Vunnu aftur við 10 monnum

Fótbóltur: Hjá HB var talan um fyrsta dyst uttan Allan Mørkøre, sum var teimum ein sera dyggyr stuðul í fjør. Og við tíggju monnum eydnaðist HB at vinna 1-0 á ÍF

Tað gongur av skriðuni hjá ÍF fyri tíðina. Einki vil eydnast og tað eydnast teimum ikki at vinna hóast mótstøðuliðið bert telur tíggju mans.

Sunnudagin vóru meistararnir úr HB á vitjan í Fuglafirði og tá teir fóru aftur til Havnar høvdu teir trý stig við sær. Uppiborin vóru tey eisini, skilja vit á øllum brøgdum, hóast dysturin sum so einki var at reypa av.


HB trýsti mest

Eftir avsmurningin hjá ÍF seinasta vikuskiftið móti B71 heima á Sandi, kundi ein trúð, at heimaliðið hevði nakað at prógva. Um ikki annað, so fyri sær sjálvum. Tí at tapa so nógv móti einum øðrum liði, sum eisini liggur í botninum, má vaskast av aftur ongantíð ov skjótt.

Kortini vóru tað meistararnir úr HB, sum byrjaðu dystin best.

Teir trýstu ÍF teir fyrstu tjúgu minuttirnar, tó uttan rættiliga at gerast vandamiklir.

Meistararnir royndu við longum sendingum at slíta verjuna hjá ÍF sundur, men tað eydnaðist ikki rættiliga. Tað gjørdist ongantíð rættiliga vandamikið frammanfyri ÍF-málinum.

Um tað var saknurin av Allan Mørkøre sum gjørdi tað er sjálvsagt óvist, men tað er ein veruleiki, at hann mangan var sera vandamikil við sínum skjótu »rykkum« fram eftir vøllinum.


Hans Fróði spældi hondbólt

Tá eitt sindur meir enn tjúgu minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki mistu HB-ararnir ein mann. Hans Fróði Hansen, »stórmenni« á landsliðnum fyri viku síðani, fann út av, at tað er stutt frá ovast til niðast í fótbólti, tá hann í eini myrkari løtu, tók hondina til hjálpar.

Dómurin var náðileysur. Reytt kort og so hevði HB bert tíggju mans á vølli.

Tað sum hendi var, at ein ÍF-ari sendi ein bólt høgt og langt fram á vøllin. Símun Eliasen var fyrstur á bóltinum, og sendi hann við høvdinum longur fram á vøllin, har Hans Fróði og polski framherjin hjá ÍF, Robert Cieslewicz, kappaðust um hann.

Hans Fróða ætlaði sær helst at steðga bóltinum við lærinum, men ólukkutíð sprakk bólturin upp um, og tá hann tók hondina til hjálpar, helt dómarin, at nú var nóg mikið. Dómarin metti, at ÍF-leikarin hevði mist ein góðan møguleika, og tí gav hann Hans Fróða reyða kortið.

Tá teir nú vóru ein fleiri átti ÍF at kunna lagt trýst á HB, men tað eydnaðist bert partvíst. HB-verjan megnaði at halda fuglfirðingar »frá fatinum«, og í grundini var tað bert ta einu ferðina, at tað gjørdist eitt sindur vandamikið frammanfyri HB-málinum í fyrra hálvleiki.

Rúni Petersen fekk fatur á einum leysum bólti í brotsteignum hjá HB, men av tí at hann var kroystur av tveimum HB-leikarum fór skotið við síðuna av málinum.


Fuglfirðingur søkti ÍF

Sum nevnt, so megnaðu fuglfirðingar ikki at leggja stórvegis trýst á HB-verjuna eftir at Hans Fróði var útvístur. HB-ararnir gjørdi sítt, og miðjan gjørdi restina sum skuldi til. Hinvegin vóru havnarmenninir heldur ikki serliga vandamiklir framman fyri ÍF-málinum, og Erling hevur onkuntíð havt meira at takast við enn hann hevði í dag.

Og so brádliga hendi tað, sum ikki mátti henda. HB sendi ein bólt fram móti brotsteignum hjá ÍF og har hildu tveir ÍF-verjuleikarar, at teir skuldu fara eftir bóltinum.

Sjáldan eitt gott hugskot, men tað gjørdist bara so mikið verri av tí at hvørgin teirra fekk fatur á bóltinum, sum endaði fyri føtrunum á gamla ÍF-leikaranum, Magna á Lakjuni, og hann vísti onga náði fyri gomlu liðfeløgum sínum.

Erling Joensen var komin eitt sindur út úr málinum, tað sá Magni, og hegnisliga lyfti hann bóltin upp um Erling og í tóma máli. Eitt sera vakurt mál, verður sagt úr Fuglafirði.


Oyðimarkargongd

Tað er eitt at siga um HB-liðið. Teir hava lært, at tað ber til at verja eina 1-0 leiðslu. Hóast tað ikki eydnaðist so væl móti KÍ í hálvfinaluni í steypakappingini, so liggur tað væl fyri hjá HB-arunum kortini, tí teir eru væl fyri.

Um tað var tað teir vildu restina av dystinum er ikki vist, men veruleikin er, at restin av dystinum var ein langur túrur í oyðimørkini.

Rógvi Róin, sum spælir við ÍF heldur ikki at tað er so nógv at siga til úrslitið.

? Vit vóru ikki nóg góðir til at leggja trýst á HB-verjuna og tí fingu vit eingi mál. Vit hava ein trupulleika at fáa álopið at hanga saman við restini av liðnum, og tá so er, ber illa til at skjóta mál, sigur hann.

Spurdur beinleiðis um tað var eitt rættvíst úrslit sigur Rógvi, at tað var tað helst.

? Í besta føri kundu vit havt fingið javnleik, men sum heild haldi eg, at úrslitið var rættvíst.


Frægari moralur hesaferð

Rógvi Róin sær tó framgongd frá seinasta vikuskiftið til hetta.

? Tá vit spældu á Sandi seinasta vikuskiftið góvust fleiri leikarar á hondum langt áðrenn 90 minuttir vóru farnir. Tað var øðrvísi í dag. Vit bardust alla tíðina fyri tí og hóast tað ikki var nóg mikið til at geva okkum stig hesaferð, so haldi eg avgjørt at tað er tekin um framgongd, sigur Rógvi Róin.

Dysturin í Fuglafirði var ikki ein av teimum, sum fer at standa í søgubókunum, sum ein varði um góðan fótbólt. Í fyrra hálvleiki var mest talan um ping-pong-fótbólt, har langar og óneyvar sendingar stóðu á dagsskránni, og í seinna hálvleiki hendi púrt einki. Tað var oyðimarkargongd úr enda í annan.

Hjá HB kann tað fyri so vítt vera líka mikið. Teir hildu tørn við KÍ og B36 í oddinum av fyrstu deild, og enntá við tíggju monnum. Tað er nú heldur ikki fyrstu ferð í ár. Fyri umleið einum mánaði síðan vóru teir í Sumba, og tá vunnu teir 3-0 eisini við tíggju monnum. So royndirnar eru til tað, hóast tað neyvan er skilagóður taktikkur bert at spæla við tíggju monnum.


ÍF-HB 0-1 (0-1)

0-1: Magni á Lakjuni 39


ÍF: Erling Joensen ? Áslakur Petersen, Tomasz Przybylski, Torstein Joensen ? Høgni Hansen, Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen, Eyðolvur Petersen, ? Robert Cieslewicz, Rúni Petersen

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Magni á Lakjuni, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen ? Andrew av Fløtum, Súni Fríði Johannesen