Jóhan harmaðist um at missa tvey stig

(Ljóðsamrøða) Jóhan Troest Davidsen iðrar seg um, at HB ikki bant um í seinna hálvleiki

Hóast B36 var betra liðið tann fyrsta hálva tíman, so helt Jóhan Troest Davidsen, sum stóð ein góðan dyst í HB-verjuni, at HB hevði nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær ein sigur. Serliga iðrar Jóhan seg um brendi málmøguleikarnar hjá HB í seinna hálvleiki.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jóhan Troest Davidsen aftaná dystin. Fremst hoyrist frásagnin av málinum hjá HB. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Ólavur Larsen var viðmerkjari.