Ítróttarhøllin tekur skap

Sandur: Arbeiðið við at byggja ta nýggju ítróttarhøllina á Sandi gongur eftir ætlan.

Nógv fólk á Sandoynni fylgja í hesum døgum væl við byggingini av ítróttarhøllini, sum nú av álvara er við at taka skap.

Eingin ivi er um, at henda høllin fer at fáa alstóran týdning fyri ítróttarlívið í oynni, og fer uttan iva at skapa bestu umstøður fyri at menna hetta í framtíðini.

Tað tók sína tíð at fáa hetta málið ígjøgnum allar myndugleikar, men í seinastuni hava fólk nærum kunnað dagamun á byggingini.

Við hesum myndunum, sum vit hava fingið frá Landsverki, ber til at fáa eitt lítið yvirlit yvir, hvussu henda stásiliga høllin kemur at síggja út uttan.

Stoypiarbeiðið er liðugt, og í hesum døgum eru menn í ferð við at inniloka høllina, ið stendur við Meginskúlan á Sandi.

Sperrurnar verða settar upp nú, og næsta stig er at fáa høllina innilokaða fyri veturin. Tá hetta er gjørt, verður farið undir arbeiðið innanveggja.

Ætlanin er, at høllin skal verða klár at taka í nýtslu næsta summar. Kostnaðurin er mettur til 27 milliónir krónur. 


FAKTA

Fakta um Ítróttarhøllina á Sandi

* Stødd: 1.250 fermetrar (miðal stødd fyri føroyskar ítróttarhallir)

* Kostnaður: 27 mió. kr.

* Tað er Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, ið hevur teknað høllina, P/f Articon hevur gjørt jørð- og rørarbeiðið, meðan íslendska TG-Verk er høvuðsarbeiðstakari fyri sjálvari byggingini.

Mentamálaráðið er byggiánari av verkætlanini, meðan Landsverk er byggiharri.

Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt 9. august 2012.