langar og óneyvar sendingar stóðu á dagsskránni, og í seinna hálvleiki hendi púrt einki. Tað var oyðimarkargongd úr enda í annan. Hjá HB kann tað fyri so vítt vera líka mikið. Teir hildu tørn við KÍ og B36 [...] náðileysur. Reytt kort og so hevði HB bert tíggju mans á vølli. Tað sum hendi var, at ein ÍF-ari sendi ein bólt høgt og langt fram á vøllin. Símun Eliasen var fyrstur á bóltinum, og sendi hann við høvdinum [...] Magna á Lakjuni, og hann vísti onga náði fyri gomlu liðfeløgum sínum. Erling Joensen var komin eitt sindur út úr málinum, tað sá Magni, og hegnisliga lyfti hann bóltin upp um Erling og í tóma máli. Eitt
saman, og dómarin dømdi brotsspark og vísti NSÍ málverjanum av vøllinum. Hetta líkaði teimum á heimaliðnum heilt illa, og tað var í hesum sambandinum, at NSÍ venjarin sá reytt. Mortan Hansen fór í NSÍ málið [...] hol á. Eftir langt innkast fekk han bóltin út frá og skoraði, og hann økti til 2-0 við høvdinum, eftir at Mirek hevði sent fríspark inn móti málinum, og NSÍ málverjin, Pól Egholm, hevði roynt at boksað burtur [...] málverjanum Halli Hansen, og retururin støkk í málið, og so var dysturin púra opin. Avgerðin um hvagar stigini skuldu fara fall eftir eitt stórt korter. Pól Egholm, málverjin hjá NSÍ, og Jonhard Høgnesen, sum
fáa mál í tí støðuni, má fyrst og fremst málverjin hjá VB taka á seg. Jónstein Petersen sendi høgt og langt fríspark inn úr vinstru, bólturin dalaði niður í brotsteigin, og Helgi L. Petersen fekk høvi ótarnaður [...] ótarnaður at renna til og seta høvdið á. NSÍ hevði onkran annan møguleika, og Bjarni Johansen hálvbjargaði sera væl, tá Gert Langgaard var einsamallur ígjøgnum, men heildarmyndin var, at hóast teir vóru [...] torført móti VB verjuni, sum við røsku tvíburðunum Eyðuni og Magna Jacobsen á odda stríddist væl. Ofta spældu teir á heimaliðnum høgt og langt, og tað er ikki serliga heppið, tá tú á miðvøllinum hevur ein
spældi við NSÍ miðskeiðis í áttatiárunum, skeyt eitt hat-trick móti B68 í 1987, tá NSÍ vann 3-0. Nú hava vit so frætt úr Vági, at eisini har er ein maður, sum ikki er av føroyskari ætt, og sum fleiri ferðir [...] verið í Føroyum í nógv, og sum hevur spælt við bæði TB ? sum hann bleiv føroyameistari við í 1987 ? og VB. Egill gjørdi nógv um seg sum málskjútti í seinnu helvt av 80-unum og nakað inn í 90-ini. Serliga [...] vandamikil, og tað árið gjørdi hann ikki færri enn trý hat-trick í somu kapping! VB vann tað árið 4-0 á HB í Gundadali, og Egill Steintórsson skeyt trý av málunum hjá vágbingum. Sama árið var B36 í Vági og tapti
spældi tveir góðar landsdystir og var eisini væl fyri leygardagin. Hann skeyt tvey mál, og tað sama gjørdu Einar Petersen og Tórður Mortensen. Dan Mortensen, Vagnur Nolsøe og Hallur Christiansen skutu hvør [...] Teir hava tapt bæði í Runavík og í Klaksvík, men hinvegin hava teir eisini vunnið stórt. Ein av hesum stórsigrunum kom leygardagin móti GÍ. Á Sevmýri vunnu tvørámenn 9-0, og hóast teir í løtuni eru sjey [...] teimum næstbestu hjá HB. GÍ skal royna at reisa seg aftur, tá teir skulu til Runavíkar at spæla móti NSÍ.
serligt hjá Royn í ár, og uppflyting kemur ikki upp á tal í Hvalba í ár. Venjarin Zoran Mancic spældi við KÍ í fjør og var sostatt aftur á gomlum gøtum leygardagin, men hann og liðfelagarnar noyddust suður [...] hann megnaði kortini at fáa skot á, og so stóð 2-0. Helmar Lassen er ein av raskastu málskjúttunum í 2. deild í ár, og í løtuni kappast hann við eitt nú Mirek hjá LÍF og John Johansen hjá FS Vágum um er vera [...] eftir seinna málið hjá KÍ. Royn fekk brotsspark, sum Njálur Niclasen setti í netið. Men teir megnaðu ikki at fáa fleiri mál, og sostatt blivu stigini verandi norðuri í Klaksvík. KÍ liggur í miðjuni á st
byrjaðu við trimum áleyparum og so Arnoldi Joensen beint aftanfyri. Men hetta loysti seg ikki so væl, og tá góður hálvur tími var farin, broyttu teir til 5-3-2. Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni, sum báðir [...] hesaferð! Men teir blivu enn einaferð ov stuttir og hava framvegis einki stig fingið, nú sjey umfør eru spæld. KÍ er eitt av trimum liðum við 16 stigum, og nú verður við spenningi sæð fram til toppuppgerðina [...] føturnar á Rógva, sum rak eitt sindur og endaði við at skora. Stutt seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Sumba. Klaksvíkingar fangaðu bóltin í verjuni hjá sumbingum, og Arnold Joensen bleiv sendur avstað
sera lítið undirhaldandi og ikki stóð mát við fyrra hálvleik, sum hevði betri spæl og fleiri málmøguleikar. Nógv hevur verið tosað um álopið hjá GÍ, sum ikki er nóg hvast, og sunnudagin sóu vit aftur, [...] Bjarni Prior upp við handaru stong og setti høvdið undir eitt hornaspark, og so var 3-0 í staðin fyri 2-1. Hevði GÍ fingið brotssparkið, sum fyri teimum flestu var sólaklárt, og gøtumenn væntandi høvdu minkað [...] at teir eru nøsina frammanfyri KÍ og HB. Næsta sunnudag skal B36 til Klaksvíkar, og tað er oddadystur. GÍ fær longu mikukvøldið vitjan av grannunum úr ÍF, sum ongantíð hava vunnið landskappingardyst í Gøtu
dystirnir millum VB og Sumba eru kendir fyri at kunna fara báðar vegir. B71 hevur tapt tepurt móti bæði GÍ og KÍ, og teir eiga størsta sigurin higartil í 1. deild ? 6-0 móti ÍF. Sandoyingar skulu nú til Vágs, [...] annaðkvøld, og teirra seinasti dystur hesumegin summarsteðgin er á heimavølli móti KÍ. Og so er tað Sumba, sum enn ikki er komið av nullinum. Marginalarnir hava ikki altíð verið við sumbingum, og serliga í [...] eitt slag av einum »antiklimaksi«. Tey trý oddaliðini vunnu øll, men sigrarnir hjá KÍ og HB móti botnliðum vóru teprir, og hóast B36 vann 4-0 á GÍ, var spælið ikki nakað at reypa av. Toppurin Tey trý liðini
suverent og økir stútt og støðugt um leiðsluna, meðan tað frá B68 á øðrum plássi og niður til TB á sjeynda plássinum eru fýra stig. Hjá HB er tað vorðið betri á tann hátt, at nú eru tað frá vikuskifti og til [...] fyri, og nú er spurningurin, um tað fer at eydnast at fáa stig undan summarsteðginum. Tað eru tvær uppgávur eftir, og mett út frá støðutalvuni verður tað torført, bæði tá teir fáa vitjan av B68, og tá teir [...] skrivaraborðinum (sí greinina um hetta), og so hava vunnið trý uttan leikligt avrik. Teir í FS Vágar høvdu latið seg í fótbóltsbúnarnar og knýtt lissurnar, og dómaratrioin var komin um Vestmannasund, tá