ikki so nógvir mánaðir síðani, at ein líknandi veljarakapping varð gjørd, tó vóru spurningarnir hesaferð fleiri og øðrvísi. M.a. vóru fleiri valmøguleikar, tá tað snýr seg um framtíðar støðu Føroya. Meðan [...] mongu tjóðveldisveljarar, ið bara síggja fullveldið sum einasta rætta útspælið. Hvussu vit enn lesa hesa kanning og hvat vit enn leggja í hana, so stendur eitt púra greitt, og tað er, at føroyingar í størri [...] framtíð Føroya og hvussu og hvat vit skulu samráða okkum til við Danmark. Tað var ein vanlukka fyri bæði hesa søk og aðrar, at stóru flokkarnir heldur valdu at taka Sjálvstýrisflokkin við og harvið útiloka hinum
tí. Á Svangaskarði eydnaðist tað at tetta fyri vongspælinum hjá teimum, og um tað eydnast aftur hesa ferð, so er møguleikin har. Hetta sigur Bjørn Krogh, venjarin hjá B68, sum sjálvsagt hevur hugsað nógv [...] hevur vant millum lítið og einki, tí hann hevur gingið við brákaðum fóti, og John Hansen var fyrstu ferð á vøllinum hóskvøldið, síðani hann varð skaddur, tá landsliðið var í Spania. KÍ hevur tríggjar málverjar [...] málverjar, og í gjár var ikki greitt, hvør fer at verja málið í morgin. Men tað verður Stephen Boyle ella Meinhard Joensen. Síðsti sigurin er fimm ár burtur NSÍ verður ivaleyst mett at vera favorittur at
tey vilja lata mær eina slíka virðisløn. Síðani Sunleif Rasmussen, ið er útbúgvin tónasmiður, fekk hesa virðislønina fyri sjey árum síðani, er rættilig gongd komin at arbeiði hansara at skriva tónleik. [...] eru von við. Síðani á vári 1996 hevur Sunleif Rasmussen havt skeið fyri føroyskum tónasmiðum eina ella tvær ferðir um árið. - Eg oysi av mínum royndum sum tónasmiður, og gevi frálæru í, hvussu ein fer [...] letur so lítið av stuðli til mentanina og listina sum Føroyar. Tað sigur ikki so lítið um virðingina ella vantandi virðingina, føroyingar hava fyri list. Er tað rætt sum sagt verður, at Føroyar fáa ein orðaðan
Prix Føroyar kappingini, fer at spæla til dans. Somuleiðis verður skipað fyri diskoteki. Seinastu ferð, at Dream Boys fara á pallin í Føroyum í hesum umfarinum, verður sunnukvøldið 6. Juni, tá ið teir [...] í Club 20 í Havn. Tað serliga við hesi framførsluni er, at tað einans eru konufólk, sum sleppa til hesa framførsluna. Kvøldið í Club 20 verður kallað Ladies Only, og einastu mannfólkini, ið verða til staðar [...] áskoðararnar. Tað vil siga, at tað er møguleiki fyri at avmynda onkra av vinkonunum saman við einum ella fleiri av ensku búffunum. Tað er einki yvir at dylja, at eitt slíkt tiltak er ein upplagdur møguleiki
lappaloysnir. Javnaðarflokkurin viðurkennir, at ábøtur eru neyðugar her og nú, og hevur eisini ferð aftaná ferð í kjaki og við lógaruppskotum víst á loysnir á grundleggjandi trupulleikum og á tørvin hjá ymsum [...] hava somu rættindi og skyldur. Munur skal ikki gerast á fólki, orsakað av sosialari bakgrund, bústaði ella kyni. Javnaðarrørðslan, ið má sigast at hava verðið drívmegin í menningini av valferðarsamfelagnum [...] stuðlað í at sæta sær sjálvum. Kjakið í Føroyum í dag um framtíðar pensiónsskipanir er gott dømi um hesa individualisering. Nevnast kann annað dømi. Nevniliga at ávísur samgonguflokkur marknaðarførðir seg
landsverkfrøðingurin var settur úr starvi. Í svari sínum, sigur løgmaður, at Løgmansskrivstovan er í ferð við at gera eina frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum, og verður hon latin løgmanni [...] aðalstýri, har tey ymisku fakøkini í stóran mun eru løgd saman. Hóast væl er komið áleiðis við at fáa hesa nýggju skipan at virka, so eru enn nøkur viðurskifti at fáa í rætt lag. ? Tað at hesar bygnaðarbroytingar [...] almennu fyrisitingini, men eisini í hvønn mun vit eiga at seta á stovn almenn partafeløg, privatisera ella leggja út ávíst virksemi, ið kanska liggur betur uttan fyri almennu fyrisitingina, sigur Anfinn Kallsberg
framvegis skaddir. Fyri fyrstu ferð í langa tíð smárunnu teir í Gundadali týskvøldið, men tað verður ikki roknað við, at teir vera førir fyri at spæla fyrrenn um einar tvær vikur ella kanska meiri enn tað. Súni [...] javnleiki og einum stigi. Teir siga tað heldur ikki beinleiðis, men tað skilst á prátinum í Gøtu, at hesa ferð høvdu teir verið væl nøgdir, um teir komu norður aftur við javnleiki. Tað verða tveir partar til [...] GÍ skal í dag fyri aðru ferð í bara tólv dagar royna seg í Gundadali móti HB. Ta fyrru ferðina var spælið einki at reypa av, og HB vann 1-0. Ta ferðina hevði GÍ stórar trupulleikar í álopspartinum, og
myndugleikar loyva at sær at senda eina 8-12 manna stóra sendinevnd á eina dýra ferð til USA, eina ferð, sum er óneyðug, ella sum í ringasta føri kundi verið gjørd av tveimum fólkum. ? Tí hóast talan ikki [...] føroyskum. Hann sigur, at hetta verður bara brúkt sum ein umbering fyri at sleppa eina ferð til USA. ? Fyri at sleppa eina ferð til eitt fremmant land uppá landins besta, noyðast heilarnir aftanfyri ferðina at [...] kundi leiðin gingið til Noregs ella til Svøríkis, har sjúkrahúsini eisini eru rættiliga frammaliga. Ein provokatión Kristian Magnussen sigur, at sjálvur kennir hann hesa ferðina sum eina provokatión, bæði
okkurt starv hevur verið leyst í onkrum fjarskotnum landi. Hesaferð eydnaðist og Tommy skal starvast sum eitt slag av umboðsmanni í býnum, ella bygdini, Surkhet, og myndugleikarnar í Kathmandu. - Tað eru [...] verri er at fremja tað í verki, sigur Tommy og leggur aftrat, at ætlanin bert er skrivað og nú fyrstu ferð verður framd. Kongadømi Nepal er kongadømi. Fara vit aftur í 50?ini, so kann ein nærum tosa um einaræði [...] Nepal. Útsend, so sum Tommy, hava egnan generator. Arbeiðast kann partvís á enskum, á lokalmálinum ella við tolki. Hinduisma er høvuðsreligión. 25.000 fólk búgva í býnum, ið liggur í einum dali í 700-800
tað er ringt at ímynda sær, hvussu eg var tikin á bóli, tá tað vísti seg, at mín mótstøðumaður hesa ferð var púra sannorðaður! Soleiðis kostaði tað at finna Føroyar mær pengar úr lummanum! Tað er eisini [...] tíðindatænastur sendu rundt heimin navnið hjá rumenska sigurharranum - Ion Geolgau? ?Hvørki Allan Simonsen ella Ion Geolgau roknaðu hetta kalda heystkvøldið við, at nógv ár seinni fóru teir báðir at binda seg til [...] stórleikara á europeiskum støði. Evni til tess hevur hann í hvussu er. Hin trupulleikin er, at av eini ella aðrari orsøk taka ikki allir ungir og góðar leikarar í Føroyum fótbólt í stórum álvara. Eg kann nevna