veitingum, so sum fríum bili og fríari telefon - alt goldið av skattgjaldarunum - er endað sum eitt av teimum heitastu envunum í valstríðnum í Grønlandi, har íbúgvarnir skulu til atkvøðuborðini týsdagin [...] landstingslimunum og starvsfólkunum í miðfyrisitingini hava »gloymt« at uppgeva skattafríu veitingar teirra á sjálvuppgávuni. Millum syndararnar eru limir í ovastu politisku leiðsluni í Grønlandi, sigur [...] sigur formaðurin í Líkningarnevndini, Ove Karl Berthelsen, sum tó ikki vil avdúka nøkur nøvn. Við hesum í huga hava formenninir í teimum trimum flokkunum IA, Atassut og Kandidatforbundet loyst frá posabandinum
hevur verið góður, og tað hevur verið lítið av vindi. Fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og her er so friðarligt og vakurt. - Vit gingu ein túr í býnum í dag, og tað er munur á her og í London, har eg búgva [...] hava eitt lítið seminar í Føroyum í døgunum upp undir Jazzfestivalin, og sum eitt slag av endabresti fara teir at spæla í ein hálvan tíma ella so í Norðurlandahúsinum. Føroyingurin í hópinum er eingin annar [...] Tá eg í einum dysti skuldi gera onkrar bjargingar, so skuldi eg eisini gera tær. Og tað leggi eg framvegis stóra vekt á - málmann skulu vera klárir og teir skulu konsentrera seg allan dystin. Í 1981 flutti
Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, saman við umboðum fyri leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum og Aksel V. Johannesen, løgmann. Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Meirilutin [...] seg út í samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tær trætur, sum eru, skulu loysast í samráðingum millum partarnar. Hendan støðan, vit standa í, er ein neyðstøða, nú vandi er fyri lívi og heilsu [...] sær, at samstarvið og álitið millum leiðslu og starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum tekur skaða. Leiðslan í Sjúkrahúsverki Føroya hevur eitt staðiligt ynski um, at málið verður loyst á annan hátt, og hesum er
broytingar í barnaverndarlógini verður lagt fyri landsstýrið í morgin. Barnaumboð – eitt vakið eyga við børnunum Sum ein liður í at verja rættindini hjá børnum í Føroyum og at liva upp til ásetingarnar í ST [...] kynsligum harðskapi og harðskapi annars í Føroyum. Hesin harðskapur er so ræðuligur og tyngjandi fyri tann útsetta, at viðkomandi er merktur/merkt fyri lívið, og tapið av menniskjaligum virðum og vælferð er ovurstórt [...] kunnu lata privatar og persónligar upplýsingar sínamillum um viðurskifti í mun til kynsligan og annan harðskap. Somuleiðis verður ásett í barnaverndarlógini, at barnaverndartænasturnar skulu innan 24 tímar
sum tá hon stoytir seg oman í Sundalagið ger óiva vakrastu fossar í Føroyum og teir hægstu eisini. Í Víkavatn ætlar SEV at leiða allar áir og løkir sum renna eystanífrá oman í Saksunardal, Saksun, Svínaskorðadal [...] bert hyggja eftir Mýrunum í Vestmanna. Áirnar eystaru megin Saksunardal skulu veitast í Víkavatn. Norðuri í Saksunardali verður Tvørá, sum rennur í Saksunarvatn turrløgd. Í Saksun verður Skipá, ið rennur [...] Haldarsvík í 295 metra hædd. Vatnið liggur í vøkrum og friðsælum umhvørvi, lendið rundanum vatnið er slætt gras- og mosalendið. Norðantil vatnið er vøkur sandstrond. Ongar stórar áir renna í Víkavatn,
Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum hava fingið uppskot samtykt um at styrkja smámálini í Norðurlondum. Uppskotið varð lagt fyri Norðurlandaráðið í summar og fyrst í hesum mánaðinum varð [...] føroyingum í Føroyum og tað er í stríð við galdandi reglur í Norðurlandaráðnum, sigur Dan R. Petersen. Í Norðurlandaráðnum er ein sokallað trílandaregla, ið merkir, at um trý lond kastað saman um eitt uppskot [...] har sagt varð, at nógv smámál eru í vanda og at fleiri fara at doyggja út. Í Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu og eg ikki partamenn, men vit arbeiða sera væl saman. Norðurlandaráðið er øgiliga par
aftur. Tað gjørdi hann eisini, tá formaðurin í islamska stjórnarflokkinum í Turkalandi var á vitjan í Keypmannahavn fyrr í vikuni. Nú er USA komið upp í málið, og fyrradagin segði George W. Bush, at USA fer [...] góðtaka tað seinasta tilboðið, sum londini fingu fyri átta døgum síðani. Alt skal fáast upp á pláss til toppfundin millum ríkis- og stjórnarleiðararnar í Keypmannahavn. Í gjár høvdu trý av teimum tíggju [...] snúgva seg í veruleikanum um meiri pengar, men Anders Fogh Rasmussen segði týskvøldið, at mappan er koyrd í lumman, og hon verður ikki tikin úr lummanum aftur, sum hann orðaði tað. Formaðurin í ES-nevndini
sum higartil eru gjørdar, og bæði í 2008 og 2009 var lutfallið í íslendsku veiðuni 60% av sild og 40% av makreli. Bert nótaskipini hava kvotu av norðhavssild, og skulu onnur skip í hesa vinnu, so verður neyðugt [...] loystur í samráðingunum millum strandalondini, so kann hann verða loystur í íslendsku samráðingunum um limaskap í ES. Tá standa vit einsamallir uttanfyri, og so tú kanst spyrja: Hvussu koma vit upp í aftur [...] olju í hesum fiskiskapi. Ein føroysk kvota skal fiskast í føroyskum sjógvi um summarið. Tá hevur makrelurin stórt fitiinnihald og hevur nógva æti í sær. Hann er ringur at fáast við til matnað, og móttøkuorkan
við heiðurin at gera? USA og lond í ES eru tey londini, har samkynd florera og hava flest rættindi! Kortini líkna tey meir og meir Afrika hvat arbeiðsloysi viðvíkur og eru í síðstu løtu bjargað undan húsagongd [...] íbúgvaratalið í Portogal, Letlandi og Danmark tilsamans! Bert í Danmark, homo- og tolsemisháborgini miklu, verða uml. 800.000 fólk breyðfødd av tí almenna! Og hvat við Kina? Einki land í heiminum hevur [...] slíkir gudsmenn skulu hava sitið og pentað saman skrønir fyri góðtrúnum hampafólki um t.d. Augustus keisara, sum er tað reina uppspinn. Hevur nakar hoyrt so galið? Og so var Lukas eins og Hans Andrias eisini
at blaka føðilandið Føroyar fyri hund og ravn og melda okkum inn í EU sum danskan landslut. Slíkt humbukk rætt og slætt og »svart tos«, skal ein leita leingi eftir og ber hetta bert boð um ein livibreyð [...] meiriluti í bæði Noregi og Íslandi fyri ES-limaskapi, og kann hetta ivaleyst verða veruleiki innan fá ár. Vit spyrja so - hvar standa vit, um hetta verður veruleiki, - tí vit vita, at hesi bæði londini eru [...] høvdið í sandin sum strutsurin ger og Tjóðveldisflokkurin o.a. fylgissveinar teirra við, er beinleiðis óforsvarligt yvirfyri bæði Føroya fólki og vinnuni. Tað ber als ikki til at lata standa til og vóna