Framsókn kann koma í býráðið í Havn

Tað eru sekstan ár síðani, at nakar av teimum smáu flokkunum hevur verið umboðaður í Tórshavnar býráð. Men hesaferð verður kanska øðrvísi.

Sambært veljarakanning hjá Gallup, sum Sosialurin kunngjørdi mánadagin, so hevur Framsókn ein veruligan møguleika at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð á valinum týsdagin.

Sambært teirri kanningini stendur á jøvnum millum Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin um at fáa 13. umboðið í býráðnum. Talan er um sætta umboðið hjá Javnaðarflokkinum, fjórða umboðið hjá Tjóðveldinum og fyrsta umboðið hjá Framsókn, sum sambært kanningini hevði verið avgjørt við lutakasti. Men bert ein atkvøða til Framsókn afturat hevði broytt hetta, tí ein atkvøða til fyrsta plássið hjá Framsókn telur tað sama sum fýra til fjórða plássið hjá Tjóðveldinum og seks til sætta plássið hjá Javnaðarflokkinum.

Fyri Framsókn merkir hetta, at flokkurin hevur ein veruligan møguleika at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð hesaferð. Á løgtingsvalinum í fjør fekk flokkurin 10,5 prosent av atkvøðunum, og sambært kanningini í Sosialinum mánadagin fær flokkurin 6 prosent. Hóast ein nýggjari Gallupkanning hjá Norðlýsinum gevur flokkinum eitt vet lægri undirtøku, so er Framsókn sambært kanningunum tann einasti av teimum smáu flokkunum, sum hevur ein reellan møguleika at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð.

(Úrslitið av kanningini hjá Gallup sæst á myndini niðanfyri)