Troest: - Fantastiska stuttligt at verða við til

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Bárður J. Hansen er ovurfegin um stuðulin landsliðið fekk í kvøld

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við báðar mennirnar, sum komu at manna bakkplássini á føroyska landsliðnum í kvøld, Jóhan Troest Davidsen og Bárð J. Hansen.

 

Jóhan viðgongur, at tað var ein knapplig umstilling at skulu koma inn frá beinkinum longu í 13. minutti, tá Gilli R. Sørensen mátti út við skaða, men samstundis undirstrikar Jóhan, at talan er um størstu uppliving hann hevur havt, sum fótbóltsspælari.

 

Bárður J. Hansen fegnast um uppbakkningin liðið fekk, og hann er eisini glaður fyri at hava verið partur av einari minniligari fótbóltsuppliving.