Chr. Schulz-Lorentzen
Framhaldandi skattaundandráttur við skattafríum veitingum, so sum fríum bili og fríari telefon - alt goldið av skattgjaldarunum - er endað sum eitt av teimum heitastu envunum í valstríðnum í Grønlandi, har íbúgvarnir skulu til atkvøðuborðini týsdagin, tá nýggja grønlendska landstingið skal mannast.
Bólturin fór á rull, tá ovasti líkningarmyndugleikin - Ligningskommisionen, fyri stuttum avdúkaði, at umleið 25% av landstingslimunum og starvsfólkunum í miðfyrisitingini hava »gloymt« at uppgeva skattafríu veitingar teirra á sjálvuppgávuni. Millum syndararnar eru limir í ovastu politisku leiðsluni í Grønlandi, sigur formaðurin í Líkningarnevndini, Ove Karl Berthelsen, sum tó ikki vil avdúka nøkur nøvn.
Við hesum í huga hava formenninir í teimum trimum flokkunum IA, Atassut og Kandidatforbundet loyst frá posabandinum og teir heita á politikarar, sum hava latið inn órættar sjálvuppgávu, um at stíga fram og viðganga sínar syndir. Enn hevur tó eingin tikið ímóti áheitanini, og sum einasti flokkur hevur Siumut víst hesi almennu iðranargongd frá sær.
Sambært kritikarum eigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, at átaka sær ein part av ábyrgdini, tí tað er í hasara stjórnartíð, at umsitingin hevur »gloymt« at svara teimum mongu rykkjarunum frá skattamyndugleikunum.
? Eru ivamál við sjálvuppgávuni hjá onkrum einstøkumpersóni, so er tað ein persónligur trupulleiki. Eg fari ikki, sum landsstýrisformaður, at heita á nakran um at leggja kortini á borið, sigur Jonathan Motzfeldt, sum tó samstundis leggur dent á, at hansara egna sjálvuppgáva er, og altíð hevur verið, í lagi.
Valið er tað fimta, síðan Grønland fekk heimastýrið fyri júst 20 árum síðani. Sum tíðin hevur liðið, er Grønland vorðið alt meira sjálvstýrandi samstundis sum teir hava yvirtikið fleiri og fleiri mál frá dønum. Fyri stuttum hevur Grønland yvirtikið alla umsitingina av ráevnum í undirgrundini, sum m.a. viðger umsóknirnar um leiting eftir mineralum og olju.
Her og nú gevur Ráðgevandi nevndin hjá forsætismálaráðnum viðvíkjandi Grønlandi búskapinum bæði rós og rís. Høgir fiskaprísir og ikki minst rækjan bøtti munandi um inntøkurnar í fjør. Men samstundis er meirinntøkan etin upp av øktum almennum útreiðslum.
Nevndin sær tí nógv sker fyri framman um ikki nýggja landsstýrið fær hald á útreiðslunum. Millum annað vísir ein forsøgn, at tað í komandi árum verður tørvur á 900 nýggjum íbúðum. Ein milliardútreiðsla, sum liggur sum ein bumba undir grønlendska búskapinum. Samstundis leggur nevndin upp til, at ferð verður sett á ætlaninar at privatiserað virkini hjá heimastýrinum, sum verða løgd undir at forða fyri menning av privata sektorinum.
Inntøkurnar síggja framhaldandi út til at koma frá fiskivinnuni. Hóast nógvur peningur er brúktur upp á ferðavinnuna og størri leiting eftir mineralum og olju, so eru vónrnar til nýggjar inntøkukeldur ikki uppfyltar.
Tað hevur verið nógv kjakast um hetta valið fer at hava eitt ættarliðsskiftið við sær í grønlendska landstinginum. Á seinasta fólkatingsvalinum gjørdist tann næsta ókenda Ellen Kristensen tann heilt stóri atkvøðuslúkarin. Tað vakti ans nógvastaðni at tað eydnaðist tí bert 26 ára gomlu Atassut kvinnuni at vinna á floksfelaga sínum Otto Stenholt, sum í nógv ár umboðaði flokkin í fólkatinginum. Sambært politiskum eygleiðarum skal hetta síggjast sum eitt tekin um at veljararnir ynskja broytingar í politiska landslagnum. Ein pástandur, sum skal standa sína sína roynd týsdagin, og ein pástandur, sum er torførur at síggja ávirkanina av.
Fyri fyrstu ferð er tey seks valdømini í Grønlandi løgd saman til eitt valdømi. Tað hevur við sær, at veljararnir í Norðurgrønlandi á fyrsta sinni kunnu velja politikarar í Suðurgrønlandi og øvugt. Nýggju valreglurnar merkja eisini, at tað nú skulu atkvøður til fyri at gerast landstingsmaður. Hetta kann serliga ganga út yvir valevnini í teimum smærru býunum, samstundis sum tað fer at styrkja teir kendu politikararnar, sum eru kendir um alt Grønland gjøgnum fjølmiðlarnar.
Undir øllum umstøðum verður tikið sum givið, at Siumut framhaldandi fer at verða størsti flokkur í Grønlandi. Spurningurin er so um teir ætla at halda fram við samstarvinum við borgarliga flokkin Atassut, ella um teir hava ætlanir um at fara í samstarv við tann vinstravenda IA, sum Siumut fyrr hevur sitið í landsstýri saman við.