Ætlaða vatnorkuútbyggingin hjá SEV

Vísandi til, at grundgevingarnar hjá SEV fyri útbygging av vatnorkuni ikki eru sannlíkar og tá vatnorkuútbygging í Føroyum als ikki loysir seg fíggjarliga, haldi eg, at veruliga grundgevingin hjá SEV er at útbyggja vatnorkuna og leggja so nógv lendi sum møguligt undir seg áðrenn 2013 fyri at styrkja um sína støðu, tá vatnorkuloyvið hjá teimum gongur út, skrivar Poul Hansen í hesi kjakgrein

Poul Hansen ------------- SEV hevur nýliga kunngjørt ætlanir at útbyggja vatnorkuna í 3 støðum. Tær eru: 1. Dalar norðanfyri Vestmanna 2. Víkavatn v.m. 3. Eystursíðan av Vágoy Í hesum umfari verður bert hugt eftir útbyggingarætlanini í Dølum. Hinar ætlaninar verður vent aftur til seinni. Dalar nevnist landið, sum er norðanfyri Mosarøkur og Ørvitsfelli og sunnanfyri Malaknúk, Koppenni og Borgina, vestanfyri Saksunardal. Hetta er stórbært land, við rík­um fuglalívi, villum víddum, vøtn­um, áum, gjáum, dølum og botn­um. Stórt sæð órørt av manna­hondum. Størstu áirnar í Dølum eru Heljardalsá, Reyná, Dalá og áin Eysturi í Dalinum. Eystantil í Dølum, sum nevnist Úti á Dølum vil SEV gera eina stóra byrging, sum skal rúma vatn­ið frá nevndu fýra høvuðsáum í Dølum. Harumframt skulu samlitunnlar gerast, sum skulu savna allar áir norður móti Saksun og allar áir Hvalvíksmegin Saksunardal heilt suður í Toftadalsáir sunnafyri Hvalvík og føra hesar áir í byrgingina Úti á Dølum. Frá Toftadalsáum snarar samlitunnilin vestureftir og tekur ovasta partin av Dalá og Argisá, sum báðar renna í Leynavatn. Vatnútskiftingin í Leynavatni minkar tí eisini í stórum. Sunnanfyri Dalar – vestureftir – skulu áirnar í Djúpadali, Øksnadali og Nálagjógv takast. Allar omanfyri nevndu áir skulu í samlitunnilum førast norð í Dalar fyri síðani at renna suðureftir í tunnli í Vatnið í Fonsdali Í Saksun skal Breiðá úr Vatnsdali takast. Dalá og Stórá í Saksunardali skulu turrleggjast Í Saksunardali renna tvær áir. Dalá rennur í Saksunarvatn og Stórá rennur millum Hvalvík og Streymnes Heljardalsá, sum rennur úr Dølum í Saksunardal skal turrleggjast. Heljardalsá er høvuðsáin, ið rennur í Dalá, sum soleiðis missur høvuðsæðrina. Dalá vil tá fáa minni enn helmingin av vatni og vatnútskiftingin í Saksunarvatni minkar tí við meira enn eini helvt. Verður Víkavatn v.m. eisini tikið, verður Dalá heilt burtur og Saksunarvatn fær ikki meira vatn enn tað regn, ið regnar á tað. Sunnanfyri Dalar, Hvalvíksmegin Saksunardal renna Oksa­gilsá og Ravnagilsá saman við Hóraldstoftrætt í Saksunardali og verða tá til Stórá í Hvalvík. Saman við Bjendalsáunum eru hesar áir lívsæðrarnar til Stórá. Allar hesar áir skulu takast og í samlitunnil førast til byrgingina Úti á Dølum. Tá hesar áir verða tiknar, verður næstan einki vatn í Stórá í Hvalvík, sum sostatt eisini verður turrløgd. Hví vatnorku­útbyggingin? SEV boðaði frá, at til tess at økja el-framleiðsluna við varandi orkukeldum frá 45% til 55% = 10% skulu 1.600.000.000,00 skriva ein milliard sekshundrað milliónir krónur nýtast. Helvtin 800 mill. kr. skulu nýt­ast til vatnorkuna. Alt annað líka skulu í minsta lagi 800 mill. kr. nýtast til útbygg­ing av vatnorkuni til at økja el- framleiðsluna á landi við 5% at skriva fimm procentum. Fyrsta grundgevingin hjá SEV at gera hesar útbyggingar var at minka um CO2 útlátið. Seinni hevur SEV grundgivið útbyggingarnar við tryggleikanum fyri elveiting. Viðmerkingar til grund­gevingarnar hjá SEV Meginparturin av okkara CO2 útláti stavar frá bilum og bátum. Hetta útlát minkar í stórum nú stórur partur av heimaflotanum liggur og roknast má við, at nógvir bátar verða liggjandi. El-framleiðslan í Føroyum við varandi orkukeldum er nr. 5 í Europa. Grundgevingin um CO2 útlát­­ið fyri at fremja vatnorku­útbyggingina heldur tí ikki, bæði tí at á hesum øki hava vit longu gjørt meira enn okkara skyldu og tí, at ætlaða vatnorkuútbygging minkar ógvuliga lítið um útlátið. Tryggleikin: 5% meira av vatn­orku er so lítið, at tað munar einki um hinar orkukeldurnar svíkja. Tá verður el-framleiðslan ótrygg undir øllum umstøðum. Onnur ikki søgd grundgeving? Í kunngerð nr. 76 frá 5/10-1963 fær SEV loyvi at nýta vatnorku í Streymoy, Eysturoy, Vágoy og Suðuroy. Hetta loyvi er galdandi í 50 ár (§10) og er sostatt galdandi til 2013. Um loyvi ikki verður end­ur­­­nýggj­að fellur hesin rætt­ur hjá SEV burtur. Tað er óhugsandi, at nakað verður gjørt við verandi byrgingar í 2013, men tá hevur SEV so ongan rætt til framhaldandi vatn­orkuútbyggingar. Vísandi til, at grundgevingarnar hjá SEV fyri útbygging av vatn­orkuni ikki eru sannlíkar og tá vatnorkuútbygging í Føroyum als ikki loysir seg fíggjarliga, haldi eg, at veruliga grundgevingin hjá SEV er at útbyggja vatnorkuna og leggja so nógv lendi sum møguligt undir seg áðrenn 2013 fyri at styrkja um sína støðu, tá vatnorkuloyvið hjá teimum gongur út. Friðið Dalar Vit hava landið til láns frá kom­­­andi ættarliðum og hava tí skyldu at fara so væl um tað sum gjørligt. Fær SEV loyvi at taka Dalar, er henda náttúruperla oyði­løgd fyri eftir komarum okkara til allar tíðir. Tann el-megi, sum SEV væntar at fáa við at oyðileggja Dalar, at turrleggja Dalá og Stórá í Saksunardali og allar hinar áirnar, nevndar í hesi grein, verður um stutta tíð – óiva áðrenn 2013 – tøk á annan hátt við øðrum varandi orkukeldum, bæði bíligari og minni oyðandi. Flestu okkara sum hava verið í Dølum vitja aftur á hvørjum ári, oftast nakrar ferðir. Tit, sum ikki enn hava verið í Dølum eiga enn eina stóra nátturuuppliving til góðar. p.s. Myndirnar í hesi grein eru allar tiknar í góðveðrinum seinastu tíðina. Lítið vatn er tí í áunum, men fær SEV sín vilja, verður tað bert í áarføri, at so frægt av vatni verður í áunum, sum víst á myndunum.