Nógv rok hevur staðist av ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu at byggja nýggja bingjuhavn.
Fólksliga mótstøðan tykist fyrst og fremst vera móti tí ávirkan, ein slík útbygging hevur á Skansan. Og sum vera man í hesum tíðum, so verða bólkar stovnaðir á Facebook, har fólk royna at fremja sína søk.
Nú eru so tveir bólkar um hetta mál á Facebook, annar fyri eini útbygging av Havnini, sum tó tekur atlit til Skansan, og ein ímóti útbyggingini, sum helst vil hava eina bingjuhavn aðrastaðni í kommununi ella landinum.
Skansin er fyri teirra, sum fegnast um, at Skansin verður partur av Tórshavnar Havn, sum tey sjálvi skriva.
- Ein fornminnisligur dýrgripur, mitt í meldrinum, men tó ein varðveittur dýrgripur, ið samstundis hevur ein praktiskan týdning. Vit vilja hava meiri lív í aftur á Skansanum, Vit fegnast um, at økið rundan um Skansan verður hampað og sett í upprunaligan stand, og at tann tunga ferðslan við Skansan verður beind út um hesa perlu mitt í Tórshavnar havn. Til gleði fyri havnarfólk, avbygdarfólk og útlendingar nú og mong ár frammyvir.
Hin bólkurin, Skansin, ynskir, at Tórshavnar Býráð bíðar við útbyggingini av kaiøkinum undir Skansanum.
Í skrivandi løtu leikar tó javnt á millum bólkarnar. 623 hava dámt bólkin sum er fyri útbyggingini, meðan 708 hava dámt bólkin, sum er ímóti.










