greitt, at Holland gjørdist fremsta liðið. Spenningurin um næsta plássið var tó framvegis til staðar, men við einum tryggum 3-0 sigri á Finnlandi syrgdi Kekkia fyri, at teir tóku hetta plássið framman fyri [...] Basel. Í bólki fimm var alt avgjørt undan seinasta umfarinum, og við einum útisgri á Hvítarusslandi beindu normenn allan iva burtur um annað plássið í bólkinum. Oddasessin átti Italia, sum eisini vann sín seinasta [...] Pólandi, tí sum ein av bestu tvey'arunum, høvdu teir longu vissað sær atgongd til endaspælið. Serbia Montenegro helt við einum 1-0 sigri á Bosnia-Herzegovina fast um oddasessin í bólki 7. Og so hjálpti tað
Landsdowne Road í Dublin vóru teir mongu áskoðararnir vitnir til ein undirhaldandi men tó málleysan dyst. Írar komu best frá byrjan, og millum annað høvdu bæði Stephen Carr og Robbie Keane góðar møguleikar [...] Saha skeyt seinna málið í 2-0 sigrinum eftir eitt frálíkt upplegg frá Zinedine Zidane. Írar høvdu vitjan av heimsmeistarunum Eitt annað av komandi mótstøðuliðum okkara, Írland, hevði mikukvøldið vitjan [...] spælt seg til endaspælið um europameistaraskapið í Portugál í summar, og mikukvøldið dystaðust teir á útivølli við afrikansku varameistarunum úr Marokko. Hesin dystur var málleysur heilt fram til seinsta
tað, sum eg havi sæð frá liðnum í seinastuni, boðar frá góðum. Sjálvur haldi eg, at vit hava spælt sera væl, og tá tosi eg ikki bara um ein ella tveir, men kanska um einar fimm til sjey landsdystir á rað [...] landsdystin mikukvøldið kom á tíðindafund. Við einum stórum smíli, legði hann fyri við skemtisøgum av ymsum slag, og tað var ikki ein tann einasti spurningurin frá írsku blaðmonnunum, sum var av kritiska slagnum [...] útidyst móti Fraklandi leygardagin. So er spurningurin, hvussu nógvar teirra fara at koma til Føroya í komandi ári, men tað tykist í øllum førum, sum kunnu café-eigararar her á landi longu nú fara at fylla
nótakasti, reki, tari, skeljafiskur og annað slíkt. Lunnindini hava øll í bygdini rætt til at troyta, treytað av, at tey lata ein ávísan brotpart av veiðuni til hagan í tilfongisgjaldi, ella í landparti [...] staðir, har teir settu seg niður, fyrst til bretsku oyggjarnar, so til Føroya, Íslands og Grønlands, so sigast má, at hon hevur prógvað sítt haldføri. Hvussu ber tað so til, at føroyska fiskivinnulóggávan ikki [...] sum frá gamlari tíð høvdu verið knýttar til tingið, farnar í gloymskuna. Harafturat kom, at júst um hetta mundið byrjaði skipsfiskiskapurin at taka seg upp. Í sama mun sum húskallarnir fóru til skips
og allir tingmenn, leggja øll uppskot fyri tingið, ið hann sjálvur ynskir, men við einum uppskoti um skrásett parlag frá samgonguni er eingin samgongu longur, sigur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin [...] heldur, at tað er skeivt, tá fólk hava lyndi til at kalla hann og aðrar, sum ikki eru fyri skrásettum parlagi fyri samkynt, fyri fundamentalistar og annað. ?Tað er ein snaring av veruleikanum, tá fólk [...] mánaðum síðani til samgongusamráðingar, og tá hoyrdu vit ikki eitt orð um hetta málið. Vit hava tosað um at yvirtaka persóns-, familju- og arvarætt. Vit tosa um at yvirtaka umsitingina av einum málsøki. Tað
nevndu bar kortini ikki til at koma til Føroya orsakað av skaðum. Fráveran hjá tveimum royndum monnum við fleiri enn 60 landsdystum í part er ein dyggur smeitur fyri liðið. Fyri einum mánaði síðani skrivaði [...] gjaldandi viðhaldsfólk, ið framvegis er áskoðaramet í føroyskum fótbólti, sóu á einum kókandi Svangaskarði Toda Jónsson skora til 2-0 seint í fyrra hálvleiki. Eitt óheppið brotsspark, saman við útvísingini [...] av Maltesiska Fótbólssambandinum til at stýra landsliðnum. Hesin 40 ára gamli hjálpavenjarin er ivaleyst tað kendasta navnið í fótbóltssøguni á oynni, eisini valdur til aldarinnar leikara fyri stuttum.
formaður í einum øðrum flokki og hevur í nógvum givið til kennar ein annan politikk enn tað vit hava verið forsprákarar fyri. Men har er mítt grundsjónarmið, at ein og hvør hevur væl loyvi til at blíva klókari [...] klókari og er man komin til ta sannføring, at tað, sum man hevur staðið fyri, ikki var tað rætta og at man gjarna vil bróta við tað og taka nakað annað til sín, so vil eg vera tann seinasti at siga, at [...] borið til at fingið tað at gliðið eftir einari linju. Skilji frustratiónir -Hvat sigur tú so til øll tey javnaðarfólk, sum halda tað vera skeivt at taka Helenu uppí, nú hon hevur verið í andstøðu til flokkin
sum vóru, tá I AM byrjaðu, eru til longur sum bólkar. Teir flestu av teimum vístu seg bara uttanfyri samkomuna til okkurt serligt andaligt tiltak, og sóðu ikki út til at hava aðrar ambitiónir. Tað er [...] hugburðin hjá fólki til "hatta slagið" av bólkum. Og tað trúgvi eg, hevur verið ein av orsøkunum til, at tað hevur verið trupult at sannføra fólk um, at I AM also ætlaðu meir og annað, sigur Arni. Høpisleysar [...] og annars gudsspottandi, og vit hava verðið kallaðir alt frá svíkjarar til satansdyrkarar. Somu fólk ringja í dag og biðja okkum koma at spæla til teirra tiltøk, so okkurt er broytt ... - Tað var nóg ringt
einki annað at gera enn at sita/liggja/lesa/ ganga/sova og gána í 12 tímar til næsta flogfarið fór til Nairobi& Gott var, at vit fingu útflýggjað ókeypis 3. min. telefonkort, so vit kundu ringja til Kenya [...] Kenya og siga frá. Vit komu tó fram móð og troytt í øllum góðum til Nairobi, har vinfólk okkara tóku ímóti okkum. Mentanarhvøkkur At koma til Afrika má næstan upplivast. Torført er at greiða frá tí í orðum [...] eru farin um tey hálvthundrað, so hava vit ført okkara tankar til gerð. Vit fóru úr okkara størvum, fóru frá tí trygga heimliga umhvørvinum til tann meira óvissa, dagliga dagin í Afrika. Vit eru Malena og
Listin er eitt spæl, ið tíðum er nær hjá og tíðum er langt frá og soleiðis setur seg í sjálvstøðuga relieff til tann veruleikan, ið vit kenna til. Ella, tá ið tað uppfatandi eygað bronglar veruleikan, sum [...] nú formleys ? ein formleys avmyndan av einum møguligum alheimi. Tað sjálvstøðuga listaverkið sendur spurningar til hyggjaran. Spurningar, sum hann kennir aftur frá sínum egnu løtum í lívinum, sum hyggjarin [...] aðrar kroppar. Eg flyti lummalyktina eitt sindur, og ljósið fær eitt annað skap. Vøddar og spengur traðka fram, spleysaði saman til fast kjøt. Tómar æðrar stinga seg fram, sum myrkir og forvitnisligir