At gjalda stórt stovningargjald fyri internet hald er helst farin tíð um ikki so leingi, og tað eru minuttprísir á 30 oyru um dagin og 15 oyru um kvøldið kanska eisini.
Internetsambandið í Føroyum er bíligari enn í fleiri av europeisku londunum á meginlandinum, men samanborið við lond sum Danmark, Noreg og Ísland liggur prísurin í Føroyum nakað hægri. Men hetta stendur helst fyri broyting
Beinleiðis orsøkin er, at hørð kapping millum internetútbjóðarar eftir øllum at døma stendur fyri durum.
Kapping er longu á økjunum, eftir at fyritøkurnar Sp/f MET og Sp/f Teletænastan báðar hava fingið neyðugu fjarskiftisloyvini og hava samrátt seg fram til eina avtalu við Føroya Tele um at leiga seg inn á telefonkervið.
Men sum er, bjóða hesi feløg ikki vanligt uppringt internet samband. Talan er meira um samband, ið hóskar til fyritøkur, og tí hevur vanligi brúkarin ikki merkt so nógv til nakra kapping. Hetta broytist í teirri løtu ein fyritøka fer at bjóða internetsamband, ið hóskar vanliga brúkaranum, og tað fer eftir øllum at døma skjótt at henda.
Meira fjøltáttaðir prísir
Á Føroya Tele hava tey brynjað seg til hesa kapping við millum annað at útvega nýggja avrokningarskipan, sum ger tað møguligt at gera prísirnar fyri internetsamband meira fjøltáttaðar.
Tað merkir at fleiri ymisk internethald við ymsikum minuttprísum og ymiskum mánaðargjaldi kunnu bjóðast út, og brúkarin kann so velja hvat honum passar best.
Men tað er ikki nóg mikið bara at geva brúkarunum møguleika at velja millum fleiri hald. Hesi hald mugu eisini vera kappingarfør í prísi.
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele væntar, at tað fer at gerast neyðugt at lækka prísirnar á internetsambandi sum heild, tá kapping verður um viðskiftafólkini.
- Stovningargjaldið fer at minka og kanska enntá fella burtur, tá vit skulu kappast um at fáa viðskiftafólk til okkara. Viðvíkjandi minuttprísinum, so vænti eg eisini, at vit fara at verða trýstir til at lækka hann, sigur Andas Róin.
Føroya Tele hevur skyldu til at lata aðrar loyvishavandi útbjóðarar keypa seg inn á telefonkervið, um hesir ynskja tað, og fyritøkan hevur somuleiðis skyldu til at gera tað fyri ein prís, ið Føroya Tele, keyparin og Fjarskiftiseftirlitið meta vera sámuligan.
- Við tí prísinum, sum hinir útbjóðararnir kunnu keypa seg inn á kervið fyri meti eg, at teir væl kunnu fáa eina forrætning burturúr at selja internetsamband fyri lægri prís enn tað, sum vit kunnu bjóða í løtuni, og tað leggur sjálvsagt trýst á okkum um at fáa minuttkostnaðin niður, soleiðis at vit eisini kunnu geva teimum nýggju útbjóðarunum kapping, sigur stjórin á Føroya Tele, sum harafturat væntar at komandi útbjóðararnir eisini fara at leggja seg eftir at kappast á tænastuøkinum.
Ikki danskar prísir
Danmark er eitt av teimum grannalondunum, har internetsamband er sera bíligt í løtuni, men sambært stjóranum á Føroya Tele skulu vit ikki vænta at uppliva eins lágar prísir í Føroyum.
- Fyri tað fyrsta haldi eg at vit mugu síggja í eyguni, at reint geografiskt liggja vit soleiðis fyri, at tað er eitt sindur dýrari at veita internetsamband í Føroyum enn á meginlandinum. Harafturat kemur so, at tær fyritøkurnar, ið bjóða bíligt internetsamband út í Danmark, so sum Mobilix og Telia, koyra við stórum undirskoti, tí tær rætt og slætt dumpa prísirnar fyri at vinna sær viðskiftafólk.
Og stendur tað til Andras Róin fer hetta ikki at henda í Føroyum.
- Vit hava kanska kapital til at lækka prísirnar so nógv, at vit sláa kappingarneytarnar út eftir stuttari tíð, men tað hava vit ongan áhuga í, tí tað hevði helst rakt okkum sjálvi harðari aftur.
Men hóast Føroya Tele ikki ætlar sær at dumpa prísirnar, so fara føroyingar at njóta væl av kampanjutilboðum og lægri internetgjaldi sum heild, tá kapping um vanliga internetútbjóðaran um ikki so langa tíð gerst veruleiki.
- Vit ætla okkum at kappast upp á prís. Vit ætla ikki at lata øll viðskiftafólkini rýma til kappingarneytarnar, soleiðis at vit enda við bara at vera kervisveitarar hjá øðrum fyritøkum, ið sleppa at gera alt tað stuttliga, sigur Andras Róðin, stjóri á Føroya Tele.HB-B71 1-0 (1-0)
1-0: Bárður Mortansson 23.
Dómari: Lassin Isaksen
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
B71:
Waldemar Nowicki ? Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bergleif Brimvík ? Høgni Hansen, Kári Nielsen, Eli Hentze, Julian Florescu, Jákup Lamhague ? Alex Nielsen, Michael Sørensen










