KÍ fekk javnleik

Kvinnurnar hjá KÍ fingu javnleik í fyrsta dystinum í UEFA-bólkinum, tá tær møttu hollendska Den Haag

Í gjár vóru fyrstu dystirnar á skránni í UEFA-bólkinum hjá kvinnum, har KÍ er eitt av liðunum, sum tekur lut. Liðini í bólkinum hjá KÍ spæla í ár sínar dystir í Føroyum, og í gjár vóru fyrstu tveir dystir á skránni á Svangaskarði.

Í fyrra dystinum møttust FC Honka úr Finnlandi og Valur úr Íslandi, og her eydnaðist íslendska liðnum at vinna dystin 2-1.

Seinni um dagin skuldi KÍ so í eldin ímóti Den Haag úr Hollandi, og tað gekst ikki so galið hjá KÍ. 10 minuttir undan steðginum megnaði Den Haag at leggja seg á odda, men nakað inn í seinna hálvleik javnaði Doris í Garði Joensen fyri KÍ, tá hon var hægst eftir hornaspark.

Stutt eftir útjavnandi málið hevði Rannvá Andreassen ein risa málmøguleika, tá hon úr fimm metrum royndi seg við skoti. Men tíverri fór skotið beint á málverjan hjá hollendska liðnum, og so var tann vandin av.

Síðstu løtuna royndi Den Haag at trýsta, og tær komu eisini fram til fleiri málmøguleikar, men ein sera væl leikandi Randi Wardum í KÍ-málinum syrgdi fyri, at Den Haag einki mál fekk afturat. Sostatt endaði dysturin 1-1, og KÍ hevur fingið sítt fyrsta stig í bólkinum.