Tónleikaprát
Anna V. Ellingsgaard
anna@soslialurin.fo
Næstsíðsta fríggjakvøld endaði konsertferðin hjá kristna rockbólkinum I AM á hesum sinni við eini rættiliga sannførandi konsert í Atlantis í Klaksvík. Enn einaferð prógvaði bólkurin, at heiti sum "bygdasligur" ella "80ara bólkur" hoyra eini farnari tíð til - um tey nakrantíð hava verið hóskandi. Í út við 1_ tíma borðreiddi bólkurin við hørðum og dygdargóðum rocki og eini av teimum mest professionellu framførslunum, eg havi sæð á føroyskum palli leingi. Kanska vóru tað royndirnar frá konsertferðini uttanlanda, sum komu teimum til góðar, ella kanska eru I AM dreingirnir bara blivnir vaksnir - men framførslan fríggjakvøldið lat ongan iva vera um, at sjálvsálitið onki feilar, og at bólkurin hevur rættiliga nógv at hava tað í.
Nýggja fløgan hjá I AM, sum kom út í vetur, varð alt fyri eitt skýrd "uttan iva dygdarbesta føroyska fløguútgávan í ár" og hevur selt sera væl. Tvey av løgunum ruku beint inn á 15 tær bestu, annað beinleiðis inn á 1. pláss. Eisini uttanfyri Føroyar hevur nýggja fløgan gjørt um seg. Hon er útgivin í Danmark og Svøríki, og í nakrar vikur lá lagið "Believe" á hitlistanum hjá svensku útvarpsstøðini Flow.
Ambitiónirnar eru onki minni enn altjóða gjøgnumbrot, og í løtuni verða I AM marknaðarførdir í Japan.
Bygdafrell ella ...
Lopið frá bygdfrellunum við nøkrum halleluja sangum til seriøsar rocktónleikarar hevur verið langt, og tað hevur tikið sína tíð. So seint sum í desembur síðsta ár tekur ein ummælari á Dimmalætting soleiðis samanum vanligu myndina av I AM:
"Havi ongantíð ivast í, at tónleikararnir í bólkinum eru evnaríkir - teir hava bara verið skeivt plaseraðir í eini sjangru, sum er eitt millumting millum gospel og gamaldags rock. Tað hevur virkað - á góðum havnamáli - bygdasligt." Sigast skal, at sami ummælari gav nýggju fløguni eitt avbera gott skoðsmál, men hvaðani halda limirnir í I AM sjálvir, at hatta afturvendandi "bygdasliga" stavar?
- Nú er tað jú so, at tað, sum er bygdasligt í Havn, ikki endiliga er bygdasligt aðrastaðni, flennir bassspælarin, Eybjørn Jacobsen. Onkuntíð virkar tað sum, at bara okkurt ikki er úr Havn, so er tað bygdasligt ... Við okkara tónleiki haldi eg, tað hekk saman við, at hetta var nakað heilt nýtt í Føroyum, og ongin visti rættiliga, hvat tey skuldu kalla tað. Og tónleikaliga var tað kanska ikki heilt av leið at kalla tað bygdasligt, tí okkurt av tí minti nokk eitt sindur um 80arara rock.
- Hatta við tí bygdasliga, hevur kanska eisini okkurt við respekt at gera, hugleiðir gittarspælarin Arni Zachariassen. Nú fornermi eg uttan ivan onkran, men heilt erligt - nógvir av teimum andaligu bólkunum í Føroyum hava ikki verið serliga seriøsir. Ongin av teimum, sum vóru, tá I AM byrjaðu, eru til longur sum bólkar. Teir flestu av teimum vístu seg bara uttanfyri samkomuna til okkurt serligt andaligt tiltak, og sóðu ikki út til at hava aðrar ambitiónir. Tað er sjálvandi eisini í lagi, men slíkt ávirkar hugburðin hjá fólki til "hatta slagið" av bólkum. Og tað trúgvi eg, hevur verið ein av orsøkunum til, at tað hevur verið trupult at sannføra fólk um, at I AM also ætlaðu meir og annað, sigur Arni.
Høpisleysar samanberingar
Sambært limunum í I Am, hevur tað eisini verið eitt haft um beinini á teimum, at ummælarar og onnur blíva við at kalla teir ein gospelbólk.
- Vit hava ongantíð sjálvir kallað okkum ein gospelbólk. Tað eru onnur, sum hava funnið uppá tað, uttan iva, tí tey ikki duga at rúma tankanum um ein kristnan rockbólk. Í Føroyum verður allur andaligur tónleikur við eitt sindur meir av futti í enn Kingosálmar kallaður gospel, og tað er púra burturvið, sigur Birgir.
Meðan gospelsjangran fyrst og fremst hevur tónleikaligar røtur í negro spirituals umhvørvinum, lýsa I AM sín tónleik sum harðan, einfaldan, melodiøsan rock við eksperimenterandi innsløgum.
- Tað er í fínasta lagi, um fólk ikki hava virðing fyri okkara tónleiki, tí tey halda hann vera vánaligan ella óseriøsan, leggur Arni afturat. Men tað er spell, um tað kemst av óviðkomandi orsøkum, og út frá høpisleysum samanberingum. Eg havi til dømis heldur ongantíð skilt eitt argument sum, at okkara tekstir eru so einstáttaðir, tí teir eru andaligir. Vil tað so siga, at bara tú syngur um grønan bø og svikin hjørtu, so verður tú djúpur og poetiskur? Eg haldi meg hava hoyrt onkran rættiliga einstáttaðan sang av tí slagnum ...
Strangt disiplin
Eitt tað fyrsta, tú leggur merki til á konsertunum hjá I AM, er, at teir virka óvanliga disiplineraðir. Ikki tí, tað er bæði pláss fyri at leypa niður av pallinum og spæla gittar við tunguni, men teymarir verða ongantíð sleptir heilt. Og eitt tekniskt brek á pallinum fríggjakvøldið varð til dømis sera snildisliga og professionelt fjalt, við einum slag av "millumspæli" fra keyboardinum, sum fá mundu varnast var mest sum uppfunnið á staðnum.
- Jú, vit eru avgjørt disiplineraðir, tí tað er ongin vegur uttanum, um tú vilt hava góðskuna at vera í lagi, sigur Birgir. Tá vit venja, so venja vit, og tá er tað also ikki pláss fyri at ballast ella gera alt møguligt annað samstundis. Tá vit tóku nýggju fløguna upp, tóku vit frí frá skúla og arbeiði, og høvdu okkara arbeiðsdag í upptøkuhølunum í 2 vikur. Eg haldi eisini, at tú skyldar áhoyrarnum at vera disiplineraður á pallinum. Í mínum eygum er tað tekin um vantandi virðing fyri áhoyrarnum at standa á pallinum og rópa á ljóðmannin og banka á mikrofonir og líknandi. Óhapp kunnu sjálvandi henda, men man kann í minsta lagi royna at leggja upp fyri tí, so tað ikki gongur út yvir konsertupplivingina hjá fólki.
Svíkjarar og satansdyrkarar
I AM eru ikki bara áhugaverdir, tí teir tónleikaliga hava hava flutt seg í stórum lopum eftir lutfallsliga stuttari tíð. Við sær á ferðini hava teir nevniliga eisini rykt eina røð av stívrendum fordómum, sum fá mundu vænta yvirhøvur lótu seg vika.
- Vit vistu frá byrjan, hvørjum vit vóru uppi ímóti, sigur Birgir. At rockur og trúgv kundu sameinast var óhugsandi í Føroyum tá mitt í 90unum. Dámdi tær rock, kundi tú ikki vera trúgvandi. Vart tú trúgvandi, skuldi tú ikki vága tær at lurta eftir rocki. Blandaði tú tingini saman, var tað í besta føri 2. flokks rockur og annars gudsspottandi, og vit hava verðið kallaðir alt frá svíkjarar til satansdyrkarar. Somu fólk ringja í dag og biðja okkum koma at spæla til teirra tiltøk, so okkurt er broytt ...
- Tað var nóg ringt, at fólk ikki funnu út av, um vit vóru baptistar, kirkjufólk ella okkurt annað, leggur trummuspælarin, Hans Ove afturat. Tey høvdu eisini ilt við at skilja, at vit kundu spæla á Ólavsøkukonsertum og Prix Føroyar, og samstundis kalla okkum gudligar. Men fyri meg hevur tað altíð verið ein partur av endamálinum hjá bólkinum. Jesus gekk jú millum skøkjur og syndarar - so tað mátti ikki verið so ræðuligt at spælt fyri ólavsøkugestum.
- Uttan mun til, hvussu tú vendir ella snarar tí, so hava vit ein boðskap, sum vit vilja út til fólk við, og tí skulu vit sjálvandi vera har, sum fólk eru, leggur keyboardspælarin Heðin A. Olsen afturat.
Næsta stopp: Japan
I AM eru ambitiøsir. Málið er onki minni enn altjóða gjøgnumbrot, siga teir avgjørdir og arbeiða eisini hart fyri sakini. Í summar hava teir verið á konsertferð í Danmark, Finlandi og Noreg, og nýggja fløgan verður send allastaðni, har sjálvt tann minsti møguleikin er at hóma.
- Tað dugir ikki at fella í fátt, fyri tað um fyrstu 50 reaktiónirnar eru vinarlig avsløg, tí kanska rakar tú næstu ferð júst tað plátufelagið, sum bara hevur sitið og bíða eftir tær? Tað er soleiðis, man má hugsa, sigur Birgir.
Og júst nú eru útlitini til, at okkurt meir fer at henda, rættiliga spennandi. Á konsertferðini komu teir í prát við sangaran í kenda svenska bólkinum Narnia, sum hevur góð sambond í Japan, og sjálvur trýr uppá møguleikarnar hjá I AM har. Og sum skilst, er hesin longu farin í gongd við at marknaðarføra bólkin Asia. Narnia kemur annars til Føroyar í oktobur at hava konsertir, har I AM skulu vera upphitarar. Sjálvir trúgva teir eisini uppá ein møguleika í Japan, men viðganga, at tað hevði ikki verið so galið, um eitt sindur av hepni eisini var við teimum.
- Man skal vera blindur fyri ikki at síggja, hvussu langt tú kanst koma við hepni í hesum yrkinum, sigur Arni. Tað er ein av orsøkunum til, at bólkar, sum ikki eru serliga seriøsir ella góðir, ofta enda á ovastu rók. Tað kann kennast eitt sindur beikst onkuntíð, men so má man royna a siga við seg sjálvan, at teir neyvan verða sitandi har serliga leingi. Nógvir føroyskir bólkar høvdu uppiborið eitt sindur meir hepni uttanlanda, men hinvegin skalt tú eisini ansa tær - ov nógv álit á hepni er skjótasti vegurin til musikalskt sjálvmorð, sigur Arni.
Ikki tí, mamma sigur tað ...
At vika føroyskar fordómar er ikki bara sum at siga tað - og slettis ikki, tá tað ræður um átrúnaðarligar fordómar. Tað er neyvan nakar ivi um, at I AM eiga ein part av æruni, men sjálvir vísa teir á, at tíðin og tíðarandin nokk eisini hava verið við teimum.
- Onkuntíð haldi eg, at vit eru eitt sindur, sum kvinnurørslan, heldur Arni. Ræðuligur ágangur, tá kvinnur fyrstu ferð stungu nøsina fram. Nú halda vit okkurt er galið, um tær ikki gera tað. Ella hava vit bara verið hepnir og rakt ein postmodernaðan tíðaranda, har gamlir sannleikar ridla, og fólk taka eitt sindur av hesum, eitt sindur av hasum og petta tað saman sjálvi, inntil tað gevur okkurt slag av meining.
- Ongum nýtist, í hvussu er, at vera í iva um okkara meining, sigur Birgir
- Skal tað koma an uppá tað, so vil eg heldur vera bygdasligur og trúgvandi, enn cool og onga trúgv hava, skoytir Eyðbjørn uppí.
- Kann man ikki bæði vera cool og trúgvandi?, spyr Heðin.
- Avgjørt, sigur Arni. Og um nakar skuldi ivast, so eg eri also ikki trúgvandi, tí mamma mín sigur tað...
Myndatxt:
Tríggir við eitt borð:
- Vit hava ongantíð sjálvir kallað okkum ein gospelbólk. Tað eru onnur, sum hava funnið uppá tað, uttan iva tí tey ikki duga at rúma tankanum um ein kristnan rockbólk, siga limirnir í I AM.
Gittarleikari:
Tað er bæði pláss fyri at leypa niður av pallinum og spæla gittar við tunguni á konsertunum hjá I AM, men teymarnir verða ongantíð sleptir heilt.
I AM dreingirnir eru ikki bara vorðnir vaksnir. Teir hava eisini rættiliga nógv at hava sjálvsálitið í eftirhondini.










