So át Hergeir Nielsen bláseym ? enn einaferð

Tað er heilt ótrúligt, sum hesin tjóveldispolitikari og formaður í uttanlandsnevndini kann fyrigykla sær tingini og venda eini sak á høvdi - tað hava vit sæð fyrr, og er tað ivaleyst heldur ikki seinastu ferð.

Málið sum Kaj Leo Johanesen legði framm viðv. orðaskifti um - fyrimunir og vansar við ES limaskapi fekk eina heldur kaldliga móttøku frá meirilutanium í uttanlandsnevndini, »sum var bangin fyri at taka hetta mál upp, tí hvussu vil umheimurin reagera, um vit fara at tosa um fyrimunir og vansar við ES limaskapi«.
Sambandsflokkurin er somikið at sær komin, at vit duga at síggja, at við gongdini sum er rundanum okkum hjá grannunum fyri bæði eystan og vestan, so sær út til, at tað er ein meiriluti í bæði Noregi og Íslandi fyri ES-limaskapi, og kann hetta ivaleyst verða veruleiki innan fá ár.
Vit spyrja so - hvar standa vit, um hetta verður veruleiki, - tí vit vita, at hesi bæði londini eru fiskivinnutjóðir sum vit og kappingarneytar okkara á fiskivinnuøkinum .
At trúgva at vit so hava somu marknaðaratgongd sum teir um teir verða innlimaðir er ov naivt at halda, eins og tað at lata eyguni aftur ella rættari stinga høvdið í sandin sum strutsurin ger og Tjóðveldisflokkurin o.a. fylgissveinar teirra við, er beinleiðis óforsvarligt yvirfyri bæði Føroya fólki og vinnuni.
Tað ber als ikki til at lata standa til og vóna, at alt fer at ganga, tí so einfald eru tingini nú einafer ikki.
Undirritaði skeyt tí upp í uttanlandsnevndini, at heitt bleiv á uttanlandsdeildina í landsstýrinum (løgmann) um at skipað fyri eini ráðstevnu, har óvildugir fyrilestrarhaldarar úr útlondum koma at kunna okkum um fyrimunir og vansar í samskiftinum við ES (soleiðis skuldi barnið eita tí meirilutin vildi ikki ganga við til at fyrimunir og vansar við ES limaskapi skuldi nevnast).
Álitið bleiv so skrivað, har vit eintust um at heita á løgmann um at skipa fyri ráðstevnu um ES samskifti - fyrimunir og vansar, við atliti til at løgtingið so seinni kundi fara undir eitt aðalorðaskifti um evni, tí tá var mett, at politikarirnir vildu verða væl betur íklæddir til eítt slíkt orðaskifti.
Nú verður alt málið lagt út sum um, at undirritaði stak partamannin í ryggin - og at Sambandsflokkurin við uppskoti okkara vil avhenda fiskivinnu okkara við tað, at 20-25 verandi og komandi ES lond skulu niðurfiska fiskastovnar okkara, um vit fingu okkara vilja osv. osv.
Uttanlandsnevndarformaðurin sigur eisini, at uppskot okkara er ein miðvís herferð at blaka føðilandið Føroyar fyri hund og ravn og melda okkum inn í EU sum danskan landslut.
Slíkt humbukk rætt og slætt og »svart tos«, skal ein leita leingi eftir og ber hetta bert boð um ein livibreyðspolitikkara, sum sær út til at liva í sínum sera fjálga trygga dunnuhyli og helst onki vil vita um tað pulserandi lívið uttan fyri tinghúsið og ikki minst uttan fyri Borðuna á Nólsoynni - er heilt forsteinaður og fastfrystur saman við »fastfrysta fullveldispolitikkinum«.
Vit kunnu tó einast um eitt, og tað er, at vit eins væl og Tjóveldisflokkurin als ikki hava droymt um at avhenda okkara fiskirættindi til ES, men vit mugu verða realistar og kanna og søkja vitan um ES og hvar vit koma at standa undir ymsum givnum forteytum.
At Føroyar sum »fullveldisríkið Føroyar« skal fáa limaskap í ES er lítið sannlíkt, sambært Bláa álitinum, kann eg ugga Hergeir við um tað hjálpir nakað - men vit hava sæð, at tað ber til at fáa seravtalur við ES sum partur av øðrum ríki - hygg t. d. at Álandi sum við Finnland hevur serstatus.
Eg vóni, at Tjóðveldisflokkurin leggur snævurskygnið á hillina - fyri eina tíð um ikki annað - og tekur av møguleikanum at viðgera hendan sera viðkomandi spurningin, og vónandi eisini fær nakað positivt burturúr einari slíkari ráðstevnu.
Lat okkum tí fáa hesa rástevnuna framda í verki, so ivist eg heldur ikki í, at vit aftaná kunnu fara undir eitt skilagott orðaskifti/kjak á løgtingi um fyrimunir og vansar í samskifti okkara við ES og framtíðar Evropa.