Eftir hendingina tá steinar regnaðu oman yvir hús við eina spreinging á Argjum, eru grannar farnir at óttast fyri, at hetta kann endurtaka seg. Grannar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at teir kenna spreingingarnar ræðuliga ógvusligar.
- Húsini rista og skelva tá teir spreingja, og tá búgva vit enntá rættiliga langt frá spreingistaðnum, sigur ein av grannunum.
Ein annar granni sigur seg ikki ivast í, at skaðar fara at koma á hús av ógvusligu ristingunum, og at grundir fara at rivna og flisar loysna.
Men Arbeiðseftirlitið sigur hinvegin, at Articon fylgdi øllum fyriskriftum við hesa spreingingina, og at teir ikki kunnu seta fingurin á nakað í hesum sambandi.
- Vit eru ikki komnir til nakra endaliga niðurstøðu, men vit kanna málið í løtuni. Tað, sum vit fyribils kunnu sláa fast, er, at Articon hevur hildið seg til galdandi reglur, sigur Sofus Poulsen frá Arbeiðseftirlitinum.
Hann sigur, at orsøkin til, at steinar regnaðu oman yvir hús nærhendis spreingistaðnum, hevur verið eitt á fakmáli nevnt sprutt.
- Tað hevur verið ein riva í einum av spreingiholunum, og hetta hevur gjørt, at spreingingin í tí holinum er farin síðuvegis í staðin fyri uppeftir. Og tað benda steinarnir eisini á, sigur Sofus Poulsen.
Løða ikki sterkt
Spreingilógin er ikki so ógvuliga ítøkilig, og sambært Sofusi Poulsen er einki beinleiðis krav um, at leggjast skal út yvir, tá sprongt verður.
- Lógin sigur bara, at spreingjast skal so, at eingin vandi stendst av. Og Articon hevur sprongt 70% av tí, ið spreingjast skal uttan nakað óhapp. Teir hava lagt ein verjugarð at taka tað, sum skuldi farið skeivt, og um verjugarðurin í hesum føri ikki var nóg høgur, er so ein annar spurningur, sigur Sofus Poulsen.
Um lógin so skuldi verið broytt, kann kjakast um, men sambært Arbeiðseftirlitinum verða nýttir somu reglan sum í okkara grannalondum, eitt nú Noregi.
Og tá fólk kenna spreingingarnar harðar, og føla húsini ristast, so er tað ikki tí, at løtt verður so sterkt.
- Nei,sjálvt um tað kanska kann kennast soleiðis, so eru løðingarnar ikki sterkar. Spurningurin er eisini, um vandin ikki hevði verið størri, um løtt varð veikari, sigur Sofus Poulsen.
Binda um heilan fingur
Í sambandi við ristingarnar, so hevur Articon ein mátara 200 metrar frá arbeiðsplássinum, sum mátar ristingarnar frá spreingingunum.
- Hesin mátari vísir, at ristingarnar bert eru 10-12% av tí loyvda og tí, sum tryggingin krevur. So tað vísir eisini, at tað verður ikki løtt sterkt, sigur Sofus Poulsen.
Arbeiðseftirlitið hevur ikki álagt Articon at broytt nakra mannagongd, og fer sambært Sofusi Poulsen ikki at gera meira við málið, stutt sagt tí, at har er einki at fara eftir.
Men Articon sjálvt hevur kortini valt at gera ábøtur á trygdina.
- Teir hava gjørt verjugarðin hægri, og hartil hava teir eisini valt at dekka út yvir, tá teir spreingja. So nú skuldi avgjørt eingin vandi verið fyri, at hetta sama fer at henda umaftur, sigur Sofus Poulsen.
Hartil skilst á grannunum, at teir nú bert spreingja eftir at børnini í barnagarðinum við síðuna av arbeiðsplássinum eru farin til hús.
So niðurstøðan má vera, at Articon hevur tikið avleiðingarnar av hendingini og bundið um heilan fingur.










