Í dag eru Sigurd Bjørn Mørkøre og Torstein Mýlingstind útlærdir sum timburmenn hjá byggifelagnum, ArtiCon. Teir hava lært í fýra ár, nú teir hava tikið sína yrkisútbúgving.
Ungu menninir hava fingið førleikar innan bygging í vinnulívinum, har teir hava skift millum ymiskar arbeiðsuppgávur á byggiplássinum hjá ArtiCon og skúlagongd á Tekniska skúla.
Tað veit heimasíðan hjá ArtiCon at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at Sigurd Bjørn Mørkøre heldur fram í starvi hjá ArtiCon sum timburmaður, og Tórstein Mýlingstind fer undir hægri lesnað.