Fríggjakvøldið verður "lítla ólavsøka"

- Øll skulu verða hjartaliga vælkomin til høvuðsstaðin, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.

- Mentanarnáttin og Tórshavnar Marathon smelta saman í ár, og tí rokna vit við rættiliga nógvum fólki í havnargøtum um vikuskiftið. Øll skulu verða hjartaliga vælkomin til høvuðsstaðin.

 

Tað sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen.

 

Hann vísir á, at fólk dáma sera væl Mentanarnáttina sum tiltak. Hetta er eisini størsta einstaka tiltak í býnum, næst eftir ólavsøkuni, og tí eru tað tey, sum rópa Mentanarnáttina fyri "lítla ólavsøka".

 

Borgarstjórin fegnast um, at ein sera fjølbroytt skrá er løgd fyri tiltakið, har eisini stovnar og virki lata upp fyri almenninginum, eins og søvn og matstovur hava opið.

 

- Hotellini spenna seg út við góðum tilboðum, og vanliga fyllast gøturnar við fólki, sum fara at vitja og síggja tey mongu tiltøkini, ið flestu eru ókeypis. Hetta kvøldið hava handlarnir í miðbýnum eisini leingi opið.

 

Heðin Mortensen vísir á, at livandi tónleikurin eigur ein stóran part av tiltakinum hesaferð.

 

- Á Tórshavnar Marathon, har eisini útlendskir rennarar verða við, verður byrjað og endað á Vaglinum, og eg vóni, at Mentanarnáttin verður við til at draga nógv fólk til hetta einastandandi tiltak, sum eisini hevur stóran áhuga uttanlands.

 

Borgarstjórin sigur, at Tórshavnar Marathon hevur stóran áhuga uttanlands.

 

- Útlendskir luttakarar eru við, og útlendskir fjølmiðlar vitja eisini í hesum sambandi, leggur hann aftrat.