Nakrar viðmerkingar til makrelmálið

Tað eru tey, sum hava undrað seg yvir, at Felagið Nótaskip hevur havt ein óvirknan leiklut í kjakinum í fjølmiðlunum um makrelmálið.

Orsøkin er, at Felagið Nótaskip hevur hildið, at tað ikki er skilagott, at tey ymsu sjónarmiðini, sum eru í hesum máli, verða viðgjørd alment og kunnu geva hinum londunum óneyðug kort í hondina í samráðingarstøðuni.

Tað halda vit framvegis. Hinvegin heldur felagið, at neyðugt er at gera viðmerkingar til nøkur av teimum viðurskiftum, sum í seinastuni eru løgd alment fram í fjølmiðlunum.

Semja um at vit eiga meira
Øll eru vit samd um, at Føroyar eiga rætt til ein størri part av makrelinum, og at vit eiga at stríðast á øllum økjum fyri at røkka hesum máli.

Felagið Nótaskip hevur, síðan makrelmálið tók seg upp fyri einum ári síðan, alla tíðina havt ta støðu, at Føroyar eiga at royna samráðingarleiðina í hóskandi mun, áðrenn vit slíta makrelsamstarvið við hini londini.

Fyrstu ferð Føroyar løgdu eitt tal á borðið var á síðsta samráðingarfundinum fyri tveimum mánaðum síðan, og tú kanst ikki rokna við, at millumlanda samráðingar um býti av fiskirættindum verða avgjørdar á einum fundi. Tílíkar samráðingar eru torførar og taka tíð.

At tað hevur slíkan skund at slíta makrelsamstarvið, áðrenn tíðin er búgvin til tað, tykist eisini botna í, at botnfiskaflotin undir Føroyum vil hava ein part av pelagisku vinnuni.

Við eini einvíst ásettari føroyskari makrelkvotu verður lagt upp til, at allir skipabólkar, sum bjóða seg fram, skulu fara at fiska makrel í føroyskum sjógvi summarmánaðirnar.

Fiskiskipanin dettur sundur
Higartil hevur í føroysku fiskiskipanini verið eitt søguligt uppbýti av fiskirættindum millum teir ymsu skipabólkarnar - millum rækjuskip, flakatrolarar, nótaskip, ídnaðarskip og skipabólkarnar undir Føroyum.

Føroyska makrelkvotan hevur verið brúkt til at "keypa" tosk frá Russlandi í Barentshavinum til flakatrolararnar, og nótaskipini hava átt restina av kvotuni.

Brýtur tú hetta býtið, so síggja vit fyri okkum, at hetta er byrjanin til, at føroyska fiskiskipanin dettur sundur, tí at ongin kann kenna seg vísan í sínum rættindum og gera íløgur á hesum grundarlagi.

Tað hevði verið ónátúrligt, um reiðaríini hjá nótaskipunum skuldu fáa fiskirættindi undir Føroyum, tá pelagisku stovnarnir í síni tíð vóru illa fyri, og reiðaríini stríddust fyri at yvirliva. Líka so ónátúrligt er tað, at partrolarar nú skulu fara at fiska makrel, tí upsaveiðan er vánalig í løtuni.

Nótaflotin hevur verið noyddur at tillaga seg, nú svartkjaftakvotan er minkað niður í lítið og onki. Tí eru tvey skip tikin úr flotanum, og eitt afturat er møguliga á veg sama veg. Við verandi loyvum klára nótaskipini sum onki at fiska eina munandi størri føroyska kvotu av makreli.

Ein onnur grundgeving fyri at ganga egnar leiðir í makrelmálinum er, at vit burtur av eini stórari einvíst ásettari kvotu kunnu bjóða øðrum londum makrel í býti við annan fisk, ið heimaflotin kann fiska í teirra sjógvi.

Hetta er eftir okkara meting óveruligt. Hini londini, sum hugsað verður um at handla við, hava í samstarvinum millum strandalondini sambært altjóða rætti átikið sær eina skyldu til at samstarva um umsitingina av felags pelagisku stovnunum. Tí kunnu tey ikki eisini gera avtalur við lond, sum einvíst áseta sær kvotur uttan fyri hetta samstarv.

Eru ikki til reiðar
Um so er, at tað er ein politiskur meiriluti fyri eini avgerð um at áseta egna makrelkvotu í summar, so má sum heild sigast, at vit eru ikki til reiðar.

Skipini kunnu ikki rigga til henda fiskiskap og fara út at kanna um makrelur er í føroyskum sjógvi, fyrr enn avgerðin er endalig, og nú verður komandi strandalandafundurin ikki fyrr enn í fyrsta lagið um mánaðarskiftið.

Higartil hava nótaskipini fiskað makrelin í norskum og ES-sjógvi síðst á árinum. Tá er hann best egnaður til matnað, og alt er landað til frystivirkini fyri 8-9 kr. kg. Hesa tíðina er hann bíligur at fiska, tí tú brúkar sera lítið av olju í hesum fiskiskapi.

Ein føroysk kvota skal fiskast í føroyskum sjógvi um summarið. Tá hevur makrelurin stórt fitiinnihald og hevur nógva æti í sær. Hann er ringur at fáast við til matnað, og móttøkuorkan í Føroyum er sera avmarkað.

Tí má meginparturin landast til ídnað. Tað hevur við sær, at fiskast mugu sera stórar nøgdir, fyri at fáa sama bruttoúrslitið ella somu virðisøking burtur úr. Lutvíst tí at prísurin er ein heilt annar og lutvíst tí, at tað er munandi dýrari at fiska makrelin á henda hátt.

Vit hava næstan ongar royndir við at fiska makrel í føroyskum sjógvi, og tí vita vit ikki, um tað ber til at skipa ein fiskiskap, har so stórar nøgdir kunnu fáast til høldar.
Men vit vita, at tað ikki ber til at fiska markel uttan norðhavssild sum hjáveiðu. Tað vísa tær royndir, sum higartil eru gjørdar, og bæði í 2008 og 2009 var lutfallið í íslendsku veiðuni 60% av sild og 40% av makreli.

Bert nótaskipini hava kvotu av norðhavssild, og skulu onnur skip í hesa vinnu, so verður neyðugt eisini at bróta sildaavtaluna. Fyri nótaskipini kann avleiðingin eisini verða, at tey ikki hava sildakvotu eftir til vanliga sildafiskiskapin um heystið, og so fara skipini at liggja restina av árinum.

Harumframt vita vit lítið um, hvar summarmakrelurin kann seljast, tí so at siga øll makrelkvotan verður fiskað í vetrarhálvuni.

Fyri nótaskipini er avleiðingin eisini, at MSC-góðkenningin av makrelfiskiskapinum sum burðardygg veiða, fer fyri bakka.

Eiga at fara eftir eini avtalu í 2010
Tí hevur tilmælið hjá Felagnum Nótaskip verið, at vit eiga at miða eftir at halda fram í makrelsamstarvinum í 2010 og at fara eftir eini so góðari avtalu sum gjørligt. Sanstundir eiga vit at skapa útvegir fyri, at vit kunnu halda fram við royndarfiskiskapinum og annars nøkta tørvin hjá teimum, sum hava hug til eitt nú at gera royndir við at dyrgja eftir makreli.

Tað er neyðugt, at vit fáa til vega meira vísindaligt tilfar, sum kann byggja upp undir okkara krav um ein størri part av kvotuni.

Kanningar av makrelstovninum verða bert gjørdar triðja hvørt ár. Í ár verður gjørd ein stór stovnskanning og fyri fyrstu ferð eisini í føroyskum sjógvi. Úrslitið av hesum kann undirbyggja okkara páhald um, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi.

Tað er sjálvsagt neyðugt, at føroysku krøvini eru í samljóð við tað, sum okkara egnu fiskifrøðingar kunnu verja. Uttan hetta neyðuga samanspæl verður trupult at koma víðari.

Tað er lætt at fara burtur úr makrelsamstarvinum. Verður spurningurin um íslendska makrelfiskiskapin ikki loystur í samráðingunum millum strandalondini, so kann hann verða loystur í íslendsku samráðingunum um limaskap í ES. Tá standa vit einsamallir uttanfyri, og so tú kanst spyrja: Hvussu koma vit upp í aftur millumlanda samstarvið?

Pelagiska veiðan hevur havt stóran týdning fyri føroyska búskapin. Fyri at skapa henda møguleika, hevur verið neyðugt við stórum íløgum í dýr skip. Tvey nýggj pelagisk skip fyri tilsamans 5-600 mió. kr. eru komin í flotan hetta seinasta árið, og tað triðja reiðaríið hevur gjørt stórar íløgur fyri at tillaga sína fiskiorku. Tað ber bara til at gera tílíkar íløgur, um vinnan og lánistovnar hava vissu fyri, at viðurskiftini liggja føst fleiri ár fram í tíðina.