Nú skal 1200 metrar langur tunnil gerast í Havn

Tað er kravið frá Tórshavnar býráð í sabandi við, at nýggir innkomuvegir skulu gerast til høvuðsstaðin, serliga í samband við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Tangafjørð inn á Skálafjørð.

Tórshavnar Kommuna og landið hava togast um nýggju innkomuvegirnir til Havnina í eitt langt áramál.

Ein spurningur, sum hevur elvt til nógv kjak er, hvussu vegurin ímillum Eysturbýin og Vesturyin skuldi loysast.

Í hesum sambandi hevur nógv verið tosað um at gera tunnil, eitt nú fyri at eira traðirnar í Villingardali.

Nú vil Tórshavnar kommuna hava gongd á málið.

Í ár eru 10 milliónir settar av til innkomuvegin til Havnina og í hesum sambandi hevur samskiftið verið ímillum Landsverk og Tórshavnar kommunu um hvussu játtanin verður brúkt.

Landsverk er framvegis av tí áskoðan, at hámarksferðin á nýggja innkomuvegnum skal vera 80 km/t.

- Hetta viðførir, at íbindingarnar verða dýrari.

Men nú vil kommunan hava, at arbeiðið at gera innkomuveginm heldur fram næsta ár, og at vegasamband frá Kaldbaksvegnum til Sundsvegin, verður gjørt liðugt fyrst.

Men samstundis hevur býráðið samtykt at vegasambandi frá vatnbrunnunum við Villingardalsvegin, til Hotel Føroyar, verður lagt ígjøgnum ein tunnil sum landið skal rinda og.

Hesin tunnilin verður einar 1200 metrar langur.

Kortið vísir áleið, hvussu tunnilin fer at liggja ímillum vatnbrunnarar norðanfyri og Hotel Føroyar sunnanfyri.