Landssjúkrahúsið økir fokus á gransking

Landssjúkrahúsið setur í hesum døgum fleiri tiltøk í verk, sum skulu kveikja áhugan fyri og skapa betri karmar fyri gransking á Landssjúkrahúsinum.

Í farnu viku var móttøka á E2, sum nú er vorin granskingar- og menningalon fyri Landssjúkrahúsið. Her koma granskarar og verkætlanarfólk hjá Landssjúkrahúsinum at húsast, umframt Ílegusavnið, Fólkaheilsuráðið og Medico-Teknisku deild. Í lonini eru skrivstovur, trý fundarhøli og eitt audiotorium.

Ein granskingarnevnd er sett, ið skal verða grundarlag undir einum virknum granskingarumhvørvi á stovninum. Uppgávur hjá nevndini verða at gera uppskot til granskingarpolitikk, umframt at verða eitt innanhýsis forum fyri granskingarspurningar. Somuleiðis skal nevndin virka fyri at fáa gongd á, og at økja um granskingarvirksemið við m.a. at viðgera og tilmæla, hvussu skal raðfestast innan økið. Harumframt skal nevndin taka stig til innanhýsis tiltøk, ið skulu birta áhuga hjá fakfólki til at fara undir gransking.

Í granskingarnevndini sita:

Jan Rasmussen, hjálparlækni, Ph.D.-lesandi, Medisinski depilin

Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Ph.D.-lesandi, Psykiatriski depilin

Elin Holm, yvirlækni, Skurðdepilin

Jórun Højgaard, deildarleiðari, Bráðdepilin

Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni, Medisinski depilin

Tummas í Garði, varastjóri/yvirlækni

Granskingarnevndin hevur tilvísing til sjúkrahússtjórnina. Stjórin fyri Landssjúkrahúsið, Sigurð Ó. Vang, hevur seinastu trý árini verið limur í nevndini fyri Granskingarráðið.

Granskingargrunnurin fíggjar part av Ph.D. verkætlanunum hjá Jan Rasmussen og Tóru Petersen, umframt aðrar verkætlanir á Landssjúkrahúisnum.