Írland er væl fyri

Írski landsliðsvenjarin var framúr væl nøgdur við sínar menn eftir dystin mikukvøldið


Venjarin


Tað var ein fegin Brian Kerr, sum eftir landsdystin mikukvøldið kom á tíðindafund. Við einum stórum smíli, legði hann fyri við skemtisøgum av ymsum slag, og tað var ikki ein tann einasti spurningurin frá írsku blaðmonnunum, sum var av kritiska slagnum.
                      - Vit spældu dystin júst soleiðis, sum vit ætlaðu. Kanska kundi ferðin verið hægri í seinna hálvleiki, men vit skaptu framvegis hópin av møguleikum, og tað tænir føroyska málverjanum til stórt rós, at sigurin hjá okkum ikki var størri, segði írski venjarin, sum skýrdi avrikið hjá Jákupi Mikkelsen fyri »brilliant«.
                      Um føroyska spælið annars helt venjarin, at tað var júst soleiðis, sum hann hevði roknað við.
                      - Fyrra hálvleik gjørdu teir ikki stórvegis um seg, men eftir steðgin eiga teir rós, tí teir royndu alla tíðina at spæla upp á sín møguleika. Ikki minst við at royna at fáa bóltin aftur um bakkarnar hjá okkum, soleiðis at innlegg ella deyðbóltsstøður kundu spyrjast burturúr. Har vistu vit, at teir eru vandamiklir, men tíbetur fingu vit so ruddað bóltin burtur hvørja ferð, so talan ongan tíð gjørdist um nakran veruligan vanda, segði Kerr.
 
Um møguleikarnar hjá Írlandi at koma víðari, helt venjarin, at teir síggja hampuliga góðir út, tó at tað enn eru nógvir dystir eftir at leika.
                      - Men tað, sum eg havi sæð frá liðnum í seinastuni, boðar frá góðum. Sjálvur haldi eg, at vit hava spælt sera væl, og tá tosi eg ikki bara um ein ella tveir, men kanska um einar fimm til sjey landsdystir á rað. Tað haldi eg eisini, at fólkið svarar okkum aftur, tí í dag hava vit ein fullsettan leikvøll sum bakgrund, og tað er væl tí, at tey vilja stuðla liðnum, segði venjarin, sum annars ikki helt, at tað átti at veri so trupult at fylt ein slíkan leikvøll í Írlandi.
                      Men at fótbóltsfepurin av álvara er farin at gera um seg, er neyvan nakar ivi um. Móti Føroyum var sum sagt útselt, og eitt nú vóru omanfyri 30.000 írar á leikvøllinum, tá landið leikti útidyst móti Fraklandi leygardagin. So er spurningurin, hvussu nógvar teirra fara at koma til Føroya í komandi ári, men tað tykist í øllum førum, sum kunnu café-eigararar her á landi longu nú fara at fylla sær goymslurnar.