tiltøk í verk, sum skulu kveikja áhugan fyri og skapa betri karmar fyri gransking á Landssjúkrahúsinum. Í farnu viku var móttøka á E2, sum nú er vorin granskingar- og menningalon fyri Landssjúkrahúsið. Her koma [...] yvirlækni, Skurðdepilin Jórun Højgaard, deildarleiðari, Bráðdepilin Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni, Medisinski depilin Tummas í Garði, varastjóri/yvirlækni Granskingarnevndin hevur tilvísing til sjúkrah [...] audiotorium. Ein granskingarnevnd er sett, ið skal verða grundarlag undir einum virknum granskingarumhvørvi á stovninum. Uppgávur hjá nevndini verða at gera uppskot til granskingarpolitikk, umframt at verða eitt
at vaksa um kirkjugarðin á Skála boðið út, og eftir ætlan skal tað vera liðugt, tá summarið er av. Hetta sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála. Fleiri hava havt á orði, at kirkjugarðurin fór [...] rmaðurin, sum enn ikki veit, hvussu nógv tað fer at kosta. Útbyggingin av kirkjugarðinum á Skála verður gjørd á tann hátt, at verandi garður verður longdur í beinari linju úteftir. Økið er keypt, men í [...] tvey fyri at moldin fær tíð at seta seg, men um tað fer at bera til á Skála er ikki vist. ? Tað eru bert fá pláss eftir í verandi garði, m. a. av tí, at fleiri pláss eru bíløgd. Men vit vóna at tað fer at
- Ein og hvør sparing og effektivisering skal vera vælkomin í hesum døgum, sigur Jóhan Dahl. Jóhan Dahl vísir eisini á, at øll henda tilgongd má gerast í tøttum samstarvi við Fiskivinnumálaráðið, ið varðar [...] Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Bogi Mortensen, Strandferðslustjóri, síggja eitt stórt alment reiðarí, sum eina góða loysn Báðir stovnarnir, ið skulu taka ímóti skipunum eru samdir, og halda hugskotið [...] mugu sjálvandi kanna um henda umskipan hevur nakrar fyrimunir, so vit kunnu spara eitt sindur, sigur Jóhan Dahl. Hesum tekur Bogi Mortensen undir við. - Eg eri positivur fyri øllum, sum ger, at vit spara eitt
bara helvtin av tí, tær plaga at vera hesa ársins tíðina, sigur Jóhannes Jensen Tað er óvanliga friðarligt á hotellunum í løtuni. Gistingarnar á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn eru bara hlmingurin av tí tær [...] gera, at Keypmannahavn verður valt fram um Tórshavn, sigur Jóhannes Jensen. Hann vísir annars á, at føroyingar eru óvanliga trekir at gista á hotellum. Føroyingar telja bara 10% av gistingunum, meðan talið [...] sama. Hinvegin sær summarið út til at fara at roynast á nakað sama hátt sum seinastu árini, og tað er ikki so galið, heldur Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn
hjá besta mansliðnum. Bogi er gamal í garði hjá Skála ÍF, og er á Faroesoccer skrásettur fyri 271 dystir fyri Skála. Tó er tað nøkur ár síðan hann legði gaggurnar á hillina. Bogi hevur seinnu árini verið [...] Hetta vikuskiftið fer bólturin á rull í næstbestu deildini. Skála, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, skal í fyrsta umfari í morgin spæla á útivølli ímóti AB, sum eisini flutti niður í fjør. Í [...] Rói fekk tíverri ein álvarsligan skaða í dysti móti Víkingi í fjør, men hóast Rói ikki kann luttaka á vøllinum, so er hann til dystin fús við síðulinjuna.
dystirnar á skránni í UEFA-bólkinum hjá kvinnum, har KÍ er eitt av liðunum, sum tekur lut. Liðini í bólkinum hjá KÍ spæla í ár sínar dystir í Føroyum, og í gjár vóru fyrstu tveir dystir á skránni á Svangaskarði [...] galið hjá KÍ. 10 minuttir undan steðginum megnaði Den Haag at leggja seg á odda, men nakað inn í seinna hálvleik javnaði Doris í Garði Joensen fyri KÍ, tá hon var hægst eftir hornaspark. Stutt eftir útjavnandi [...] Andreassen ein risa málmøguleika, tá hon úr fimm metrum royndi seg við skoti. Men tíverri fór skotið beint á málverjan hjá hollendska liðnum, og so var tann vandin av. Síðstu løtuna royndi Den Haag at trýsta,
Aðalfundur Havnar Framburðsfelag hevði sum vant aðalfund á Grækarismessu. Eitt punkt á skránni var uppskot um at broyta navnið á felagnum til Suðurstreymoyar Fólkafloksfelag. Hetta tí at fá uttanfyri felagið [...] Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, og øll hini lokalfeløgini bera heitið hjá flokkinum. Aðalfundurin vísti á, at felagið eitur Havnar Framburðsfelag (valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy) og kunnu bæði heiti [...] ov fá kenna til. Aðalfundurin avgjørdi, at nevndin skuldi lýsa hesa søgu nærri og avgjørdi at navnið á felagnum varð óbroytt. Aage Arnoldson takkaði fyri seg í nevndini og ynskti ikki at stilla uppaftur
Kapping Ein rúgva av børnum vóru samlað á Frímerkjadeildini á Argjum fyrrapartin í gjár. Tí í gjár vórðu vinnararnir funnir til frímerkjakappingina, har tvær tær bestu tekningarnar verða útgivnar sum frímerkir [...] lagdar út á internetið. Har hava øll, ið hava havt hug kunna atkvøtt fyri, hvat var besta frímerkið. Atkvøðugreiðslan endaði 2. januar 2002 og í gjár fingu tær 10 myndirnar, ið hava ligið á internetinum [...] vatnkríggj. Tá teir 23 vinningarnir vóru fingnir uppá pláss, vórðu vinnarnarnir funnir. Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya segði, at millum 40.000 og 50.000 frímerkjasamlarar runt um í heiminum bíðaðu
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við báðar mennirnar, sum komu at manna bakkplássini á føroyska landsliðnum í kvøld, Jóhan Troest Davidsen og Bárð J. Hansen. Jóhan viðgongur [...] beinkinum longu í 13. minutti, tá Gilli R. Sørensen mátti út við skaða, men samstundis undirstrikar Jóhan, at talan er um størstu uppliving hann hevur havt, sum fótbóltsspælari. Bárður J. Hansen fegnast um
TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jóhan Troest Davidsen aftaná dystin. Fremst hoyrist frásagnin av málinum hjá HB. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Ólavur [...] fyrsta hálva tíman, so helt Jóhan Troest Davidsen, sum stóð ein góðan dyst í HB-verjuni, at HB hevði nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær ein sigur. Serliga iðrar Jóhan seg um brendi málmøguleikarnar