TíÐindaskriv
Vegna fyrireikararnar, Sámal Matras Kristiansen
?????????
Týr, Hanus Johansen, Stanley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall og "Petersen-Olsen-Lawaetz trio" verða nøvnini, tá ið fyrsta ólavsøkukonsertin á Bryggjuni leggur frá landi. Fyrireikararnir eru í løtuni við at rigga seinastu seglini til hetta tiltakið, ið vónandi verður so mikið væl eyðnað at tað kann gerast ein sið-venja - eins og ólavsøkan í Keypmannahavn er vorðin tað hesi seinasta árini. Konsertin verður sjálvan Ólavsøkudag, og byrjar klokkan 20:00 og heldur fram til út á náttina.
Konsertskráin leggur upp til eitt hugnaligt kvøld, ið spælir saman við havrákanum úti á stásiligu Norðurbryggjuni, ið lat upp í fjør, og nú er farin at gera um seg sum mentanarhús fyri føroyingar, grønlendingar og íslendingar í Keypmannahavnarøkinum. Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at fáa eina samanseting av bólkum, ið "hava okkurt upp á hjarta", t.v.s. duga at spinna søgur at siga á tjóðarhátíð føroyinga.
Hanus Johansen man vera ein av kendastu føroysku vísusangarunum. Hansara einfalda guitarspæl og trølsliga, djúpa rødd - og ikki minst hansar sorgblíðu, tó argandi løg - hava vunnið tokka millum føroyingar. Frá meiri spjaddum luttøkum á ymiskum plátum og bondum upp gjøgnum 80?ini, gav Hanus í 1988 út plátuna ?Gaman og álvara", har hann setur løg til yrkingar hjá suðuroyarskaldinum Poul F. Ár 2000 spældi hann saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubárini inn fornkunnugu fløguna ?Bouquet", har bæði nýggj og gomul løg verða spunnin inn í ein klassiskan ham, hvørs milda og neyva ljóðplagg riggar væl saman við grovu, ótespiligu rødd Hanusar. Á Ólavsøkukonsertini á Bryggjuni er Hanus tó aftur einsamallur við sínum guitara.
Týr byrjaðu at spæla saman í 1998, tá ið Heri Joensen og Kári Streymoy tóku seg saman við Gunnari H. Thomsen at mynda ein bólk, ið trý ár seinni skuldi taka alt Føroya land á bóli við kvæðarokkinum og hittinum ?Orminum Langa", ið var ein væleyðnað roynd at draga okkara gamla kvæðaarv upp í symfoniskan 80?ara-rokk og langhærda heavy-attitudu. Týr er sostatt eingin vanligur tungmálms-bólkur. Hóast rútmurnar eru heavy, eru harmoniirnar meiri at líkna við klassiskar strofur à la Haydn ella Mozart (í tvífaldum tempo), meðan teksturin er ein úrdráttur av føroyskari fólkalívsfrøði og norðurlendskari mytologi. Í 2002 góvu Týr út fløguna ?How far to Asgaard", har m.a. Ormurin Langi er við. Seinni sama árið kom stakfløgan ?Ólavur Riddarós", og á sumri 2003 "Eric the Red". Týr hevur havt eina skiftandi manning øll árini, men føstu elementini í bólkinum hava allatíðina verið Wolfgang-dreingirnir av Skálafjørðinum. Fyri kortum fekk Týr ein nýggjan, íslendzkan, guitarspælara, Ottó P. Arnarson, ið hevur fingið góð skoðsmál heima úr Føroyum.
Sámal Ravnsfjall hevur spælt fólka- og blues-tónleik tað mesta av sínum lívi. Hann hevur spælt og sungið saman við óteljandi tónleikarum, m.a. Ronnie Nielsen, og ikki minst saman við Jóan Jakku Guttesen, ið hann gav út fløguna ?Vágaverk/Váðaverk" saman við. Tann 11. avgust í ár skal Sámal harumframt - saman við Ronnie og Kolbein - hita upp fyri víðagitn bólkin ?Jethro Tull". Av sonnum ein æra og ein álitsváttan. Á Ólavsøkukonsertini spælir Sámal tó einsamallur.
Stanley Samuelsen byrjaði at spæla guitara í fuglfjarðarbólkinum "Silly Boys" í 60?unum. Seinni flutti hann tó av landinum, har hann byrjaði at ganga nýggjar leiðir, sum í 1998 endaður við frálíku fløguni ?Um eg kundi kvøðið", við m.a. landapláguni av sama navni. Løgini á fløguni eru gjørd til klassiskar føroyskar yrkingar - av Djurhuus-brøðrunum, Mikkjali av Ryggi, Poul F o.s.fr. Onkursvegna hevur Stanley tó havt størri tokka millum danir enn føroyingar, og verður hann av summum mettur sum føroya fremsti fólkatónleikari. Stanley vann í 1992 mentanarprís LO?s saman við Nis P - í bólkinum ?Den Udødelige Duo", og eitt skifti var hann limur í nevndini hjá felagsskapinum NordVisa. Á Ólasvøkuni spælir hann saman við Bo Liengård á bassi og Peter Abrahamsen á guitari.
"Petersen-Olsen-Lawaetz trio" er savnað saman av Jan Petersen. Jan gav í 1997 út fløguna "Haldurscafé", og hevur luttikið í so ymiskum útgávum sum ?Gummiskuggar" og ?Kom og dansa við mær" hjá Ian Onghamar. Afturat sær hevur hann danan Peter Lawaetz á rútmuguitari og Annu Mariu Olsen - ið eisini syngur í navnframa kórinum "Mpiri", ið gav út fløguna "Asbest" í 2003. Eisini er Anna Maria fløguaktuell við fløguni "Lot", har hon saman við systur síni Jensinu Olsen leggur rødd til løg hjá Andriasi Rasmussen, ið hevur tulkað yrkingar hjá Tóroddi Poulsen.
Bólkarnir umboða sostatt eitt tónlistarligt spektrum, ið fevnir um fólkatónleik, blues og kvæða-nostalgi. Blandað við søguliga umhvørvinum og gamalkenda ólavsøkuandanum, skuldi sostatt verið lagt upp til eina minniliga ólavsøkukonsert, ið helst man vera ov spennandi at lata fara aftur um borð. Vónandi síggjast vit á Ólavsøkukonsertini á Bryggjuni 2004.