Seinastu dagarnar hava diplomatarnir hjá danska uttanríkisráðnum við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra á odda arbeitt undir stórum trýsti fyri at fáa umsøkjaralondini at góðtaka tað seinasta tilboðið, sum londini fingu fyri átta døgum síðani. Alt skal fáast upp á pláss til toppfundin millum ríkis- og stjórnarleiðararnar í Keypmannahavn.
Í gjár høvdu trý av teimum tíggju umsøkjaralondunum formliga góðkent tilboðið, men keldur í Keypmannahavn søgdu, at fimm onnur lond høvdu givið til kennar, at tey fara eisini at góðtaka tilboðið. Eftir stóðu Malta og Póland, sum bæði hava lagt nýggj krøv á borðið seinastu dagarnar.
Serliga Póland er komið við nýggjum krøvum. Krøvini snúgva seg í veruleikanum um meiri pengar, men Anders Fogh Rasmussen segði týskvøldið, at mappan er koyrd í lumman, og hon verður ikki tikin úr lummanum aftur, sum hann orðaði tað. Formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, hevur harafturímóti mælt ES til at lata umsøkjaralondunum meiri pengar, men danski forsætisráðharrin sigur, at hann hevur ikki heimild til at lata meiri enn tað, sum hann hevur latið londunum.
Tað er tó vert at hava í huga, at ES hevur umleið 15 milliardir krónur eftir av játtanini til umsøkjaralondini, og eygleiðarar siga, at tað kann væl henda, at ríkis- og stjórnarleiðararnir á toppfundinum í Keypmannahavn fara at játta Pólandi ein part av hesum pengunum fyri at fáa landið uppí. Víst verður á, at Póland er nógv tað størsta av umsøkjaralondunum, og at tað fer at koma ES illa við, fer Póland at standa uttanfyri, tá saman um kemur.
Turkaland
Ein annar spurningur, sum stórur spenningur er um undan toppfundinum, er Turkaland. Stjórnin í Ankara leggur stórt trýst á ES fyri at fáa settan ein dag fyri, nær samráðingarnar um turkiskan limaskap kunnu byrja, men higartil hevur danski forsætisráðharrin víst hesum aftur. Tað gjørdi hann eisini, tá formaðurin í islamska stjórnarflokkinum í Turkalandi var á vitjan í Keypmannahavn fyrr í vikuni.
Nú er USA komið upp í málið, og fyrradagin segði George W. Bush, at USA fer at gera sítt til at fáa ES at áseta ein samráðingardag. Sambært Bush hevur hetta týdning fyri USA, men eisiin fyri Evropa. Týskland og Frakland hava eisini sagt, at tey eru fyri at áseta ein dag fyri samráðingum um turkiskan limaskap.
MYYNDATEKSTUR:
Anders Fogh Rasmussen leggur stóran dent á at fáa tey tíggju umsøkjaralondini upp í ES á toppfundinum í Keypmannahavn, men hann er ímóti at geva Turkalandi ein samráðingardag.