2. deild: KÍ-Royn 2-1 (0-0)
Leikliga var tað einki at reypa av, tá KÍ leygardagin vann 2-1 á Royn í Klaksvík.
Klaksvíkingar vóru ikki so væl mannaðir, men kortini eydnaðist tað teimum at fáa øll trý stigini burtur úr dystinum, sum annars hevði lítið upp á seg.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fekk veteranurin Olgar Danielsen hol á, tá hann setti høvdið á eftir hornaspark og eitt sindur av trunkaspæli.
Klaksvíkingar tvífaldaðu leiðsluna, tá Helmar Lassen enn einaferð kom á dómaraseðilin sum málskjútti. Hann var staddur nakað uttanfyri brotsteigin og var kroystur, men hann megnaði kortini at fáa skot á, og so stóð 2-0.
Helmar Lassen er ein av raskastu málskjúttunum í 2. deild í ár, og í løtuni kappast hann við eitt nú Mirek hjá LÍF og John Johansen hjá FS Vágum um er vera ovast á málskjúttaralistanum í næstbestu deildini.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Royn í ár, og uppflyting kemur ikki upp á tal í Hvalba í ár.
Venjarin Zoran Mancic spældi við KÍ í fjør og var sostatt aftur á gomlum gøtum leygardagin, men hann og liðfelagarnar noyddust suður aftur við ongum.
Teir fingu kortini minkað um munin stutt eftir seinna málið hjá KÍ. Royn fekk brotsspark, sum Njálur Niclasen setti í netið.
Men teir megnaðu ikki at fáa fleiri mál, og sostatt blivu stigini verandi norðuri í Klaksvík. KÍ liggur í miðjuni á stigatalvuni, meðan Royn í ár fer at stríðast um at sleppa undan niðurflyting heldur enn at flyta upp í 1. deild, sum teir í fjør leingi høvdu góðan møguleika fyri.