Vildu kroysta Heðin Mortensen í nevndina í SEV

Hóast andstøðan í Tórshavnar býráð royndi at kroysta Heðin Mortensen í nevndina í SEV, so hevur býráðið kortini afturvalt Marin Katrinu Frýdal sum nevndarlim í SEV.

Tað hevur býráðið júst avgjørt á býráðsfundi, sum ikki er liðugur enn.

Tað var varaborgarstjórin, Bogi Andreasen, sum fyri nøkrum døgum síðani heitti á Tórshavnar býráð um at velja annan nevndarlim í SEV enn Marin Katrinu Frýdal, sum hann ikki helt verja sjónarmiðini hjá Tórshavnar kommunu nóg væl.

Tá málið so kom fyri á býráðsfundinum í kvøld, skeyt Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum upp, at Heðin Mortensen, borgarstjóri varð valdur í SEV stýrið í staðin fyri Marin Katrinu Frýdal.

Eftir ein steðg í býráðsfundinum boðaði Heðin Mortensen frá, at hann ikki ætlaði sær í SEV strýrið, og eftir atkvøðugreiðsluna varð greitt, at Marin Katrina Frýdal varð afturvald við teimum átta atkvøðunum hjá samgonguni, meðan teir fimm menninir í andstøðuni atkvøddu fyri Heðini Mortensen.

Teir í andstøðuni hildu, at tá Heðin Mortensen hevur víst so stóra ónøgd við tað, sum SEV stýrið ger og hevur kritiserað el-felagið so nógv alment, so var upplagt, at hann sjálvur varð valdur í stýrið at taka ábyrgd.

Men soleiðis bleiv kortini ikki, og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldinum heldur fram sum stýrislimur vegna Tórshavnar býráð.