B68 ætlar sær stig í Klaksvík

Fótbóltur: Kurt Mørkøre ásannar, at spælið hjá KÍ er ikki nóg gott enn, men KÍ fer sjálvsagt eftir øllum stigunum

Tey bæði liðini, sum oftast hava staðið yvirav hvørjum øðrum í ár, eru KÍ og B68. Tær báðu ferðirnar, tá tey hava spælt 90 minuttir, hevur KÍ vunnið. Fyrst 5-0 í Klaksvík, og týskvøldið 1-0 á Svangaskarði. Og sunnudagin vitja toftamenn aftur í Klaksvík:

? Vit fara norður fyri at fáa stig, og um vit megna sama avrikið sum týskvøldið, so haldi eg, at tað er góður møguleiki fyri tí. Á Svangaskarði eydnaðist tað at tetta fyri vongspælinum hjá teimum, og um tað eydnast aftur hesa ferð, so er møguleikin har.

Hetta sigur Bjørn Krogh, venjarin hjá B68, sum sjálvsagt hevur hugsað nógv um, hvussu hansara menn skulu byrgja upp fyri Kurt Mørkøre, sum skoraði øll fimm málini, tá KÍ vann 5-0 í steypakappingini.

Hjá B68 er ein av lyklaspælarunum, Jan Petersen, langtíðar skaddur, og skjóti vongspælarin í vinstru, Lucio, er heldur ikki tøkur.

Kurt Mørkøre fór av vøllinum týskvøldið. Hann fekk lítlan vøddaskaða í lærið og hevur ikki vant síðani. Men støðuga viðgerðin hevur hjálpt, og liðformaðurin hjá KÍ verður við:

? Spælið hjá okkum hevur ikki gingið væl. Tony Paris hevur díkt á okkum í konditiónsvenjing, og eg haldi, at vit eru troyttir, men eg rokni avgjørt við, at harða venjingin fer at koma okkum til góða. Higartil hevur tað verið soleiðis, at tá vit hava spælt illa, hava vit megnað at vunnið við einum máli, og tá vit hava spælt væl, so hava vit vunnð stórt. Halda vit fram við tí, so verður nógv í posanum, tá støðan verður gjørd upp, filosoferar Kurt Mørkøre, og ásannar, at teir ofta hava havt trupult við at vinna á B68 í Klaksvík:

? Men vit hava spælt okkum til eina ørgrynnu av møguleikum. At vit ikki hava fingið mál, hevur verið tí Kjartan Nesá á hvørjum ári hevur spælt so framúr í Klaksvík. Nú er hann hjálparvenjari og situr á beinkinum, so hann kann ikki gera somu nyttu millum stólparnar!

Jan Joensen, Jan Andreasen og Rógvi Jacobsen hava havt trupulleikar, men teir vera tøkir í morgin. Símun Waag Høgnesen hevur vant millum lítið og einki, tí hann hevur gingið við brákaðum fóti, og John Hansen var fyrstu ferð á vøllinum hóskvøldið, síðani hann varð skaddur, tá landsliðið var í Spania.

KÍ hevur tríggjar málverjar, og í gjár var ikki greitt, hvør fer at verja málið í morgin. Men tað verður Stephen Boyle ella Meinhard Joensen.


Síðsti sigurin er fimm ár burtur

NSÍ verður ivaleyst mett at vera favorittur at fáa øll stigini, tá ÍF á útivølli í morgin er annar parturin í tí fyrstu av tólv uppgerðum millum lið úr Eysturoy.

Men hagtølini vísa, at teir í Runavík ikki altíð hava tað so lætt, tá ÍF vitjar. ÍF spældi átta ferðir javnt í fjør, og tann eina ferðin var í Runavík, tá tað endaði 1-1. Í fyrraárið vann ÍF í Runavík, og tey bæði árini frammanundan vóru ávikavíst ÍF og NSÍ í 2. deild. Og í 1994 vann NSÍ 1-0.

Hjá fuglfirðingum hevur Viggo Johannesen verið burturstaddur hesa vikuna, so hann verður neyvan við. Eyðun Samuelsen hevur trupulleikar við lærkrikanum, men hann verður við.

Í vetur kom Rúni Joensen úr GÍ og til Fuglafirðar at verja málið. Men tá ÍF í venjingardysti tapti 7-1 í Runavík, varð Rúni skaddur í knænum, og hann hevur ikki vant síðani. Alfred Olsen hevur verið málverji, men nú hevur hann fingið kapping frá Erlingi Joensen. Veteranurin í málinum siglir, men nú verður hann heima eina tíð, og hann hevur vant í nøkur kvøld.

Hjá teimum í Runavík hava fleiri verið burtur frá venjing onkur kvøld í vikuni, tí teir hava verið eitt sindur sjúkir, men tað verður roknað við, at allir teir, sum hava verið við í steypakappingini vera tøkir ? burtursæð frá spælandi venjaranum.

Gert Langgaard er bara tvær ferðir komin inn sum skiftisspælari, men nú er hann í fullgóðari venjing eftir skaðan, sum hann fekk í fjør. Óli Hansen hevur verið í Brússel í vikuni, men hann verður við. Kári Hansen hevur einki spælt í ár, og hann hevur framvegis trupulleikar við beinunum.

Spælandi venjarin, Milan Cimburovic, fekk reyða kortið í Gundadali. Hann er tískil leikbannaður, og sambært reglunum hevur hann heldur ikki loyvi at sita á beinkinum. So hann verður noyddur at standa uttanfyri girðingina, og so verður tað ivaleyst 2. deildar venjarin, Trygvi Mortensen, sum fer at sita á beinkinum.


Sumba hevur ikki givið skarvin yvir

Tá B36 fyri stuttum var í Sumba og spældi í steypakappingini vunnu teir 2-0. Og avrikið hjá Sumba ta ferðina hevur givið venjaranum, Birgiri Jørgensen, vónir um, at teir kunnu fáa stig, tá B36 vitjar í morgin.

? Eg haldi, at vit høvdu fleiri málmøguleikar enn teir, men vit vóru ikki nóg neyvir og hepnir. Nú fáa vit ein nýggjan møguleika, og vit trúgva uppá tað, sigur venjarin.

Sumbingar hava meiri fólk, enn teir kanska nakrantíð áður hava havt, men trupulleikin er framvegis, at einir seks spælarar eru norðanfyri og tískil ikki kunnu venja saman við hinum. Har suðuri venja teir fimm ferðir um vikuna.

Rúni Lisberg verður í málinum í morgin. Hin málverjin, Annfinn Thomsen, er ikki komin fyri seg aftur eftir sjúku.

Birgir Jørgensen hevur verið skaddur í fýra vikur, men hann hevur vant við í hesi vikuni, og hann verður á liðnum.

Jugoslaviski vongverjin hjá B36, Ninoslav Milankovic, fekk reyða kortið, tá B36 spældi móti NSÍ, og hann er tískil leikbannaður.

Egin Høgnesen, sum í mong ár hevur verið ein góður málverji hjá B36, er so mikið skaddur, at tað er ikki hugsingur um hjá honum at venja og spæla fótbólt. Tróndur Vatnhamar fer at verja málið í morgin.

Stór kapping er um plássini úti á vøllinum. Tað hevur Egil Zachariasen, sum í ár er komin til B36, kent. Hann hevur fyri tað mesta verið á beinkinum, og har verður hann helt eisini í morgin.

Í gjár var ikki greitt, hvør fer í verjuna fyri Ninoslav, men Ronnie Samuelsen ella Dánjal Petur Johansen eru góð boð. Teir hava eisini sitið á beinkinum hesar síðstu dystirnar.


B71 aftur til Gøtu

Uppflytararnir úr B71 fáa ikki ta lættastu byrjanina upp á 1. deild í ár, tí longu í fyrsta umfari hava teir útidyst móti GÍ.

Eli Hentze hjá B71 sigur, at teir longu hava spælt tveir dystir móti GÍ í steypakappingini, og hóast GÍ vann greiðan sigur í báðum dystunum, heldur Eli, at teir í B71 kundu brúka nógv úr dystunum, og hann vónar, at teir hava lært frá teimum.

? Vit hava tapt nógv higartil í ár, og tað ræður um at fáa betri úrslit nú, sigur Eli, men hann ásannar, at tað verður ein trupul uppgáva.

B71 verður ivaleyst verjukent frá byrjan, og tað kemur illa við, at Rúni í Soylu er skaddur. Hann hevur skjótleikan og frekleikan, sum skal til í kontraspælinum, men hann datt sera óheppið í seinasta dystinum móti ÍF og verður ikki við hesaferð orsakað av knæskaða. Allir hinir eru klárir.

Annars fær B71 í næstum styrk til miðvøllin úr Rumenia, haðani ein 28 ára gamal spælari er á veg.

Hann var í Føroyum í 1995, tá HB spældi móti Universitetae Cluj, og HB hevur eisini havt eyguni eftir honum. Men nú kemur hann altso til B71 at styrkja miðvøllin.

Gøtumenn ætla sær øll stigini í morgin, og um teir ætla sær at gera seg galdandi í toppinum, er tað neyvan tann besta byrjanin at snáva á heimavølli móti uppflytarunum. Men GÍ hevur fleiri skaðar at dragast við. Sámal Joensen, Svenn Olsen og Súni Olsen eru allir skaddir, men tað er møguleiki fyri, at teir allir vera við kortini. Magni Jarnskor er heldur ikki 100 prosent, men hann verður so við. Tað sama verður jugoslaviski áleyparin Alexander Radosavljevic, sum hevur verið skaddur. Hann yvirtekur ivaleyst álopsplássið, sum Símun Petur Justinussen hevur røkt fyri hann.


HB favorittur móti VB

Mest áhugaverdi dysturin í hesum fyrsta umfarinum kundi verið tann í Gundadali, har VB vitjar føroyameistararnar úr HB. Vágbingar hava ofta fingið góð úrslit móti HB í Havn, og teir hava eisini staðið seg væl í steypakappingini higartil ? millum annað vunnu teir í Klaksvík.

Men uppgávan hjá suðuroyingunum verður møtimikil, tí HB er væl fyri.

VB hevur alt fólkið tøkt, og lítil ivi man vera um plássini í málinum, verjuni og álopinum. Tað er á miðjuni, at kappingin um plássini er harðast, og har eru nógvir um boðið.

HB hevur so at siga sama liðið, sum stóð seg so væl í fjør, og tað verða neyvan tær stóru broytingarnar. Jákup Eli Olsen og Magni á Lakjuni eru skaddir, men HB liðið er framvegis sera sterkt og er greiður favorittur til at halda fram, har slept varð í fjør.