Um tvey ár verður 10. flokkur í Tórshavnar kommunu skipaður í ein sjálvstøðugan skúla, sum fer at halda til á Eysturskúlanum Frá skúlaárinum 2010/2011 at rokna, tað vil siga um tvey ár, verður 10. flokkur í Tórshavnar kommunu skipaður í ein sjálvstøðugan skúla við egnari leiðslu og lærarum. Nýggi skúlin skal halda til í E-lonini á Eysturskúlanum.
Samtyktin í Tórshavnar býráð er grundað á eitt álit, sum ein arbeiðsbólkur legði fram í heyst. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri skúlastjórarnar, lærararnar, miðnámsskúlarnar, vinnulívið og býráðið, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.
10 skúlastýri hava gjørt viðmerkingar til álitið, og tey eru øll samd um at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í arbeiðsbólkinum, sum mælir til at skipa 10. flokk í ein sjálvstøðugan skúla við egnari leiðslu og lærarum.
Nýggi 10. floksskúlin verður ein sjálvstøðug eind í E-lonini í Eysturskúlanum, tí har eru góð undirvísingarhøli, serstovur, bókasavn og umstøður annars, sum gera tað møguligt at skipa eitt gott og mennandi umhvørvi hjá bæði næmingum og lærarum.
Ætlanin við nýggja skúlanum er, at 10. flokkur skal tillagast nýggjar tíðir og nýggjar avbjóðingar, so hugburðurin um 10. flokk skal broytast frá at vera endin á fólkaskúlanum til at verða byrjanin til eina útbúgving, skrivar kommunan.










