevði so trygga leiðslu, gjørdi venjari teirra, Páll Poulsen, av at fara at "eksperimentera" eitt sindur við dystinum móti Kyndli í huga. Neistin hevur roynt ymiskt nýtt undir venjing seinastu dagarnar, sum tær ætla at brúka í dystinum móti Kyndli seinasta leikumfari av hesum kappingarárinum.
Somuleiðis royndi venjarin hjá Neistanum at skifta nógv út á teimum ymisku plássunum, og hetta førdi millum annað við sær, at allir útileikararnir hjá Neistanum kom á máltalvuna.
At Neistin "eksperimenteraði" so nógv, kom tó ikki at hava nakra ávirkan á úrslitið av dystinum. Heimaliðið hevði fullkomiliga slept endanum, og Neistin vann ein sannførandi 30-16 sigur á GÍ/Tjaldur.
Hjá Neistanum snýr tað seg nú bara um dystin ímóti Kyndli, og ein av royndastu leikarunum hjá Neistanum, Kára á Dunga, sigur við Sosialin, at hetta er ein ógvuliga týðandi dystur, tí tær vilja sera fegnar vinna á Kyndli í ár og harvið fáa eitt heiðurligt punktum á kappingarárið. Liðið er tó nakað skert til venjingina fram til dystin, tí at tríggjar av teimum ungu og evnaríku á liðnum, Katrin á Neystabø, Gunnleyg Berg og Súsan Brockie, allar eru uttanlanda á námsferð og kom ikki heim fyrr enn sjálvan dystardagin.
Dómarar í dystinum vóru Áki G. Olsen og Sámal Joensen úr VÍF, og teir komu væl frá dømingini. Teir lótu leikararnar sleppa at spæla sítt spæl, men hildu hóast tað eina linju.










