Írland fekk javnt móti heimsmeistarunum

Øll tey londini, ið Føroyar eru í undanbólki við til komandi HM-kappingina, spældu venjingardystir mikukvøldið

Fótbóltur

Navnframasta fótbóltstjóðin í bólkinum hjá føroyingum er uttan iva Frakland. Fronsku europameistararnir leiktu mikukvøldið venjingardyst ímóti Belgia í Brussel. Hjá franskmonnunum var álopið nakað skert, tí tær báðar superstjørnurnar, Thierry Henry og David Trezeguet, vóru ikki við vegna skaða. Ístaðin leikti ein annar kendur maður, Louis Saha, ið fyri kortum skifti úr enska felagnum Fulham til stórfelagið Manchester United, har hann hevur fingið eina sera góða byrjan við trimum málum í trimum dystum. Dysturin í Belgia mikukvøldið var fyrsti landsdysturin hjá Louis Saha, og hann gjørdist eisini minnisríkur hjá unga franskamanninum. Saha skeyt seinna málið í 2-0 sigrinum eftir eitt frálíkt upplegg frá Zinedine Zidane.

Írar høvdu vitjan av heimsmeistarunum
Eitt annað av komandi mótstøðuliðum okkara, Írland, hevði mikukvøldið vitjan av heimsmeistarunum úr Brasil. Á Landsdowne Road í Dublin vóru teir mongu áskoðararnir vitnir til ein undirhaldandi men tó málleysan dyst. Írar komu best frá byrjan, og millum annað høvdu bæði Stephen Carr og Robbie Keane góðar møguleikar at leggja írar á odda, uttan at hetta tó eydnaðist teimum. Móti endanum av dystinum var fullmannaða brasilianska landsliðið nær við avgera, men Ronalda skeyt beint á Newcastle-málverjan, Shay Given, og Ronaldinho rakti træverkið.
Sveits er eitt lið, ið føroyingar áður hava verið í bólki saman við, men í løtuni tykjast sveisar sterkari enn nakrantíð. Liðið hevur spælt seg til endaspælið um europameistaraskapið í Portugál í summar, og mikukvøldið dystaðust teir á útivølli við afrikansku varameistarunum úr Marokko. Hesin dystur var málleysur heilt fram til seinsta korterið, men so gjørdu marokkanar tvey skjót mál, og í seinasta minuttinum minkaði Alexander Frei fyri Sveits til endaliga úrslitið 2-1 til Marokko. Her skal tó nevnast, at Marokko júst hevur tikið lut í endaspælinum um afrikanska meistaraheitið, og tí er liðið ógvuliga væl samanspælt í løtuni.
Tey bæði seinastu liðini í bólkinum hjá føroyingum eru Ísrael og Kypros. Ísraelar leiktu mikukvøldið heima ímóti Aserbadjan, og teir vunnu ein sannførandi sigur á heili 6-0! Kypriotar leiktu eisini á heimavølli, og tað var ímóti Hvítarusslandi. Her gekk minni gott hjá heimaliðnum, tí hvíturussar vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0!

Eisini aðrir áhugaverdir dystir
Fleiri aðrir áhugaverdir dystir vóru eisini á skránni mikukvøldið. Danir vóru á vitjan í Turkalandi, og her eydnaðist tað dønum at vinna 1-0 við einum máli, ið Martin Jørgensen skoraði. Í donskum fjølmiðlum stendur at lesa, at danska avrikið var sera sannførandi.
Í Portugál høvdu EM-vertirnir vitjan av David Beckham og liðfeløgum hansara á enska landsliðnum. Hesin dystur endaði við javnleiki 1-1. Tottenham-verjuleikarin Ledley King, sum leikti sín fyrsta dyst á enska landsliðnum, legði Ongland á odda 1-0 beint eftir steðgin, men miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Paris Saint Germain - leikarin Pauleta fyri Portugál við einum framúr góðum frísparksmáli.
Nýggi norski landsliðsvenjarin, Åge Hareide, hevur fingið eina sera góða byrjan í starvinum. Mikukvøldið leiktu normenn á Windsor Park í Belfast ímóti norðurírum, og normenn vunnu 4-1! Tað man verða langt síðani, at norska landsliðið hevur skorað fýra mál í einum og sama dysti.