Klaksvíkingar løgdu offensivt út á Krossinum í Sumba sunnudagin. Teir byrjaðu við trimum áleyparum og so Arnoldi Joensen beint aftanfyri. Men hetta loysti seg ikki so væl, og tá góður hálvur tími var farin, broyttu teir til 5-3-2. Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni, sum báðir byrjaðu í álopinum, blivu vongverjar, og so fór Arnold heilt fram afturat Kurt Mørkøre, sum enn eina ferð skuldi vísa seg at vera avgerandi munurin.
Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur við møguleikum báðar vegir. Kurt Mørkøre hevði tveir stórar, men misbrúkti báðu ferðirnar, og sumbingar lógu eisini framvið. Báðu ferðirnar bleiv spælt innfyri úr høgru, men Stephen Boyle stóð væl plaseraður báðu ferðirnar.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tá klaksvíkingar í seinna hálvleiki settu ferðina upp, kláraðu sumbingar ikki so væl at fylgja við.
Rógvi Jacobsen fekk hol á, tá dysturin var ein tíma gamal. Jan Joensen stakk bóltin inn um verjuna fyri føturnar á Rógva, sum rak eitt sindur og endaði við at skora.
Stutt seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Sumba. Klaksvíkingar fangaðu bóltin í verjuni hjá sumbingum, og Arnold Joensen bleiv sendur avstað. Hann trillaði upp á tvørs til Kurt, sum bert skuldi seta seinasta fótin á.
Men teir á heimaliðnum fullu ikki í fátt. René Thomsen var við fyri fyrstu ferð í ár, tá hann stutt frammanundan varð skiftur inn. Klaksvíkingar tóku sær av løttum, og tað bleiv revsað, tá Nebosja Veljkovic spældi René Thomsen, sum skoraði. Málið líktist nógv tí seinna hjá KÍ.
Men gestirnir svaraðu aftur tveir minuttir seinni. Enn einaferð elvdi ein feilavlevering frá sumbingum til, at Finn Baldvinsson kundi spæla Kurt Mørkøre leysan, so liðskiparin kundi skjóta sítt 9. mál í landskappingini í ár.
Men sumbingar vóru ikki lidnir. Tað gingu bert tveir minuttir afturat, so hevði Birgir Jørgensen minkað til 3-2 eftir trunkaspæl. Eisini hann varð skiftur inn stutt frammanundan, so sigast má, at sumbingar vóru hepnir við útskiftingunum hesaferð!
Men teir blivu enn einaferð ov stuttir og hava framvegis einki stig fingið, nú sjey umfør eru spæld. KÍ er eitt av trimum liðum við 16 stigum, og nú verður við spenningi sæð fram til toppuppgerðina komandi sunnudag, tá B36 kemur norður.
Sumba-KÍ 2-3 (0-0)
0-1: Rógvi Jacobsen 60
0-2: Kurt Mørkøre 62
1-2: René Thomsen 82
1-3: Kurt Mørkøre 84
2-3: Birgir Jørgensen 86
Sumba: Anfinn Thomsen ? Spasojé Biberdzic, Páll Magnar Kjærbæk, Dánjal Johan Joensen ? Mortan úr Hørg, Sonne Kjærbo, Jan Poulsen, Eirikur Joensen, Peter Jørgensen, Nikola Biberdzic ? Vebosja Veljkovic
KÍ: Stephen Boyle ? Marek Wierzbicki, Jan Andreassen, John Hansen ? Andrzej Pacek, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen ? Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni