Tað eydnaðist AIK Stockholm ígjár at vinna 2-1 á Sirius í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, ið var leiktur á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi.
Tað var annars útiliðið, ið legði seg á odda 1-0 við einum sjálvmáli seks minuttir undan steðginum. Men upp á tríggjar gyltar minuttir fekk AIK vent 0-1 til 2-1.
Í 59. minutti javnaði norski áleyparin, Erik Flataker til 1-1. Tríggjar minuttir seinni skoraði miðvallarin, Abdihakim Ali sigursmálið við einum góðum skoti útifrá, og so kundi heimafjøldin stórfegnast.
AIK Stockholm er triðfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini - Allsvenskuni - við 40 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri Hammarby, og tvey stig frammanfyri Malmö FF og IFK Göteborg. Mjällby er langt fremst í deildini við 53 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Sirius 2-1 (0-1). Mikkjal sæst stórfegnast aftaná sigurin var tryggjaður:
##med2##