Tað var neyvan væntað, at munurin í málum skuldi vera so stórur, tá B36 og GÍ møttust í Gundadali. Liðini lógu undan dystinum jøvn á 13 stigum, og roknað varð við, at hetta fór at blíva heilt spennandi.
Tað bleiv tað ikki. B36 fekk tvey mál fyrstu tjúgu minuttirnar, og tá so ein gøtumaður varð rikin av vølli tíggju minuttir seinni og B36 beint eftir tað økti upp í 3-0, var einki eftir at spæla um.
Tað sást eisini aftur á seinna hálvleiki, sum var sera lítið undirhaldandi og ikki stóð mát við fyrra hálvleik, sum hevði betri spæl og fleiri málmøguleikar.
Nógv hevur verið tosað um álopið hjá GÍ, sum ikki er nóg hvast, og sunnudagin sóu vit aftur, hvussu stóran týdning tað hevur at hava menn á liðnum, sum duga at raka málið.
GÍ hevði tvey heilt góð tilboð, áðrenn B36 fekk hol á, men í hvørgum førinum rakti maðurin í gulum málið.
Jákup á Borg var smáskaddur, men tyktist sera væl upplagdur, og tað var eisini hann, sum legði fyri við málskjótingini, tá dysturin var tíggju minuttir gamal.
B36 var í álopi, men tað sá út til, at møguleikin var spiltur. Men GÍ-verjan var ikki nóg avgjørd, tá bólturin skuldi fáast burtur, og so slapp Jákup at høgga til hann inni í brotsteiginum.
Tíggju minuttir seinni varð aftur mál. Ein gøtumaður var ikki nóg ansin, og Øssur Hansen, sum sær út til at vera fallin til í B36, bleiv leysur nakað úti í vinstra borði. Hann royndi seg, og so var 2-0.
B36 hevði tamarhald á, men GÍ var langt frá sligið.
Tá hálvur tími var spældur, hendi so tað, sum í øllum førum gøtufólk fara at minnast dystin best fyri.
Magni Jacobsen, sum hesaferð byrjaði inni í álopinum saman við Henning Jarnskor, meðan Sámal Joensen var fluttur longri aftur at ansa eftir Tomislav Sivic, bleiv leysur við B36-málverjanum Janos Timar. Ungarski málmaðurin tveitti seg fyri føturnar á Magna, sum prikaði bóltin framvið honum, men ikki slapp sjálvur.
GÍ vildi hava brotsspark, og hjálpardómarin hevði eisini flaggið á lofti, men Oddmar Andreasen var ikki samdur. Endin varð, at Magni Jacobsen fekk gula kortið fyri »film«, og eftirsum hann longu fyrr í dystinum var komin í bókina hjá dómaranum, merkti tað reytt kort til unga GÍ-áleyparan.
Bert tveir minuttir seinni fór Bjarni Prior upp við handaru stong og setti høvdið undir eitt hornaspark, og so var 3-0 í staðin fyri 2-1. Hevði GÍ fingið brotssparkið, sum fyri teimum flestu var sólaklárt, og gøtumenn væntandi høvdu minkað til 1-2, samstundis sum B36-málverjin so helst eisini hevði fingið reyða kortið, er ivasamt hvussu leikur hevði gingið.
Soleiðis bleiv tað ikki, gøtumenn vóru frustreraðir, og tað var ikki altíð so vakurt frá hvørgum av liðunum. Serliga GÍ-liðskiparin var heppin ikki at fáa somu lagnu sum navnin, tá hann traðkaði á ein liggjandi B36-ara.
B36 svaraði aftur, og restina av hálvleikinum var tað mest ein spurningurin, um dómarin fór at megna at halda skil á. John Petersen átti kortini at havt skorað, tá hann bleiv púra leysur við Sunvardi, men drálaði ov leingi við at skjóta, og so lúrdi GÍ-málverjin hann av.
Linligt í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur bleiv, sum útvarpið so rámandi lýsti tað, ein »oyðimarkargonga« av teimum heilt stóru.
GÍ hevði ikki fólkið til veruliga at leggja trýst á, og teir í B36 tóktust nøgdir við støðuna, sum hon var.
Tað bleiv kortini til eitt mál afturat, tá Jákup á Borg spældi John Petersen leysan frammanfyri málinum, og í einum bleytum boga lyfti hann upp um Sunvard og í málið.
4-0 endaði dysturin, og sostatt varðveitti B36 oddasessin, meðan GÍ dragnaði eitt sindur í samlaðu kappingini. Munurin á liðunum var ikki fýra mál, men B36 hevur fleiri streingir at spæla uppá og eitt hvassari álop enn GÍ, sum misti ein part av góða málmuninum eftir 7-2 sigurin á Sumba.
B36 hevur skotið 24 mál í sjey landskappingardystum, og málmunurin ger eisini, at teir eru nøsina frammanfyri KÍ og HB. Næsta sunnudag skal B36 til Klaksvíkar, og tað er oddadystur.
GÍ fær longu mikukvøldið vitjan av grannunum úr ÍF, sum ongantíð hava vunnið landskappingardyst í Gøtu. Orsøkin til, at dysturin verður mikukvøldið er, at GÍ skal til Bosnia at spæla Intertoto-dyst. Talan er um liðið NK Jedinstvo, sum spælir í bosnisku 3. deild. So tað er kanska ikki at leið at vóna, at GÍ fer at fáa okkurt burturúr hesum báðum dystunum, nú landsliðið stóð seg so væl móti Bosnia!
B36-GÍ 4-0 (3-0)
1-0: Jákup á Borg 11
2-0: Øssur Hansen 19
3-0: Bjarni Prior 32
4-0: John Petersen 75
B36: Janos Timar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Ninoslav Milankovic ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, Øssur Hansen ? Tomislav Sivic ? Jákup á Borg, John Petersen
GÍ: Sunvard Joensen ? Bartal Eliassen, Alvi Justinussen, Jóan Petur Olsen ? Rúni Justinussen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Súni Olsen ? Magni Jacobsen, Henning Jarnskor.