Ímóti náttúruni

?Tað verður ikki við mær í samgonguni, at eitt uppskot um skrásett parlag fer niðan í tingið, sigur Jógvan Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Seinastu viðmerkingar frá Høgni Hoydal koma illa við hjá honum, og hann heldur, at fólk hava lyndi til at verða ósaklig móti fólki við aðrari fatan

;«?f&?LAG

Í leygardagsblaðnum fekk kjakið um skrásett parlag enn ein kapitul, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, gjørdi greitt, at hann ætlar at bera málið um skrásett parlag niðan í tingið. Hann vil fyrst og fremst fáa eitt aðalorðaskifti í tinginum, men hann heldur seg ikki aftur við at fara í tingið við einum lógaruppskotið. Ein av hansara boðskapum er, at skal tað ikki verða loyvt at skráseta seg í parlag sum samkyndur í Føroyum, so verður tað tingið, sum skal taka ta avgerðina.
?Eg havi einki ímóti, at vit tosa um málið í løgtinginum í einum aðalorðaskifti. Tað verður tó ikki við mær í samgonguni, at eitt uppskot um skrásett parlag fer niðan í tingið. Landsstýrismaðurin í lógarmálum kann sjálvandi, eins og allir tingmenn, leggja øll uppskot fyri tingið, ið hann sjálvur ynskir, men við einum uppskoti um skrásett parlag frá samgonguni er eingin samgongu longur, sigur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin og formaður fyri Rættarnevndina hjá Løgtinginum. Hann er heldur ikki í iva um, at tað eru fleiri við honum, sum ikki ynskja at vera partur av einari samgongu, har eitt tílíkt mál verður borið niðan í tingið.
Fleiri av orðingunum hjá Høgna Hoydal heldur Jógvan á Lakjuni vera langt úti, sum hann tekur til.
?Eg meti, at tað er ein stórur partur av føroyska fólkinum, sum metir málið um samkynt parlag vera eitt átrúnaðarligt mál. Málið er so tætt knýtt at bíbliuni, at tað verður av sær sjálvum eitt átrúnaðarligt mál. Tað skal Høgni Hoydal so heldur ikki gera av, sigur Jógvan à Lakjuni.
Eins og Høgni Hoydal í blaðnum leygardagin, so ynskir Jógvan á Lakjuni eitt sakligt kjak um evnið. Hann heldur, at tað er skeivt, tá fólk hava lyndi til at kalla hann og aðrar, sum ikki eru fyri skrásettum parlagi fyri samkynt, fyri fundamentalistar og annað.
?Tað er ein snaring av veruleikanum, tá fólk vilja skíra okkum, sum eru ímóti skrásettum parlagi fyri samkynd, fyri fundamentalistar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Sambært Jógvani á Lakjuni er tað Høgni Hoydal sjálvur, sum eigur ábyrgdina av, at málið hevur fingið eina tílíka vend, tí tað er hann, sum hevur tikið málið fram.

Samd samgonga
Jógvan á Lakjuni sigur, at teir í samgonguni ikki hava frætt nakað um, at málið um skrásett parlag fer niðan í tingið.
?Vit vóru fyri nøkrum mánaðum síðani til samgongusamráðingar, og tá hoyrdu vit ikki eitt orð um hetta málið. Vit hava tosað um at yvirtaka persóns-, familju- og arvarætt. Vit tosa um at yvirtaka umsitingina av einum málsøki.
Tað passar als ikki, tá sagt verður, at vit ikki vilja taka støðu í málinum. Tað, at vit hava øðrvísi lógir galdandi í Føroyum enn í Danmark, vísir, at vit hava eina støðu til málið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann metir, at lógin um skrásett parlag er ein lóg fyri seg. Hann vísir til lógina í Danmark, sum er eitt sjálvstøðug lóg, ið loyvir samkyntum at skráseta seg í parlag, t.e. lov om registreret ægteskab. Tað er hesa lógina, ið Jógvan í Lakjuni fyri alt í verðini ikki vil hava setta í gildi í Føroyum.
Formaðurin í Rættarnevndini ásannar, at samskiftið innanhýsis í samgonguni ikki er av tí besta, tá menn ikki vita, hvat hinir gera.
Eftir hansara fatan er tað fyrst og fremst ímóti náttúruni, at samkynd skráseta seg í parlag. Og so er tað sjálvandi eisini knýtt at hansara kristna uppvøkstri.
?Hjá mær er tað heilt ótrúliga langt úti, at eitt samfelag kann loyva tveimum av sama kyni somu rættindi sum einum hjúnum. Í mínari verð eru hini Norðanlond farin langt av leið við at loyva skrásettum parlagi. Tey eru í mínari verð tilafturskomin, sigur Jógvan á Lakjuni.