Enskir mannfólkakroppar til Føroya

Fyrst í juni mánaða kemur enski stripparabólkurin Dream Boys aftur til Føroya. Mannligu strippararnir hava verið í Føroyum áður, og nú venda teir so aftur til Føroya, har teir skulu hava tríggjar framførlsur, harav tann eina verður einans fyri konufólki

Nú hevur tað í fleiri ár verið fastur táttur, at kvinnuligir stripparar hava vitjað her á landi um ólavsøkuna. Onkra hendingaferð hevur onkur mannligur strippari verið her, men nú fáa tær mongu føroysku gentur/kvinnur, sum hungra eftir at síggja naknar mannfólkakroppar á palli ein møguleika aftrat. Á føroysku eitur tað ikki striptease, men nektardansur. Vit halda tó, at í hesi greinini siga vit striptease og stripparar, so at tað er skiljandi fyri lesaran.


Tríggjar framførslur

Meðan ensku búffarnir vitja her í Føroyum, fara teir at hava tríggjar framførslur kring landið. Tann fyrsta verður fríggjakvøldið 4. Juni, tá ið teir fara á pallin í TB-húsinum á Tvøroyri. Hetta tiltakið umfatar eisini diskotek.

Kvøldið eftir, leygarkvøldið 5. Juni, fáa eysturoyingar høvi til at síggja ensku vøddadreingirnar á pallinum í høllini á Kambsdali. Hetta verður eitt størri tiltak, har vælumtókti bólkurin Tangz, sum stóð seg stak væl í Prix Føroyar kappingini, fer at spæla til dans. Somuleiðis verður skipað fyri diskoteki.

Seinastu ferð, at Dream Boys fara á pallin í Føroyum í hesum umfarinum, verður sunnukvøldið 6. Juni, tá ið teir fara at hava eina framførslu í Club 20 í Havn. Tað serliga við hesi framførsluni er, at tað einans eru konufólk, sum sleppa til hesa framførsluna. Kvøldið í Club 20 verður kallað Ladies Only, og einastu mannfólkini, ið verða til staðar, umframt strippararnar, eru starvsfólk á staðnum, so sum duravørðar og barrfólk. Tað man lítið verða at ivast í, at tað eru nógv mannfólk, sum kundu tonkt sær at vera fluga á veggin í Club 20 hetta kvøldið.


Eitt kvøld við vinkonunum

Framførslan hjá teimum fimm limunum í The Dream Boys er væl skipað. Teir nærum naknu kropparnir dansa eggjandi til buldrandi diskotónarnar, meðan konufólk standa og skriggja eftir vælbygdu ensku monnunum. Framførslan hjá Dream Boys minnir nógv um framførslurnar hjá teimum heimskendu amerikansku mannfólkastripparunum The Chippendales. Hesir hava fleiri ferðir lagt túsundtals av donskum kvinnum fyri sínar føtur, tá ið teir hava verið á pallinum.

Teir fimm í Dream Boys fáa altíð áskoðararnar við í framførsluna við øllum teimum pikantu lutunum, og eftir at teir hava verið á pallinum, plaga teir at fara út millum áskoðararnar. Tað vil siga, at tað er møguleiki fyri at avmynda onkra av vinkonunum saman við einum ella fleiri av ensku búffunum.

Tað er einki yvir at dylja, at eitt slíkt tiltak er ein upplagdur møguleiki hjá ein bólki av vinkonunum at fara í býin, sum fáa høvi til gera nøkur róp, tá ið strippararnir blaka enn eitt klædnaplagg.


Atgongumerkjasølan byrjar um tvær vikur

Atgongumerkini til tiltøkini við Dream Boys eru júst farin til prentingar, og fyrireikararnir siga, at væntandi fer forsølan av atgongumerkjum at byrja um einar tvær vikur. Hjá suðuroyingum er møguleiki at ogna sær atgongumerkir hjá Shell við Mogens Petersen á Tvøroyri. Í Eysturoynni fáast atgongumerkini á Statoilstøðini í Skálabotni, og á Shellstøðini í Gøtudali. Í Havn verða atgongumerkini seld á kunningarstovuni og í Trýarinum í SMS.