Kirkjugarðurin á Skála útbyggjast

Kirkjugarðurin á Skála er um at vera fullur og tí er neyðugt at útbyggja hann. Bygdaráðið er farið undir at fyrireika útbyggingina, sum eftir ætlan skal vera liðug tá summarið er av

Um ikki so langa tíð, verður arbeiði at vaksa um kirkjugarðin á Skála boðið út, og eftir ætlan skal tað vera liðugt, tá summarið er av.

Hetta sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála.

Fleiri hava havt á orði, at kirkjugarðurin fór at fyllast heilt skjótt var ikki okkurt munagott gjørt, og tað hevur bygdaráðið eisini staðfest.

? Vit hava havt ætlanir um at fara undir arbeiði í eina tíð, men hava av fíggjarligum ávum valt at bíða. Nú eru vit so farin undir arbeiði og tað skal eftir ætlan vera liðugt í summar, sigur bygdaráðsformaðurin, sum enn ikki veit, hvussu nógv tað fer at kosta.

Útbyggingin av kirkjugarðinum á Skála verður gjørd á tann hátt, at verandi garður verður longdur í beinari linju úteftir. Økið er keypt, men í fyrsta umfari verður ikki alt brúkt.

? Vit longja hann fimtan metrar í fyrsta umfari, og tað skuldi verið nóg mikið í eina rúma tíð.

Vanliga verður sagt, at ein kirkjugarður skal liggja í eitt ár ella tvey fyri at moldin fær tíð at seta seg, men um tað fer at bera til á Skála er ikki vist.

? Tað eru bert fá pláss eftir í verandi garði, m. a. av tí, at fleiri pláss eru bíløgd. Men vit vóna at tað fer at bera til at bíða eitt ár kortini, sigur Símun Pauli Berg