Vetrarhálvuna liggja vit nærmast í dvala, men í ár er serliga ringt. Gistingarnar hjá okkum eru bara helvtin av tí, tær plaga at vera hesa ársins tíðina, sigur Jóhannes Jensen Tað er óvanliga friðarligt á hotellunum í løtuni. Gistingarnar á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn eru bara hlmingurin av tí tær plaga at vera í fyrsta ársfjórðingi.
Tað sigur Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn.
Hann dugir kortini ikki at siga, hví gistingarnar eru farnar niður í eina helvt av tí, tær hava verið seinastu árini um hesa tíðina.
Føroyingar duga alt ov illa at leggja til rættis. Vit ganga út frá, at einki ber til í Føroyum um veturin, serstakliga uttandura virksemi. Har áttu vit at spjatt virksemið meiri út, so ikki alt varð kroyst saman í juni, juli og august, sigur Jóhannes Jensen.
Men tað hevur eisini nakað at siga, at flúgvingin er so óreglulig.
Tað hevur stóra ávirkan á, hvar eitt nú fundir og ráðstevnur verða lagdar. Ótryggu flogviðurskiftini gera, at Keypmannahavn verður valt fram um Tórshavn, sigur Jóhannes Jensen.
Hann vísir annars á, at føroyingar eru óvanliga trekir at gista á hotellum. Føroyingar telja bara 10% av gistingunum, meðan talið í Danmark er 61%, í Týsklandi 59% og í Fraklandi nakað tað sama.
Hinvegin sær summarið út til at fara at roynast á nakað sama hátt sum seinastu árini, og tað er ikki so galið, heldur Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn