Arbeiðið hjá Articon at útstykkja við Klingurstjørn hevur gingið so mikið væl, at Tórshavnar kommuna nú hevur fingið handaða lidnu útstykkingina, ein mánaða áðrenn tíð. Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin [...] býarskipanarnevndini, í dag fingu handað grundøkini frá Torleifi Waagstein, verkætlanarleiðara hjá Articon. Talan er um 45 grundstykki, tvey felags parkeringsøki og eitt slættað fríøki, ið er ætlað til spælipláss [...] ber boð um, at tørvur er á slíkum útstykkingum sum hesari, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið Articon handaði lidnu arbeiðstøkuna til byggiharran.