- Føroyingar hava ov trongan sjónarring

- Vit eiga nakað serstakt at geva, men vit gloyma, at vit eru ein partur av heiminum. Og heimurin minkar alla tíðina við teirru nýggju tøknini, og tí verða vit noydd at taka ímóti og royna at finna okkara egnu bein at standa á í heiminum.

- Tað eru framvegis fólk, ið hugsa aftureftir, um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Nútíðini eiga vit at geva góð kor, tí tað er hon sum myndar hetta samfelagið, sigur Sunleif Rasmussen, tónasmiður, ið hevur góð hugskot til tey, ið orða ein føroyskan mentapolitikk

- At fáa Sonning-virðislønina var eitt stórt herðaklapp. Tað at nøkur fólk, eg yvirhøvur ikki kenni, virðismeta mítt arbeiði so mikið, at tey vilja lata mær eina slíka virðisløn.

Síðani Sunleif Rasmussen, ið er útbúgvin tónasmiður, fekk hesa virðislønina fyri sjey árum síðani, er rættilig gongd komin at arbeiði hansara at skriva tónleik. Serliga seinastu fimm árini hevur hann havt úr at gera.

- Eg havi meiri enn úr at gera, havi bíleggingar um verk til í øllum førum tvey ár fram í tíðina. Uppgávurnar eru allar spennandi, og tí havi eg ilt við at siga nei, sigur Sunleif Rasmussen.

Bíleggingar koma serliga úr Danmark, men eisini aðra staðni. Frá orkestrum, kórum, ensamblum, støkum tónleikarum, útvørpum og øðrum. Í sambandi við, at fimm sendistovur í Norðurlondum í felag taka í nýtslu nýggjan bygning í heyst, er Sunleif millum aðrar tónasmiðir valdur út at gera eina nýggju fanfaru, ið skal blásast, tá ið fløggini frá hesum londum heilsast undir vígsluni. Orkester Norden, ið er mannað við lesandi frá lærdum tónleikaskúlum úr øllum Norðurlondum, skulu spæla.


Tað føroyska sum ábendingar

Tónleikurin hjá Sunleifi er sermerktur, og sum hann sjálvur sigur, bæði krevjandi at skriva og at lurta eftir.

- Hann er í tí tyngra endanum og krevur, at tú hevur stundir at lurta. Hann hevur so nógvar fasettir í sær, og jú oftari tú lurtar, jú meiri finnur tú í honum.

Íblásturin til tónleikin er sprottin úr tí føroyska.

- Eg brúki tilvitað kingo- og kvæðaløg, sum eg seti í ein tónleikasøguligan samanhang. Tað er kortini ikki soleiðis, at tú hoyrir hetta føroyska, tað er bert har sum ábendingar. Eg brúki teoriir og teknikk, sum er brúkt gjøgnum alla tónleikasøguna. Vit tosa kanska um eini 400 ár, ið bygt er omaná alla tíðina. Tí fær tónleikasøgan eitt annað ljós enn fólk uttan í heimi eru von við.

Síðani á vári 1996 hevur Sunleif Rasmussen havt skeið fyri føroyskum tónasmiðum eina ella tvær ferðir um árið.

- Eg oysi av mínum royndum sum tónasmiður, og gevi frálæru í, hvussu ein fer í gongd við at skriva tónleik, og hvønn teknikk ein brúkar. At skriva tónleik er eitt handverk sum so nógv annað. Sjálvur havi eg stóra gleði av at undirvísa, og eg royni á hvørjum ári at byggja frálæruna út.


Ov fáar og smáar avbjóðingar

Tað eru elluvu ár síðani Sunleif Rasmussen fór til Danmarkar at útbúgva seg sum tónasmið á komponistlinjuni á Konservatoriunum, men tað hevur alla tíðina verið ætlanin at koma heimaftur.

- Heimlongsulin hevur ongantíð verið so sterkur sum nú. Eg kundi eins væl búð og skrivað tónleik í Føroyum, men so hevði eg verið noyddur at góðtikið at farið helvtina niður í løn. Eg havi seinastu trý árini fingið starvsløn frá Statens Kunstfond, meiri enn 200.000 krónur um árið, uttan mun til, hvussu nógv eg annars forvinni. Slíkir møguleikar eru ikki í Føroyum.

- Nógvir føroyskir listamálarar, sjónleikarar, tónleikarar og onnur hava eina akademiska útbúgving. Í flestu donsku amtum eru smá orkestur myndað av tónleikalærarum, og hesir spæla tríggjar dagar um vikuna og undirvísa børnum tveir dagar. Støðan er tann øvuta í Føroyum. Tónleikarar verða noyddir at undirvísa fyri at hava eina inntøku, og tað gongur út yvir teirra yrki sum tónleikari. Hesi, sum hava eina útbúgving av einum hægri lærustovni, koma heim og verða noydd at undirvísa smábørnum á byrjunarstigi. Tað er tað sama sum at seta ein magistara í matematikk at læra ein fyrsta flokk at rokna. Føroyska samfelagið hevur rætt og slætt ov fáar avbjóðingar til hesi.

Hetta leiðir okkum inn á mentapolitikk, ið ætlanin er at seta orð á og stinga út í kortið komandi ár.

- Einki land letur so lítið av stuðli til mentanina og listina sum Føroyar. Tað sigur ikki so lítið um virðingina ella vantandi virðingina, føroyingar hava fyri list. Er tað rætt sum sagt verður, at Føroyar fáa ein orðaðan mentapolitikk komandi ár, er tað eitt stórt framstig, men eg trúgvi tí ikki, fyrr enn hann er komin.

- Tá ið vit fingu eitt embætisverk aftan fyri mentamálaráðharrarnar, birtist ein vón um, at teir pengarnir, sum verða latnir mentanini og listini, veruliga geva nakað. Embætisfólkini hava møguleikan fyri at orða ein politikk, ið hongur saman og heldur fram, og sum gevur landsstýrismanninum í mentamálum grundgevingar fyri, hvussu skilagott tað er at stuðla hesum. Politiska skipanin í Føroyum hevur ongantíð skilt ímillum mentan og list. Tað er jú heilt hvør sítt.


Listakunningarstova og listagrunnur

Sunleif Rasmussen hevur fleiri hugskot til tey, ið arbeiða við at seta orð á ein føroyskan mentapolitikk. Ein listakunningarstova, metir hann, hevði komið listini sera væl við.

- Í Danmark eru kunningarstovur fyri ymsu listagreinirnar. Í Føroyum átti ein at verið fyri allar listagreinirnar, og uppgávan hjá henni átti at verið at upplýst og kunnað úteftir. Peningurin, ið var ætlaður til at marknaðarføra føroyskan popp uttanlands, kundi verið settur í eina slíka stovu. Tvey-trý fólk áttu burtur av arbeitt á eini slíkari stovu, upplýst, tikið lut á stevnum uttanlands, arbeitt fyri at fáa føroyingar við á framsýningar, festivalar og at fáa útlendingar at fáa áhuga fyri føroyskari list. Hetta hevði givið ferfaldað aftur.

- At selja føroyskan popp-tónleik uttanlands, fer ikki at geva nakað serligt. At stuðla tí er tað sama sum at stuðla at sandsølu í Sahara. Marknaðurin er yvirmettaður. Bara tað mest upprunaliga sleppur gjøgnum nálareygað. Hvør tímir at stuðla enn eini eftirgerð av Whitney Houston. Ein bólkur sum Enekk hevur møguleikar uttanlands um rætt verður borið at, tí hann hevur nakað serføroyskt at bjóða. Poppur er sum oftast døgnfluga, meðan onnur list økist í virði fyri hvørt árið, ið fer.

- Ein listagrunnur átti fyri langari tíð síðani verið settur á stovn. Vit hava ein mentunargrunn, ið ikki skilir ímillum yrkismentan og áhugamentan. Øll framkomin lond hava ein mentunargrunn, ið er umleið ein tíggjunda partur av einum listagrunni í stødd. Trupulleikin við føroyska mentunargrunninum er, at fólkini, ið sita har, eru politiskt vald. Sum slík vilja tey ikki taka avgerðir, ið stoyta nakran, og tí býta tey pengarnar út til næstan øll, ið søkja.

- Eitthvørt framkomið land hevur lagt frástøðu millum politiska ávirkan og býti av pengum til mentanina. Verður ein møguligur listagrunnur eftir sama leisti sum núverandi mentunargrunnur, er einki vunnið. Vandin er sjálvsagt í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska, at tað sita fólk og býta pengar út til onnur, tey kenna. Men skipanin átti at verið soleiðis, at umboðini ofta verða skift út.

Sunleif Rasmussen heldur, at stuðulin, listagrunnurin skuldi latið, átti at verið í øllum forum. Ársverk, ferðastuðul, peningastuðul í styttri ella longri tíðarskeið, og fyri øll skapandi fólk.


Niðurbundin virði

Hvørji virði, ein listagrunnur hevði givið føroyska mentunarlívinum, er ikki at undirmeta, heldur Sunleif Rasmussen.

- Vit høvdu sæð eina stóra eksplosjón. Ikki minst eina betran av góðsku og dygd innan fyri øll lið og allar sjangrur. Fært tú ró og umstøður at virka, fært tú betur ment tað, tú ert í holt við. Onkuntíð verður tú sum listafólk noytt at framleiða og skapa, tí tað eru nakrar rokningar, sum skulu gjaldast. Men tá verða tey stóru listaverkini ikki skapt.

Liggja virði niðurbundin í okkara samfelag, ið ikki koma til sín rætt vegna vantandi umstøður?

- Tað eri eg sannførdur um, at tað ger. Listafólk verða noydd at gera so nógv annað fyri at hava eina inntøku. Tað skapar eina stóra frustrasjón samstundis sum tað tappar nógva menniskjaliga orku.

- Nógv fólk gera av sínum eintingum eitt sera stórt arbeiði á ymsum økjum. Taka vit Summartónar sum dømi, koma tríggir fjórðingar av øllum pengunum, tiltakið kostar, úr útlandinum. Tónleikararnir, ið koma hendan vegin, leggja pengar eftir seg. Summartónar eru tí ein peningaligur vinningur fyri Føroyum.

- Eg eri sannførdur um, at fyri hvørja krónu eitt land letur listini, koma fleiri aftur. Høvdu Føroyar ongantíð átt William Heinesen, vóru tey nógv, sum ongantíð høvdu fingið at vita, at Føroyar eru til. Sama við listini hjá Tróndi Paturssyni ella Ingálvi av Reyni. Stóra listin skapar ein áhuga fyri Føroyum og har kemur ferðavinnan inn. Eg havi ongantíð skilt, hví listafólkini ikki verða brúkt meiri í ferðavinnuhøpi.

Hví síggja føroyingar ikki virði í skapandi virksemi sum eitt tilfeingi?

- Ein av høvuðsorsøkunum er ivaleyst, at okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, eigur ógvuliga stórt pláss í okkara tilviti. Rikard Long segði eina ferð, at roðsla situr á heilanum hjá løgtingsfólki. Fiskavinnan er alt, hon fyllir so nógv - av góðum grundum.

- Annað er, at politiska skipanin í Føroyum hevur verið og framvegis er skrúvað soleiðis saman, at alt er so lokalt. Eitt valevni kann í veruleikanum veljast av undir 100 atkvøðum á ymsum støðum í landinum. Viðkomandi hevur einki annað val enn at arbeiða fyri tí lokala, um hann vil veljast aftur. Høvdu Føroyar verið eitt valdømi, høvdu politikarar verið noyddir til at víðka sjónarringin og hugt út um bøgarðarnar. Við teim smáu eindunum fylgir politisk opportunisma. Føroyingar hava ov snævurskygdan sjónarring. Í øllum førum er hann ov bundin. Tað er kanska ikki so løgið, tí Føroyar eru lítlar og langt burturi frá øllum. Samstundis hevur ígjøgnum tíðirnar verið og er partvís framvegis ágangur á Føroyar og tað, ið føroyskt er, og tí lata fólk aftur fyri tí fremmanda. Tað er givið, at vit eiga og hava nakað serstakt at geva, men vit gloyma, at vit eru ein partur av heiminum. Og heimurin minkar alla tíðina við teirru nýggju tøknini, og tí verða vit noydd at taka ímóti og royna at finna okkum sjálvi. Vit mugu finna okkara egnu bein at standa á í heiminum.

- Eg sigi ikki, at gamla, føroyska mentanin fær nóg mikið á fíggjarlógini, men satsað eigur at vera á ta nýggju listina, hana, ið speglar okkum nú og okkara samtíð. Vit eiga nógv gamalt, sum sjálvsagt skal varðveitast. Fyribrigdið húðaskógvamentan er ikki óaktuelt enn. Tað eru framvegis fólk, ið hugsa aftureftir, um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Fólk gloyma, at tað gamla eina ferð hevur verið nýtt. Tað er nútíðin, vit eiga at geva góð kor, tí tað er hon sum myndar hetta samfelagið, sigur Sunleif Rasmussen at enda í viðtali.




Íkast um mentapolitikk

Hetta er 11. og seinasta samrøðan í greinarøðini um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Vit sleppa kortini ikki evninum heilt, men fara framhaldandi av og á at lýsa mentan og list í greinum og samrøðum.