HM-undankappingin
Mikukvøldið vórðu seinastu dystirnir í bólkaspælinum í HM-undankappingini spældir. Eftir eru so tríggjar play-off uppgerðir, har Kekkia, Spania og Turkaland skulu spæla um seinastu trý atgongumerkini móti Noreg, Slovakia og og Sveis.
Í bólki 1 var longu undan seinasta umfarinum greitt, at Holland gjørdist fremsta liðið. Spenningurin um næsta plássið var tó framvegis til staðar, men við einum tryggum 3-0 sigri á Finnlandi syrgdi Kekkia fyri, at teir tóku hetta plássið framman fyri Rumenia, sum ikki spældi mikukvøldið.
Danmark úti
Sæð við føroyskum eygum var ein av mest spennandi spurningunum, um tað skuldi eydnast Danmark at koma víðari. Hetta kundi henda, um teir vunnu útidystin móti Kasakhstan, samstundis sum Turkaland ikki vann á útivølli móti Albania.
Eina løtu var hetta eisini støðan, tí eftir at báðir dystirnir vóru málleysir eftir fyrstu trý korterini, syrgdu Michael Gravgaard og Jon Dahl Tomasson fyri, at Danmkar eftir bara 48 minnuttum var á odda 2-0. 12 minuttir eftir steðgin fingu turkar tó forloysandi málið í Tirana, og so hevði tað bara kosmetiskan týdning, at Kasakhstan minkaði um munin. Danmark má fyri fyrstu ferð í 12 ár ásanna, at teir ikki eru partur av einum endaspæli. Ta ferðina - í 1994 - vóru vantandi mál orsøkin. Hesa ferð hevur trupulleikin heldur verið, at ov nógv mál eru farin ígjøgnum. Danmark er nevnliga liðið í bólki tvey, sum hevur skotið flest mál, men hinvegin hevur verjan latið 12 mál ígjøgnum í eins nógvum dystum, og tað hevur verið kostnaðarmikið.
Írar taptu kapprenningina
Í bólki 3 stóð alt upp á spæl í seinasta dystinum, tá Slovakia tók ímóti Russlandi. Portugal hevði longu vissað sær oddasessin í bólkinum, men Slovakia og Russland vóru jøvn á øðrum plássi. Her eydnaðist Slovakia at halda fast um javnleikin, soleiðis at teir sleppa í ein play-off dyst, meðan russar hesaferð mugu sita heima.
Í okkara bólki fýra helt spenningurin sær til seinasta bríksl. Írland skuldi vinna á Sveis, um teir skuldu vinna sær eitt play-off pláss. Men hóast teir trýstu í samfullar 90 minuttir, so eydnaðist hetta ikki. Soleiðis var tapið fyri Fraklandi avgverandi fyri, at írar ikki vunnu longur fram enn til fjórða plássið í bólkinum. Hinvegin stóð Sveis seg betri enn Ísrael. Einamest takkað við trivaliga 6-0 sigurin á Føroyum í Basel.
Í bólki fimm var alt avgjørt undan seinasta umfarinum, og við einum útisgri á Hvítarusslandi beindu normenn allan iva burtur um annað plássið í bólkinum. Oddasessin átti Italia, sum eisini vann sín seinasta dyst. Hesin var móti Moldova.
Ongland tók oddasessin
Í bólki seks hevði Ongland truplan heimadyst móti Pólandi. Trýstið á Erikson og hansara monnum hevur verið øgiligt seinastu vikurnar, men spælararnir sýndu, at teir standa aftan fyri venjaran. Owen legði Ongland á odda stutt undna steðginum, men minuttin eftir javnaði Frankowski fyri Póland. Hendan støðan helt sær, til bara tíggju minuttir vóru eftir. Tá skoraði Frank Lampard, soleiðis at Ongland tók ætlaða oddasessin í bólkinum. Talan var tó ikki um nakra vanlukku hjá Pólandi, tí sum ein av bestu tvey'arunum, høvdu teir longu vissað sær atgongd til endaspælið.
Serbia Montenegro helt við einum 1-0 sigri á Bosnia-Herzegovina fast um oddasessin í bólki 7. Og so hjálpti tað lítið, at Spania í sín part vann heili 6-0 á útivølli móti San Marino.
Og endaliga so eydnaðist ikki svium at taka oddasessin frá Kroatia í bólki 8. Sviar vunnu trygt 3-1 á Íslandi, men tá Kroatia samstundis fekk málleysan javnleik við sær úr Ungarn, so var kortini ikki stórvegis, sum sviar kundu gera. Hetta tí Kroatia stendur seg betri í innanhýsis uppgerðunum millum londini.
Úrslitini mikukvøldið vóru hesi:
Bólkur 1
Andorra-Armenia0-3 (0-1)
Holland-Makedonia0-0
Finnland-Kekkia(0-3 (0-1)
Bólkur 2
Grikkaland-Georgia1-0 (1-0)
Kasakhstan-Danmark1-2 (0-0)
Albania-Turkaland0-1 (0-0)
Bólkur 3
Slovakia-Russland0-0
Luksemburg-Estland0-2 (0-1)
Portugal-Letland3-0 (2-0)
Bólkur 4
Frakland-Kypros4-0 (3-0)
Írland-Sveis0-0
Bólkur 5
Italia-Moldova2-1 (0-0)
Slovenia-Skotland0-3 (0-1)
Hvítarussland-Noreg0-1 (0-0)
Bólkur 6
Ongland-Póland2-1 (1-1)
Eysturríki-Norður Írland2-0 (1-0)
Wales-Aserbadjan2-0 (1-0)
Bólkur 7
San Marino-Spania0-6 (0-3)
Serbita & Montenegro-Bosnia Hersegovina1-0 (1-0)
Litava-Belgia1-1 (1-1)
Bólkur 8
Malta-Bulgaria1-1 (0-0)
Ungarn-Kroatia0-0
Svøríki-Ísland3-1 (2-1)