beind út um hesa perlu mitt í Tórshavnar havn. Til gleði fyri havnarfólk, avbygdarfólk og útlendingar nú og mong ár frammyvir. Hin bólkurin, Skansin , ynskir, at Tórshavnar Býráð bíðar við útbyggingini [...] Nógv rok hevur staðist av ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu at byggja nýggja bingjuhavn. Fólksliga mótstøðan tykist fyrst og fremst vera móti tí ávirkan, ein slík útbygging hevur á Skansan. Og sum vera [...] í kommununi ella landinum. Skansin er fyri teirra, sum fegnast um, at Skansin verður partur av Tórshavnar Havn, sum tey sjálvi skriva. - Ein fornminnisligur dýrgripur, mitt í meldrinum, men tó ein varðveittur
skipa Tórshavnar Kommunu við tveimum borgarstjórin, heldur Jákup Dam. - Tað er so krevjandi at vera borgarstjóri í Havn, at rætti vegurin at farið, hevði verið at havt tveir borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu [...] heldur Jákup Dam, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi. Í gjár bað Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar Býráð um loyvi at halda fram í fullum starvi sum borgarstjóri í Havn, samstundis sum at hann nú [...] hann. Í øðrum kommunum kann borgarstjórin setast niður í hálvt starv, men tað kann hann ikki í Tórshavnar Kommunu.
- Mentanarnáttin og Tórshavnar Marathon smelta saman í ár, og tí rokna vit við rættiliga nógvum fólki í havnargøtum um vikuskiftið. Øll skulu verða hjartaliga vælkomin til høvuðsstaðin. Tað sigur borgarstjórin [...] borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Hann vísir á, at fólk dáma sera væl Mentanarnáttina sum tiltak. Hetta er eisini størsta einstaka tiltak í býnum, næst eftir ólavsøkuni, og tí eru tað tey [...] Heðin Mortensen vísir á, at livandi tónleikurin eigur ein stóran part av tiltakinum hesaferð. - Á Tórshavnar Marathon, har eisini útlendskir rennarar verða við, verður byrjað og endað á Vaglinum, og eg vóni
Tað eru sekstan ár síðani, at nakar av teimum smáu flokkunum hevur verið umboðaður í Tórshavnar býráð. Men hesaferð verður kanska øðrvísi. Sambært veljarakanning hjá Gallup, sum Sosialurin kunngjørdi mánadagin [...] mánadagin, so hevur Framsókn ein veruligan møguleika at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð á valinum týsdagin. Sambært teirri kanningini stendur á jøvnum millum Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin um [...] um. Fyri Framsókn merkir hetta, at flokkurin hevur ein veruligan møguleika at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð hesaferð. Á løgtingsvalinum í fjør fekk flokkurin 10,5 prosent av atkvøðunum, og sambært
at gera mítt fyri, at Tórshavnar Kommuna fær ein veruligan umhvørvispolitikk, sum ger mun og sæst aftur. Set X við Bergur Robert Dam Jensen á lista C til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu 10 nov. 2020 [...] av. Tirvingarplássið í Húsahaga er ein skammilig sjón hjá okkum, sum ferðast í vøkru náttúruni í Tórshavnar Kommunu, langt frá Vaglinum. Plast, óhumska og annað umhvørvis dálkandi burturkast flýtur um alt [...] alt plássið. Hetta er ein køstur, ein stór skomm fyri umhvørvið og annars vøkru náttúruna í Tórshavnar Kommunu. Henda býráðssamgongan ætlar sær eisini at lata ovurhonds stóra CO 2 rokning víðari til komandi
service miðil kemr sær at spinna eina søgu burtur úr púrt ongum. Soleiðis skrivar kommunustjórin hjá Tórshavnar kommunu, Ingibjørg Berg, i eini sera hvassorðaðari viðmerking til Kringvarpið, sum í fleiri sendingum [...] inni. Ingibjørg Berg sigur víðari: AT nýta søguna um hesa afturtiknu innlitsumbøn til at ákæra Tórshavnar kommunu fyri at vilja fremja karaktermorð móti einum einstøkum borgara er óreiðiligt og ósømiligt [...] hevur als onki við sakligan journalistikk at gera. Lat meg undirstrika, at innlitsumbønin hjá Tórshavnar kommunu hevði einki við nakran persón at gera. Umbønin var grundað á ynskið um at fremja skjóta
sum fyri nøkrum døgum síðani heitti á Tórshavnar býráð um at velja annan nevndarlim í SEV enn Marin Katrinu Frýdal, sum hann ikki helt verja sjónarmiðini hjá Tórshavnar kommunu nóg væl. Tá málið so kom fyri [...] Hóast andstøðan í Tórshavnar býráð royndi at kroysta Heðin Mortensen í nevndina í SEV, so hevur býráðið kortini afturvalt Marin Katrinu Frýdal sum nevndarlim í SEV. Tað hevur býráðið júst avgjørt á býráðsfundi [...] soleiðis bleiv kortini ikki, og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldinum heldur fram sum stýrislimur vegna Tórshavnar býráð.
kravið frá Tórshavnar býráð í sabandi við, at nýggir innkomuvegir skulu gerast til høvuðsstaðin, serliga í samband við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Tangafjørð inn á Skálafjørð. Tórshavnar Kommuna [...] Villingardali. Nú vil Tórshavnar kommuna hava gongd á málið. Í ár eru 10 milliónir settar av til innkomuvegin til Havnina og í hesum sambandi hevur samskiftið verið ímillum Landsverk og Tórshavnar kommunu um hvussu
flokkur í Tórshavnar kommunu skipaður í ein sjálvstøðugan skúla, sum fer at halda til á Eysturskúlanum Frá skúlaárinum 2010/2011 at rokna, tað vil siga um tvey ár, verður 10. flokkur í Tórshavnar kommunu [...] egnari leiðslu og lærarum. Nýggi skúlin skal halda til í E-lonini á Eysturskúlanum. Samtyktin í Tórshavnar býráð er grundað á eitt álit, sum ein arbeiðsbólkur legði fram í heyst. Í arbeiðsbólkinum vóru [...] vóru umboð fyri skúlastjórarnar, lærararnar, miðnámsskúlarnar, vinnulívið og býráðið, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi. 10 skúlastýri hava gjørt viðmerkingar til álitið, og tey eru øll samd um at
Javnaðarflokkurin serliga fer at arbeiða víðari við í Tórshavnar kommunu komandi árini. Meðan Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini, er ein sera stór menning farin [...] Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur gjørt endaliga listan til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Seks kvinnur og átta menn bjóða seg fram Umhvørvi, trivnaðar og ein kommuna fyri øll eru hjartamál hjá [...] at hetta verður gjørt fíggarliga ráðiligt. Á listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu er javnstøða ? 6 kvinnur og 8 menn. Á listanum eru bæði dugnaligir politikarar við drúgvum