Fyrisitingin kann gerast bíligari og betur

Tá tilfar frá nevndu kanningum og greiningum eru lidnar, fer løgmaður at skipa fyri politiskari viðgerð av teimum broytingum innan almennu fyrisitingina, ið vera neyðugar til tess at verða betur brynjað til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman, sigur løgmaður í svari til Heina O. Heinesen

Ólavur í Beiti


Heini O. Heinesen setti herfyri løgmanni tveir spurningar, sum viðvíktu bygnaðarbroytingunum, sum verið hava og sum fara at koma, og vísti til eitt tíðindaskriv sum kom eftir at landsverkfrøðingurin var settur úr starvi.

Í svari sínum, sigur løgmaður, at Løgmansskrivstovan er í ferð við at gera eina frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum, og verður hon latin løgmanni fyrsta dagin.


Tillagast

Viðvíkjandi almennu fyrisitingini, sigur løgmaður, at stórar broytingar eru farnar fram innan almennu miðfyrisitingina seinastu tvey árini, har vit eru farin frá eini felags landsstýrisfyrisiting til nú at hava eina Løgmansskrivstovu og fimm aðalstýri, har tey ymisku fakøkini í stóran mun eru løgd saman. Hóast væl er komið áleiðis við at fáa hesa nýggju skipan at virka, so eru enn nøkur viðurskifti at fáa í rætt lag.

? Tað at hesar bygnaðarbroytingar eru framdar merkir ikki, at broytingar ikki eisini liggja fyri framman. Vit mugu altíð vera opin fyri broytingum, fyri at vera til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum og fyri at hava eina so virkna og smidliga fyrisitingarliga skipan sum gjørligt. Harafturat mugu núverandi bygnaðarbroytingar eftirmetast og um neyðugt tillagast.

? Enn eru øki serliga uttan fyri miðfyrisitingina, ið eiga at verða tikin upp til viðgerðar bygnaðarliga. Í hesum sambandi er tað ikki bara ein spurningur um, hvussu vit broyta sjálvan bygnaðin innan fyri karmin av almennu fyrisitingini, men eisini í hvønn mun vit eiga at seta á stovn almenn partafeløg, privatisera ella leggja út ávíst virksemi, ið kanska liggur betur uttan fyri almennu fyrisitingina, sigur Anfinn Kallsberg.


Fullveldisætlanin

? Í sambandi við fullveldisætlanina er settur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Løgmansskrivstovuna og aðalstýrini at gera útgreiningar av, hvussu fyrisitingin formliga og óformliga er knýtt at donskum lógum og skipanum. Hetta arbeiðið skal m.a. nýtast sum grundarlag, tá støða skal takast til, hvussu Føroyar kann umsita hesi øki í framtíðini bæði bygnaðarliga og innihaldsliga.

? Harafturat er Fíggjarmálastýrið farið undir eina verkætlan til tess at fáa kunnleika um, hvussu okkara lógargrundarlag kann broytast, so at fyrisitingin kann gerast bíligari og betur, sigur løgmaður.

Og at enda sigur løgmaður, at tá tilfar frá nevndu kanningum og greiningum eru lidnar, fer løgmaður at skipa fyri politiskari viðgerð av teimum broytingum innan almennu fyrisitingina, ið vera neyðugar til tess at verða betur brynjað til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.