Ístak lægsta tilboðið upp á Hovstunnilin

Tað er nógv sum bendir á, at tað verður íslendska felagið, Ístak, sum fær arbeiðið at gera Hovstunnilin

Hovstunnil

Tað verður helst íslendska felagið, Ístak, sum fer við arbeiðnum at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Tað er ein niðurstøða, sum kann gerast, eftir at tilboðini, sum komu inn uppá arbeiðið, vórðu latin upp á skrivstovuni hjá Landsverki á miðdegi týsdagin.
Frammanundan hevði Landsverk bjóðað fýra góðkendum arbeiðstakarum at at lata inn tilboð og teir bjóðaðu allir uppá arbeiðið.
Tað vóru 14,3 milliónir á muni á tí lægsta og tí hægsta tilboðnum og tilboðini lógu øll ímillum 126,7 milliónir og 141 milliónir.
Lægsta tilboðið hevði íslendska fyritøkan Ístak, sum bjóðaði sær at gera Hovstunnilin og tilhoyrandi vegir fyri tilsamans 126,7 milliónir krónur.
Næstlægsta tilboðið hevði Articon og Leonhard Nielsen & Sønner, sum kundu gera arbeiðið fyri 130,9 milliónir.
Næsthægsta tilboðið var beint omanfyri. Tað hevði J&K og MT Højgaard, sum kundu gera arbeiðið fyri 131,6 milliónir.
Síðani var nokk so fitt upp til dýrasta tilboðið. Tað átti Byggitek og NCC Suðuroyar Konsortiið, sum skuldu hava 141 milliónir fyri at gera Hovstunnilin og vegirnar.
Annars hevði Landsverk sjálvur mett, at arbeiðið fór at kosta 146,6 milliónir, so tilboðini eru væl lægri enn kostnaðarmetingin.
Kortini skal skoytast uppí, at afturat tilboðsprísinum koma ymsar útreiðslur afturat, eitt nú byggileiðsla, eftirlit, jarðarkeyp og annað og Landsverk fer nú at gera eina samlaða kostnaðarmeting fyri verkætlanina útfrá tilboðnum.
Annars hevur Løgtingið samtykt, at tað kunnu brúkast upp til 150 milliónir til endamálið.

Tilboðini roknast út
Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, sigur, at nú verða tilboðini gjøgnumgingin. Eitt, sum hugt verður eftir, er, um tilboðsgevararnir hava nøkur fyrivarni í teirra tilboðum og um, hvat hesi fyrivarni í so fall fara at kosta.
Hann sigur, at síðani verður alt talt saman og drigið frá ogso verða samráðingar við lægstatilboðsgevaran um at gera ein sáttmála um arbeiðið.
Og tað er eisini greitt, at tað skal arbeiðast skjótt, tí eftir ætlan skal sjálvt tunnilsarbeiðið byrja longu í heyst og tað skal vera koyrandi í 2007.
Tilsamans fevnir verkætlanin um 2437 metrar av tunli og 2240 metrar av vegi øravíkarmegin og Hovsmegin. Serliga øravíkarmegin skal nógvur vegur gerast, tí har er talan um at gera 1790 metrar av vegi úr Øravík í Tjaldavík, har tunnilin byrjar.
Tunnilin verður 9,5 m breiður í neðra og koyribreytin verður sjey metrar.